Nú fari eg at leita eftir stóra kærleikanum

Undir litfagra sjallinum krógvaði Djenabou ein knykil, sum bara vaks og vaks í samfull 18 ár, samstundis sum hon hevði struma.

Hetta er meiri enn helmingurin av lívi hennara. Hesi árini gjørdist tað alt truplari at anda, meðan hon føldi seg sum ein fangi, orsakað av útvøkstrinum í hálsinum.
Alt byrjaði við einum lítlum kýla á hálsinum. Nú var hesin kýlin vorðin so stórur, at hann forðaði bæði andaleiðini og einum vanligum lívi.

AV SONNUM FRÆLS
Djenabou livir av at leiga út súkklur í senegalska býnum, har hon býr. Men dreymur hennara er at gera skræddari og stovna egið virki.

Hesin dreymurin var kortini settur í bíðistøðu: Hon megnaði nóg illa at flyta nakkan, og hevði haraftrat ein pínufullan hosta.
Djenabou fekk kortini nýggja vón, tá hon frætti um Africa Mercy. Hon byrjaði at droyma um, hvussu eitt lívið uttan ein knykil fór at verða.
Men hon hugsaði í fyrsta umfari ikki bara um tað at sleppa undan pínuni.
– Nei, tá verði eg av sonnum fræls, er einfalda svar hennara, samstundis sum eitt bros sæst á varrum hennara.

ÍKAST TIL SKURÐVIÐGERÐ
Struma’in varð tikin við eini skurðviðgerð, sum kravdi fýra porsjónir av blóði. Tíbetur hevði Africa Mercy ein ferðandi blóðbanka umvegis manningina, sum altíð er til taks at geva blóð, tá tað er neyðugt.
Sjúkrasystirin Kathleen Tross greiðir frá, at tað var eitt ”satt fornoyilsi” at røkta Djenabou, sum altíð var í góðum lagi.
– Tá eg gjørdi hana klára til skurðviðgerðina, greiddi eg henni frá, at hon kom heilt víst til at fáa nakrar porsjónir av blóði.
– Eg var í veruleikanum ein av blóðgevunum, og eg var tí sera fegin um, at eg eisini kundi geva mítt íkast á henda hátt, greiðir hon frá.
Eftir at struma’in var tikin burtur, avdúkaði Djenabou at tað er eitt ávíst, sum hon gleðir seg meiri til enn bara tað at gerast skræddari.
– Eg kenni meg nú frælsa til at finna tann stóra kærleikan!

Søga 27: Diacko – frá líðing til látur

Youma var von við, at fólk í grannalagnum hugtikin steðgaðu henni, fyri at sleppa at síggja lítla Diacko, tá hann var lítil.


Men vøkru orðini hoyrdust ikki sum hann vaks til, og bein hansara byrjaðu meiri og meiri at líkjast bókstavinum O. Nú, hann var vorðin trý ára gamal, skiftust viðmerkingarnar frá fólki millum samkenslu og andstygd – og eitt trýst á mammuna um at finna ein lækna, sum kundi gera okkurt við bein hansara.
– Men hetta høvdu vit ikki pening til, greiðir Youma frá. Hennara álit var Gud. Aðra hjálp hevði hon ikki.
Diacko var fyri tað mesta heima við hús. Hann óttaðist tey, sum gjørdu honum ónáðir. Sjálvt vinir hansara eyknevndu hann bæði eitt og annað.


DREYMURIN GJØRDIST VERULEIKI
Diacko hevði pínu í beinunum, serliga um kvøldarnar. Youma royndi at geva honum massasju, men tað gjørdi hvørki til ella frá. Um veturin gjørdist støðan frá ringum til verri, serliga teir køldu morgnarnar.
Ikki vóru nógvar heilsutænastur har Diacko búði. Gerandisdagur hansara var merktur av pínu – inntil tann dagin, tá ein sjónvarpslýsing um Mercy Ships fekk mammuna at rakna við:
– Fyrst skilti eg tað ikki, sigur Youma. Men tá hon skilti, at Mercy Ships var loysnin, fór hon við sonum allar teir 480 kilometrarnar til Dakar, sum er høvuðsstaður í Dakar. Her lá Africa Mercy við bryggju.
Stutt eftir var Diacko umborð á hospitalsskipinum, saman við fleiri øðrum børnum. Tey høvdu øll líknandi brek sum hann, og nú kendi Diacko brádliga seg ikki so einsamallan longur.
Diacko fekk ókeypis skurðviðgerð og venjing. Tað tók fleiri vikur at venja, men hann var bæði raskur og áhaldandi, og við góðum stuðli frá teirri sjálvbodnu manningini, gekk alt so nógv lættari.
Youma fylgdi væl við framgongdini hjá soninum. Hon var takksom fyri, at sonurin ikki bleiv sleptur upp á fjall.

Diacko gjørdist nú stjørnan í heimbygdini, tá hann, brosandi, kom heim við røskum og røttum beinum.
Youma er ikki í iva um, at søgan um son hennara fer at at liva í minninum á fólki í nógv ár.
– Eg droymdi um, at sonurin skuldi gerast frískur aftur, greiðir hon frá. Hesin dreymurin gjørdist veruleiki umborð á Africa Mercy.

Søga 25: Knykilin hótti við at kvala Mabouba


Mabouba kom, sum so mong onnur, umborð á Africa Mercy í fínasta pussi. Litfagri kjólin sat sum hann skuldi, men eitt tunt klæði krógvaði veruligu orsøkina til at hon kom umborð, – eitt hovið kjálkabein.
Og jú, hon sá neyðarslig út, tá hon so seigliga gekk niðan landgangin og umborð. Henda dagin visti eingin um allar líðingarnar, sum 23 ára gamla Mabouba úr Benin hevði verið ígjøgnum seinastu seks árini.
Í roynd og veru væntaði heldur eingin, at hon fór at gerast stórt eldri enn hon var nú.

NÆRUM DEYÐ
– Alt byrjaði í 2010, greiðir hon frá.
Hon gekk á miðnámsskúla og hevði ætlanir um at gerast jarðarmóðir. Men so byrjaði ein knykil at vaksa á kjálkanum
Bert fýra ár seinni var hann vorðin so stórur, at hann mestsum forðaði henni í at anda og at eta.
Pápabeiggi hennara, Yousef minnist væl, hvussu hon lá og andaði tungliga um náttina.
– Eg hoyrdi so týðiliga, at hon fekk ikki nóg mikið av luft, greiðir hann frá.
Tað gjørdist eisini sera trupult hjá Mabouba at fáa sær at eta. Familjan skavaði so mikið av peningi saman, soleiðis at hon kundi fáa viðgerð á næsta sjúkrahúsi.
Læknarnir tóku fleiri av tonnum hennara úr, áðrenn teir yvirhøvur kundu hugsa um at gera nakra skurðviðgerð. Og hetta fekk sera stórar avleiðingar fyri Mabouba:
Hon misti so nógv blóð at vandi var fyri at hon skuldi doyggja. Alt hetta kostaði familjuni so nógvan pening, at tey nú ikki høvdu ráð at gjalda fyri víðari viðgerð! Mabouba mátti fara til hús aftur, og øll familjan var í kreppu.

GÓÐVILD
Í januar 2016 fekk pápi hennara at vita, at Africa Mercy skuldi koma til Benin í august mánaði. Her var ein møguleiki fyri betri viðgerð.
Mánaðirnir komu og fóru, og neyðars Mabouba gjørdist bara tynri og tynri. Men at enda kom dagurin, 17. september 2016, tá hon gekk tey 43 trinini eftir landgangini og umborð.
Nú var hon komin umborð, men roynslur hennara vóru ikki av fyri tað. Heilsustarvsfólkini umborð sóu skjótt, at hon var deyðanum nær, orsakað av knyklinum. Tað týdningarmesta var at taka knykilin burtur, men tað var ikki bara sum at siga tað.
– Hetta kravdi gott mót, bæði av teimum og av mær, sigur Mabouba.
– Men tað var nakað við góðvild teirra sum gjørdi, at eg stólaði bæði uppá Gud og læknatoymið.
Sama morgun, sum skurðviðgerðin skuldi fara fram, savnaðust øll í toyminum kring Mabouba og bóðu fyri henni. Og umvegis skipshátalararnar var øll manningin biðum at biðja fyri einum sjúklingi, sum skuldi leggjast undir eina stóra skurðviðgerð. Teir næstu níggju tímarnar var biðið fyri hesum uttan íhald.
Um kvøldið var Mabouba umsíðir á veg út úr skurðstovuni. Og knykilin, hann var horvin.
– Eg minnist, hvussu tað kendist tá eg vaknaði. Eg var broytt. Eg var vorðin eitt nýtt menniskja, greiðir hon rørd frá.

MANN, BARN OG STARV
Liðin eru nú seks ár síðani skurðviðgerðina umborð á Africa Mercy. Og nógv er hent hesi árini:
Mabouba hevur fingið eina dóttur, – hon, sum ikki væntaði at liva so leingi, at hon kundi gerast mamma og stovna eina familju. Hetta má tí eisini metast sum eitt undur í hennara lívi.
Lítla Moustassira er ljósið í lívinum hjá mammuni, og tí var upplagt, at hon skuldi fáa júst hetta navnið, sum merkir glógvandi ljós.
Mabouba hevur í dag egið virkið, og arbeiðir sum skræddari. Hon giftist fyri stuttum, og hevur eitt lív fylt við kærleika.
– Eg roknaði avgjørt ikki við, at eg nakrantíð skuldi fáa mann og børn, vegna útsjónd mína. Men so hitti eg eitt menniskja, sum elskar meg so høgt, greiðir hon frá.
– Fekk eg ikki hesa skurðviðgerðina júst tá, veit eg ikki, hvussu hevði verið vorðið við mær. Tí eri eg so takksom fyri at eg fekk lívið aftur.
– Tað er av Guds stóru náði, at eg eri her!

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×