Bíðaði 9 ár eftir at fáa hjálp

Diongnima úr Senegal var bara fimm ára gamal, tá hann og fólk í nærumhvørvi hansara løgdu merki til lítla knykilin á enninum.

Tað harmiliga við hesum knykli var, at hesin gjørdist bara størri og størri. Hetta fekk familjuna at leita sær hjálp á lokala sjúkrahúsinum.
Hetta lá væl fyri, og stutt eftir lá Diongnima á eini song í skurðstovuni, har dugnaligir læknar tóku krabba-knykilin burtur.
Hetta var tað ringasta sum henda kundi fyri unga dreingin, sum elskaði fótbólt, og hevði vón um at kunna gerast profesjonellur fótbóltsspælari í framtíðini – men sum longu í barnaárum merkti til brek sítt, tí at eingin vildi hava ein slíkan drong við á sínum liði!
Men knykilin foraði hesum, og úrslitið av skurðviðgerðini var tó ikki fullkomið: Læknarnir megnaðu nevniliga ikki at taka allan knykilin burtur.
Tað var so eitt. Men verri var, at knykilin nú byrjaði at vaksa stútt og støðugt.
Har var tó ikki nógv annað at gera enn at vóna tað besta. Og ikki fyrrenn í summar, heili níggju ár seinni, fekk Diongnima umsíðir hjálpina, ið hann hevði longst so inniliga eftir.
Diongnima fekk samband við Mercy Ships í vónini um, at hann hesa ferð kundi fáa eina skurðviðgerð, sum kundi loysa hann frá trupulleikum sínum við krabbanum.
Hesa hjálpina fekk hann umborð frá dugnaligum læknum og øðrum sjálvbodnum, og er í dag sum eitt annað fólk, glaður, frískur og við vón um framtíðina. (Meiri um Diongnima seinni)


Dieynaba, – nú kanst tú aftur dansa!

  • Lítla Dieynaba er eitt reystmenni, sigur mamma hennara.

Dieynaba var ein ung genta, hvørs stóra áhugamál var at dansa.
Men hon var ikki meiri enn trý ára gomul, tá hon datt í heita olju, sum gjørdi sítt til, at vinstra síða hennara fekk stór og álvarsom brunasár.
Ikki nokk við tað, so kropnaðu vinstri armur og fingrarnir á vinstru hond seg so mikið nógv, at hon at enda misti følilsi og rørslu í arminum.
Mamma hennara, Hawa Ndieye minnist bara, hvussu Dieynaba so líðandi misti lívsgleðina og smæddist meiri enn áður.
– Hon steðgaði eisini við at dansa, greiðir mamman frá.
Men vegna trúgv sína, var aftursvar hennara til støðuna at biðja uttan íhald fyri dóttrini. Hon kendi ongan beiskleika, men vónaði bara.
– Gud hevur skil á øllum, sigur hon, alt meðan hon bað umaftur og umaftur fyri grøðingina hjá dóttur síni.


REYSTMENNI
Familja hennara var før fyri at gjalda til ein lækna í bygdini, sum kannaða hana. Men boð hansara vóru, at her var lítið og einki at gera við brekið.
Við ongari aðrari vón enn trúgv teirra á Jesus, gekk tíðin, og Dieynaba var nú vorðin níggju ára gomul. Og brádliga ein dag, blivu bønirnar hjá mammuni svaraðar.
Hetta hendi, tá ein vinur fortaldi familjuni um eitt skip, sum fór at koma til høvuðsstaðin í Senegal, har møguleiki var at fáa læknahjálp.
Dieynaba var vorðin 11 ára gomul, nú tey fóru upp gjøgnum landgangin til Africa Mercy, har ein ókeypis og lívsbroytandi skurðviðgerð stóð teimum í boði.
At leggja hana undir skurð var ikki bara sum at siga tað, tí vandi var veruliga fyri, at tann samankropna hondin fór at gerast enn meiri kropin.
Fyri at forða fyri hesum, byrjaði endurvenjingin av Dieynaba so skjótt, sum hon megnaði tað. Hetta er ein long og hørð tíð, men hetta ávirkaði ikki hana serliga nógv.
– Hon er av sonnum eitt reystmenni, sigur Hawa Nidieye.
So hvørt sum støðan batnaði, ”stjól” hon hjørtuni á teimum sjálvbodnu umborð, sum gjørdu sítt til at viðgerðin og endurvenjingin eydnaðust so væl.
– Eg komi ongantíð at gloyma mátan, soleiðis sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hjálptu mær, og høvdu umsorgan fyri mær, sigur Dieynaba.
Nú er hon komin víðari, brosið er komið aftur, og ein ljós og góð framtíð bíðar henni.

Fifalina – hon brosar og brosar mitt í pínuni

© 2015 Mercy Ships, Photo Credit Ruben Plomp;


Kryplu beinini hjá lítlu Fifalinu bóru hana ikki. Tí mátti mamma hennara bera hana í skúla, hvønn dag til hon gjørdist 10 ára gomul. Nústani tá kundi hon ganga sum vanligt.


Smágentan úr Madagaskar visti alt um, hvat eitt afturstig er. Hon var fødd við eini líðing, sum fekk beint hennara at venda og snara ymsar vegir. Tann dagin, tá svenska Kristi Olofsson hitti hana fyrstu ferð, spældi hon við eina ballón, hóast hon nærum ikki fekk gingið. Men hóast hetta hoyrdist láturin í gøtuni.
– Tað eru nógvir dagar, har eg sjálv ikki føli meg at hava so gott áræði, greiðir Kristi frá.
– Slíkar løtur eri eg heldur ikki sterk ella bjartskygd, hóast eg veruliga ynski tað. Soleiðis er tað so mangan í lívinum.
– Men, leggur hon aftrat. – Tá tað so hendir, hugsi eg altíð um Fifalina – henda 10 ára gamla og smílandi gentan, sum eg hitti umborð á Africa Mercy í 2016, tá eg var í tænastu sum sjálvboðið myndafólk.

PÍNUFULL EFTIRVIÐGERÐ
Líðingar sum hesar, vóru nakrar av teimum fyrstu, sum manningin umborð tekur sær av í vertslandinum. Slíkar skurðviðgerðir eru truplar og krevja langa tíð í endurvenjing.

©2016 Mercy Ships – Photo Credit Katie Keegan – Fifalina (MGC08069) after surgery to straighten her legs, with Videographer Kristi OLOFFSON (USA)

Hetta var orsøkin til at Kristi fekk nógvar dagar saman við Fifalinu, sum hevði fingið stóra skurðviðger, ein sera pínufulla eftirviðgerð, og drúgva venjing, sum hóast hetta hevði avmarkaðan framburð við sær.
Fifalina sá onnur børn verða skurðviðgjørd, og fara fegin og frísk aftur til heimbygd sína. Men hetta tók kortini ikki brosið frá henni.
– Tað vóru dagar, tá endurvenjingin var sera pínufull, men hon brosaði kortini. Látur hennara og bros fangaði hjørtuni hjá øllum umborð, minnist Kristi aftur á.

LAGNA OG LÁTUR
Og Kristi heldur fram við frágreiðing síni:
– Tú kanst spyrja líkamikið hvønn av manningini, – tey vóru øll hugtikin av lagnu og látri hennara.
– Vinalag og dirvi hennara vóru ektað, tó at dagarnir gjørdust langir, har hon uttan iva hugsaði um, hvørt lív hennara nakrantíð fór at gerast øðrvísi.
Takkað verið góðari tøkni og einum vinaligum tulki, havi eg framvegis samband við hana og familju hennara. Hon er farin aftur í skúla, og nú gongur hon sjálv í skúlan, ístaðin fyri at vera borin av mammuni.
– Lív hennara er framvegis ikki lætt. Summar av lívstreytum hennara eru enn rættiliga truplar. Men Fifalina, – hon brosar og brosar við sama lag.

©2016 Mercy Ships – Photo Credit Katie Keegan – Fifaliana (MGC08069) after surgery to straighten her legs

Tú fært ikki sjónina aftur fyri 3 dollarar

Við aldarskiftið var eingin møguleiki at viðgera tey blindu í fjarskotnu landsbygdunum í Guatemala.



– Eg sá ikki fram fyri nøsina, og tí hildu hini børnini tað vera stuttligt at sláa meg og at seta føtur fyri meg.
Orðini eigur Benigno, sum hevði grástar á báðum eygum, og var at kalla blindur.
– Hetta gjørdi eisini sítt til, at pápi mín tók meg út úr skúlanum, tá eg 8 ára gamal.
Foreldur hansara tóku sær væl av honum, og fylgdu honum hvønn einasta dag til ymiskt virksemi, sum hann kundi taka lut í.
Men stúranin hjá foreldrunum var ikki júst dagurin í dag, men framtíðin. Hvør skuldi ansa teirra soni, tá tey ikki vóru her longur?
Ein skurðviðgerð í eygunum kostaði meiri enn 1000 dollarar. Við eini løn uppá einans tríggjar dollarar um dagin, fór tað aldrin at eydnast teimum at skava so mikið saman, at ein skurðviðgerð kundi koma upp á tal.

ÓKEYPIS
Ein dagin í 2001 fekk Benigno eini óvæntaði boð:
– Eg hoyrdi, at eitt skip í býnum Puerto Quetzal bjóðaði fólki ókeypis skurðviðgerðir í eygunum.
Benigno og pápabeiggi hansara tóku bussin, og fimm tímar seinni komu teir til havnarbýin, har Caribbean Mercy lá fyri akker.
Benigno var skurðviðgjørdur fyri grástar á báðum eygum. Og tá teir komu heimaftur, kundi mamman ikki halda tárunum aftur: Nú fann hann heim á fyrsta sinni, uttan at nakar fylgdi honum á leið. Alt grannalagið kom saman fyri at heiðra honum.
– Vit vita, at hetta er Guds verk. Vit trúðu ikki, at Benigno nakrantíð kom at síggja aftur, segði mamma hansara.

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×