Ársaðalfundur hjá Mercy Ships Føroyar

16. februar var aðalfundur hjá Mercy Ships Føroyum. Hendrik Olsen hevði formannsfrágreiðing og Sólrun Poulsen legði rokniskapin fram. Jóhan Petur Johannesen hevði eisini eina kunning um virkskemið í Skansahúsinum og um virksemið hjá Mercy Ships.
Fundarstjóri var Hans Jacob Poulsen

Hendrik Olsen, Jóhan Petur Johannesen, Sólrun Poulsen og Hildigunn S. Højgaard stóðu fyri vali, og tóku øll við aftur vali.

I nevndini sita:

Hendrik Olsen, formaður
Jóhan Petur Johannesen, næst formaður
Sólrun Poulsen, kassameistari
Hildigunn Steinhólm, skrivari.
Olaf Olsen
Ragnar O. Sundstein
Frimodt Rasmussen

Varalimir eru:
Olga Magnussen
Marni Simonsen

– Skipið er okkara nýggja heim

Ole Urdal, HVACR Engineer.

Í oktober mánaði í fjør tóku hjúnini Ole og Kamilla Urdal eina stóra avgerð: Tey ynsktu at gerast sjálvboðin umborð á Global Mercy.

Sum um tað ikki var nóg mikið, so tóku tey fýra børn síni við umborð, fluttu úr heiminum í Noregi og fluttu inn í eina familjukamar umborð á heimsins størsta hospitalsskipi, her Ole brúkar tíð og førleikar sínar í maskinrúminum.
Børnini ganga í skúla umborð – í barnagarði, fólkaskúla og miðnámi.
Uppgávan hjá Ole er einføld: Hann skal syrgja fyri at tað altíð er ljós umborð, og at luftskiftis-anleggið riggar, alt meðan Kamilla er umsorganarpersónurin fyri tey fýra børnini – Emerik, Martin, Oliver og Samuel.

HEIMAMAÐUR
Hetta var ikki júst tað, sum familjan upprunaliga ætlaði. Ole skuldi upprunaliga vera hann, sum skuldi vera ”heima-maður”, meðan Kamilla, sum er útbúgvin tannlækni, skuldi vera sjálvboðin umborð.
– Okkum dámdi væl konseptið hjá Mercy Ships, og tí sendu vit inn umsókn okkara, greiðir Ole frá.
– Tá eg hitti konu mína fyri 17 árum síðani, byrjaðu vit nokkso skjótt at tosa um at gera okkurt annað. So hvørt sum árini gingu, tosaðu vit oftari og oftari um hetta.
Í 2010 hoyrdu tey á fyrsta sinni um Mercy Ships, og nú, ið nýggjasta skipið skuldi fyrireikast og byggjast, vaks áhugin av nýggjum. Tey gjørdu ikki mætari enn at boða frá luttøku.
Tað skuldi tó vísa seg, at teirra ætlanir broyttust munandi: Global Mercy hevði av álvara brúk fyri einum manni við hansara royndum og førleikum innan hita og sanitet. Nú gjørdist tað Kamilla sum ansaði børnunum. Fyribils ætla tey at vera tvey ár umborð:
– Hetta er okkara nýggja heim, greiðir Ole frá. – Eg eri til reiðar at gera tað arbeiðið, sum skal til, soleiðis at skipið kann sigla.
– Vit fingu eitt nýtt skip, so vit vóru noydd at læra okkum allar skipanirnar, hvussu tær virka og hvussu vit loysa teir ymisku trupulleikarnar, sum altíð stinga seg upp.
Við báðum skipunum – Africa Mercy og Global Mercy – eru omanfyri 1500 sjálvboðin úr 60 londum, sum brúka royndir sínar at gera tað besta fyri onnur.
– Vit hava øll sama mál, og sama anda fyri at tað skal eydnast – at tvífalda ávirkanina hjá Mercy Ships, at tvífalda vónina og tvífalda orkuna at veita grøðing til menniskju.

Ole Urdal, HVACR Engineer.

Fifalina – hon brosar og brosar mitt í pínuni

© 2015 Mercy Ships, Photo Credit Ruben Plomp;


Kryplu beinini hjá lítlu Fifalinu bóru hana ikki. Tí mátti mamma hennara bera hana í skúla, hvønn dag til hon gjørdist 10 ára gomul. Nústani tá kundi hon ganga sum vanligt.


Smágentan úr Madagaskar visti alt um, hvat eitt afturstig er. Hon var fødd við eini líðing, sum fekk beint hennara at venda og snara ymsar vegir. Tann dagin, tá svenska Kristi Olofsson hitti hana fyrstu ferð, spældi hon við eina ballón, hóast hon nærum ikki fekk gingið. Men hóast hetta hoyrdist láturin í gøtuni.
– Tað eru nógvir dagar, har eg sjálv ikki føli meg at hava so gott áræði, greiðir Kristi frá.
– Slíkar løtur eri eg heldur ikki sterk ella bjartskygd, hóast eg veruliga ynski tað. Soleiðis er tað so mangan í lívinum.
– Men, leggur hon aftrat. – Tá tað so hendir, hugsi eg altíð um Fifalina – henda 10 ára gamla og smílandi gentan, sum eg hitti umborð á Africa Mercy í 2016, tá eg var í tænastu sum sjálvboðið myndafólk.

PÍNUFULL EFTIRVIÐGERÐ
Líðingar sum hesar, vóru nakrar av teimum fyrstu, sum manningin umborð tekur sær av í vertslandinum. Slíkar skurðviðgerðir eru truplar og krevja langa tíð í endurvenjing.

©2016 Mercy Ships – Photo Credit Katie Keegan – Fifalina (MGC08069) after surgery to straighten her legs, with Videographer Kristi OLOFFSON (USA)

Hetta var orsøkin til at Kristi fekk nógvar dagar saman við Fifalinu, sum hevði fingið stóra skurðviðger, ein sera pínufulla eftirviðgerð, og drúgva venjing, sum hóast hetta hevði avmarkaðan framburð við sær.
Fifalina sá onnur børn verða skurðviðgjørd, og fara fegin og frísk aftur til heimbygd sína. Men hetta tók kortini ikki brosið frá henni.
– Tað vóru dagar, tá endurvenjingin var sera pínufull, men hon brosaði kortini. Látur hennara og bros fangaði hjørtuni hjá øllum umborð, minnist Kristi aftur á.

LAGNA OG LÁTUR
Og Kristi heldur fram við frágreiðing síni:
– Tú kanst spyrja líkamikið hvønn av manningini, – tey vóru øll hugtikin av lagnu og látri hennara.
– Vinalag og dirvi hennara vóru ektað, tó at dagarnir gjørdust langir, har hon uttan iva hugsaði um, hvørt lív hennara nakrantíð fór at gerast øðrvísi.
Takkað verið góðari tøkni og einum vinaligum tulki, havi eg framvegis samband við hana og familju hennara. Hon er farin aftur í skúla, og nú gongur hon sjálv í skúlan, ístaðin fyri at vera borin av mammuni.
– Lív hennara er framvegis ikki lætt. Summar av lívstreytum hennara eru enn rættiliga truplar. Men Fifalina, – hon brosar og brosar við sama lag.

©2016 Mercy Ships – Photo Credit Katie Keegan – Fifaliana (MGC08069) after surgery to straighten her legs

Tina fekk hjálp frá Mercy Ships – nú er hon sjálv umborð

Mamma hennara lá bara og bíðaði eftir deyðanum. Men so kom ein lækna framvið av berari tilvild


Foreldrini bæði, Catherine og Augustine bíðaðu, eins og øll onnur foreldur, eftir teirra fyrstafødda barni – Tina.
Men sum dagarnir gingu, vaks óttin hjá foreldrunum, tí eftir at sjálv føðingin hevði vart í samfullar fýra dagar – og uttan hjálp frá lækna – var 18 ára gamla kvinnan bæði troytt, bangin og hevði nógv pínu.Familja hennara megnaði ikki at gjalda fyri viðgerðina, sum í hesum føri var ein keisaraskurður – tað, sum í dag hevði svarað til seks mánaðarlønir.

Unga kvinnan mátti tí bara vera eftir á sjúkrahúsinum, fyri sjálv at finna útav rest, til løtan kom, tá hon og barnið fóru at uppgeva stríðið.
– Júst tá hugsaði eg bara, at eg fór at doyggja, minnist Catherine.

EINGIN PENINGUR = EINGIN VIÐGERÐ
Anæstesilæknin Keith Thomson hevði sína føstu dagsskrá, men júst henda dagin var broyting komin í skránna: Ístaðin fyri arbeiða umborð á skipinum, vitjaði hann staðbundna sjúkrahúsið í Freetown.
Tá hann sá, at Catherine lá bara her og bíðaði eftir deyðanum, rindaði hann beinanvegin fyri viðgerð hennara.
– Soleiðis var tað í Sierra Leone, greiðir Catherine frá. – Eingin peningur = eingin viðgerð. Vit gjørdust tí øll sera bilsin, tá Keith bjóðaði sær at gjalda.
Úrslitið gjørdist at ein vælskapt genta, tá Tina Regina sá dagsins ljós á fyrsta sinni. Og soleiðis byrjaði eitt 25 ára langt vinalag, yvir fleiri heimspartar, millum læknan og familjuna.

FLÓTTARFÓLK
Eftir dramatisku føðingina helt Keith framvegis sambandið við familjuna, og hjálpti teimum at flýggja til Guinea, meðan borgarakríggið herjaði í Sierra Leone.
Í 2000 hjálpti hann aftur familjuni, tá myndugleikarnir í Guinea byrjaðu at útvísa ikki-enskttalandi flóttarfólkum. Keith hjálpti teimum at sleppa við einum flogfari til eitt annað stað í Guinea, har tey kundu búgva trygt.
– Eg kann ikki takka Dr. Keith nóg mikið fyri tað, sum hann gjørdi tá, og sum hann enn ger, greiðir Tina frá.
– Onnur høvdu helst bjargað lívinum á mammu mínari, og bert tí. Hann gjørdi meiri enn tað, tí hann hevur hjálpt okkum øllum øll hesi árini.
Familjan var seinni viðurkend sum flóttafólk, og flutti síðani til Australien.
– Tá eg vaks upp søgdu foreldrini við meg, at tú ert eitt undur. Gloym ikki tað, sigur Tina.
Í 2011 – tá Tina var 18 ára gomul – kom Tina sum sjálvboðin umborð á sjúkrahússkipið.
– Tað er Mercy Ship fyri at takka, at bæði mamma mín og eg eru á lívi í dag. Júst tað, gevur mær hug at geva nakað aftur til felagsskapin.

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×