Søga

Spread the love

Sjúkrahússkipið

sum hjálpir teim gloymdu og fátækastu

Síðani 1978 hevur Mercy Ships hjálpt meira enn 2,1 milliónum menniskjum í ymsum menningarlondum. Við hjálp frá hesum stóra skipinum, sum er umbygt til eitt flótandi sjúkrahús, verður læknahjálp veitt á høgum støði til sjúk menniskju, sum annars ikki høvdu havt møguleika at fáa hjálp. Viðgjørdir verða millum annað góðkynjaðir svullir, varra- og gómakloyvir (haruskarð), truplir brunaskaðar, truplir føðiskaðar, eygnasjúkuna grástar, eins og skaðar sum krevja ortopediskar viðgerðir.

Africa Mercy er heimsins størsta óhefta sjúkrahússkip uppá 16.700 GT. Hvørt ár veitir skipið hjálp til menniskju í Afrika, serliga í Vesturafrika, har fátækradømið er sera stórt. Sjúkrahússkipið hevur sjey vælútgjørdar skurðstovur, 80 seingjarpláss, og veitir árliga umleið 7.000 skurðviðgerðir, umframt túsundatals aðrar smærri sjúkraviðgerðir. Skipið er mannað við eini 450 sjálvbodnum hjálparfólkum úr meira enn 30 londum, sum øll gjalda fyri at búgva og arbeiða umborð. Millum hesi eru eisini føroyingar, sum arbeiða á umborð.

Allar viðgerðir sum vit bjóða, eru ókeypis fyri tann sjúka. Hesar viðgerðir vera givnar til menniskju, uttan mun til mentan, kyn ella religión.

Føroyska deildin hevur eina nevnd. Í henni sita Hendrik Olsen úr Lamba sum formaður, Sólrun Poulsen í Havn sum kassameistari, Hildigunn Steinhólm Højgaard í Saltnesi og Jóhan Petur Johannessen í Havn, Olaf Olsen í Søldarfirði, Frimodt Rasmussen úr Klaksvík og Ragnar O. Sundstein í Søldarfirði sum nevndarlimir.

Nevndin er ólønt. Formaðurin situr eisini í teirri donsku nevndini. Formaður í donsku nevndini er Jens-Erik Engelbrecth – hálvur føroyingur – og samband er við hann, tá ið vit tosa um, hvar brúk er fyri fíggjarligum stuðli úr Føroyum.

Nakað av tí, sum MSfo (føroyska deildin av Mercy Ships) hevur verið við til at fíggja, er keypið av einum Landrover-jeepi. Tey hava fleiri slíkar, sum verða brúktir til at fara eftir sjúklingum, sum sjálvi ikki hava møguleika at ferðast til skipið. Mercy Ships.fo hevur somuleiðis keypt dýnur, sum verða nýttar til skurðviðgerðir. Talan er eisini um at rinda fyri ein nýggjan dreygubonk til verkstaðið, tí tann gamli var 40 ára gamal og mátti skiftast út. Annars hava vit veitt stuðul til ymiskan rakstur av stovninum. Einasti CT-skannari í Vesturafrika er umborð á Africa Mercy, og tað er økið, har tey virka mest.

MSfo hevur júst havt mann á staðnum fyri at vit kunnu fáa lýst her heima, hvat MSfo ger, og ikki minst hvat okkara stuðlar hava verið við til at hjálpa.

Vinarliga Hendrik Olsen

Mercy Ships Føroyar