Hvat gera vit

Spread the love

Vón og grøðing við heilsutænastum

Eitt av okkara kjarnuøkjum er at veita ókeypis læknahjálp sum broytir lív.

Umborð á Africa Mercy fylla skurðviðgerðirnar nógv, samstundis sum vit veita viðgerð og heilivág móti sjúkum sum kunnu grøðast fullkomiliga.
Fleiri av skurðviðgerðunum verða gjørdar í andlitinum, hjá fólki ið hava opnan góma, skeivar tenn, hjá fólki ið hava klumpfót, eygnasjúkur, brunaskaðar – bara fyri at nevna nakrar!

Mercy Ships var stovnað í 1978, og síðani tá hevur manningin umborð veitt hjálpa og nýtt lív til 1000-tals menniskju.

Í tí fyribyrgjandi arbeiðinum eru stór tøk tikin:

175.000 fólk við sjúku/breki í tonnum og munnholu hava fingið viðgerð við omanfyri 445.000 tannlæknaviðgerðum

95.000 lívsbroytandi skurðviðgerðir fyri opnan góma, burturbeining av grástar, afturgerð av andlitsskaðum og tílíkum

42.250 fólk við ymiskari útbúgving – jarðarmøður, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar, fólk ið arbeiða við doyving – hava fingið undirvísing í heilsutænastum

6.315 fólk í lokaløkinum hava fingið venjing í at undirvísa øðrum

– 239.000 fólk hava fingið undirvísing í grundleggjandi heilsulæru

Venjing og útbúgving

Innan heilsu:
Skurðviðgerðir
Undirvísing fyri lokalar instruktørar og undirvísarar

Burðardyggur landbúnaður
Ein góða heilsa er treytað av góðum kosti. Tí er natúrligt fyri Mercy Ships at virka við, at móttakaralandið fær størri fokus á hetta økið.


Í samstarvi við ráðharrarnar fyri landbúnað bjóðar Mercy Ships fram útbúgving og venjing av lokalum instruktørum. Hesir fáa seinni ábyrgd av at læra onnur um týdningin av burðardyggum landbúnaði

Fyrisiting, leiðsla og tøkni
Eitt annað øki er at útbúgva og venja leiðarar og fakfólk í leiðslu og fyrisiting, soleiðis at tann avmarkaða játtanin kann verða útnyttað til fulnar

Betri undirstøðukervi
Síðani 1978 hevur Mercy Ships luttikið í omanfyri 1.100 verkætlanum, sum hava tvey endamál:


1) At dagføra bygningar, samstundis sum ein undirvísir og venur upp lokalar fakpersónur at byggja soleiðis, at keyparin fær tað hann ynskir, og sum er lætt og ódýrt at viðlíkahalda.


2) Luttikið í bygging og viðlíkahaldi av
– bygningum til heilsulig endamál
– dagføring av verandi bygningum
– grava brunnar, og soleiðis útvega reint vatn til landsbýirnar, eins og leggjan av kloakkum


Hvat kanst TÚ gera?

– Tú kanst gera mun við at taka lut
– Tín persónligi innsatsur kann broyta lívið hjá øðrum.

Her eru nøkur dømi:

1) Sum sjálvboðin umborð á Africa Mercy
Her telur manningin eini 400 fólk frá umleið 40 tjóðum. Øll eru serfrøðingar á teirra øki.
Skipið er bæði bústaður hjá manningini, sjúkrahús og er altíð tilbúgvið at leggja frá landi. Í roynd og veru hevur ein her trý-fyri-eitt á einum og sama staði.


Øll arbeiða ólønt og gjalda sjálvi fyri ferð og uppihald.

2) Sum sjálvboðin fyri Mercy Ships
Mercy Ships í Danmark hevur fleiri sjálvboðin fólk í tænastu. Hesi arbeiða í fyrisitingini, eins og tey kunna um og fáa nýggj fólk umborð á skipið.

3) Virkin virki stuðla
Nógvar fyritøkur og virki kring allan heimin lata av vørum sínum til Mercy Ships – frá matvørum til tekniska útgerð, heilivág og medisinska útgerð + alt sum finst millum hetta.

Fleiri fyritøkur hava eina misjón og fasta ætlan – CSR (Corporate Social Responsibility) – um, hvussu tey kunnu stuðla Africa Mercy.

4) Tú kanst stuðla
Møguleiki er at tú sjálvur í tínum felagi/bólki ella í tínum netverki fær fólk frá Mercy Ships at kunna um arbeiðið.
Og so kanst tú eisini heita á familjuna, vinir, kenningar og starvsfelagar um at ”lika” heimasíðuna hjá Mercy Ships – ta føroysku, eins væl og ta útlendsku. Her ber til at deila víðari boðskapin um okkara arbeiði!



… og so er hetta bara nakað av tí, sum tú kanst gera. Tú kanst eisini vera við í bøn og fíggjarligum stuðli til Mercy Ships!



Føroyingar stuðla eisini

Nakað av tí, sum MSfo (føroyska deildin av Mercy Ships) hevur verið við til at fíggja, er keypið av einum Landrover-jeepi. Tey hava fleiri slíkar, sum verða brúktir til at fara eftir sjúklingum, sum sjálvi ikki hava møguleika at ferðast til skipið. Mercy Ships.fo hevur somuleiðis keypt dýnur, sum verða nýttar til skurðviðgerðir. Talan er eisini um at rinda fyri ein nýggjan dreygubonk til verkstaðið, tí tann gamli var 40 ára gamal og mátti skiftast út. Annars hava vit veitt stuðul til ymiskan rakstur av stovninum. Einasti CT-skannari í Vesturafrika er umborð á Africa Mercy, og tað er økið, har tey virka mest.

MSfo hevði á heysti 2019 ein mann á staðnum fyri at vit kunnu fáa lýst her heima, hvat MSfo ger, og ikki minst hvat okkara stuðlar hava verið við til at hjálpa.