Søga 14: Ein seinasti møguleiki at yvirliva

Foreldrini høvdu nærum slept vónini um at dóttur teirra skuldi yvirliva, tá skjótt vaksandi knykilin í andlitinum á 10 ára gomlu Edoh nærmast kvaldi hana.

Í eini seinastu roynd at útvega sær hjálp avgjørdi familjan at fara teir 500 kilometrarnar móti strondini, til tess at fáa hjálp til hættisligu støðuna hjá dóttrini umborð á sjúkrahússkipinum.
Køin var long, tá tey umsíðir komu til havnarlagið í Togo, har Anastasis lá við bryggju. Edoh kikkaði eftir ondini, tá pápin lyfti hana upp og gav hana víðari til persónin frammanfyri seg í køini, har mong onnur í somu støðu bíðaði eftir hjálpini.
Ein fyri og annar eftir fluttu tey hana fram í køina, til hon at enda kom fram til portrið til økið, har Anastasis lá. Tann fremsti í køini gjørdi ikki mætari enn at rópa á ein av manningini, áðrenn hann tveitti Edoh upp um girðingina og í fangið á manningini.
Hetta sjálvbodna starvsfólkið hugdi eftir líðandi gentuni, og var í næstu løtu hjá læknunum, sum beinanvegin fingu lagt eitt rør niður í hálsin á Edoh, so hon fekk andað. Og nú byrjaði langi vegur hennara móti grøðingini.
Sjey ár seinni – í 2002 – kom Edoh aftur til Mercy Ships fyri at fáa enn eina skurðviðgerð.
Her greiddi hon fegin frá, at hon nú, eftir góðu viðgerðina og røktina umborð á skipinum, ætlaði sær at lesa til sjúkrasystur.

Søga 13: Hví trilva í blindum?

Einaferð vóru teir blindir, men nú kunnu bæði Dreige og Eddy úr Congo spæla fótbólt – og teir síggja. Hesir báðir 14 ára gomlu vinmenninir hittust fyrstu ferð hjá Mercy Ships, tá eygu teirra skuldu kannast fyri grástar.

Dreingirnir báðir høvdu verið blindir heilt frá barnsbeini. Teir gjørdust skjótt vinir, og vinarlag teirra var satt og djúpt.

Eftir at hava verið blindir alt lívið, tók tað einans 20 minuttir hjá hvørjum teirra at fáa sjónina aftur. Í somu løtu sum bindið var tikið frá eygum teirra, sóu teir heimin á fyrsta sinni. Síðani fóru teir og familja teirra syngjandi og dansandi í land aftur.

Nakrar vikur seinni sótu teir í skugganum av einum Baobab-træi, og tosaðu um himmalsins fuglar og alt hitt, sum teir nú kundu síggja og eygleiða. So tóku teir ein bólt og byrjaðu at spæla. Skjótt komu onnur børn úr grannalagnum upp í leikin, og øll spældu tey bólt av allari megi.

Hetta undrið gjørdi dreingirnar førar fyri at vera dreingir – eins og allir aðrir. Tað er hugtakandi at uppliva, hvussu ein einføld skurðviðgerð fyri grástar kundi geva teimum gleðina aftur.

Søga 12: Knykilin hjá Grace vigaði 2,2 kilo

17 ára gamla Grace var ein av fyrstu sjúklingunum umborð, tá Africa Mercy legði at við bryggju í Congo. Tað var ein kapprenning við tíðina um at fáa tikið knykilin, ið var stórur sum ein fótbóltur, sum skjótast. Vandi var fyri at hon kundi kvalast!

Ferðin hjá Grace móti grøðingini byrjaði annars við einum uppslagi á sosialu miðlunum.
Ein prestur úr einum av grannalondum Congos hevði møtt Grace á einum sjúkrahúsi – og hann fekk snøgt sagt ein hvøkk, tá hann sá stóra knykilin. Meðan hann bað fyri henni, leitaði hann eftir hjálp umvegis blogg sín.

Ein lesari skjeyt upp, at kanska tey í Mercy Ships kundu verið henni til hjálpar.

Grace trúði nærum ikki sínum egnu oyrum, tá hon var boðsend at koma til kanningar umborð á Africa Mercy. Gjøgnum knykilin, sum – eins og myndin vísir – royndi hon soleiðis av øllum alvi at siga frá takksemi sínum.

TRUPUL SKURÐVIÐGERÐ
Meðan nógv venda bakið til menniskju til slík vanskeplaði menniskju, síggja tey í Mercy Ships-toyminum persónin handan sjúkuna.
Hjá Grace greiðir ein sjúkrasystir frá, at hon mátti taka allan sín lærdóm og allar sínar royndir við, tá hon hugdi djúpt inn í eygu hennara, uttan tilvitað ella ótilvitað at festa eyguni á stóra knykilin, sum kom úr munni hennara.
Umborð á skipinum fekk Grace eina langa og trupla skurðviðgerð fyri at fáa tikið henda knykilin, sum altso vigaði so nógv sum 2200 gramm. Nakrar vikur seinni fekk hon eina kjálka-protesu.
Sjúklingar, eins og Grace, fáa, um tað er gjørligt, tilboð um eina kosmetiska skurðviðgerð aftaná, har ein kann taka burtur ta húðina sum er eftir.
Tá Grace var blivin grødd, var munurin ófatiligur: Nú var hon ikki longur gentan við teimum niðurboygdu eygunum – nei, andlit hennara hevði fingið lív aftur. Hon kundi nú brosa, tosa við onnur og anda sum vanligt.

Tá Grace fór í land aftur, sá hon út sum ein vanligur tannáringur, sum við vón og sjálvsáliti kundi bjóða framtíðini av.

Søga 11: Laurence slapp ikki av við pínuna

Eg var álopin eitt kvøldið. Teir stungu meg, og løgdu serliga eftir høvdinum”, sigur Laurence úr Ghana, og peikar á øll arrini í andlitinum.

Eftir álopið eydnaðist tað Laurence at flýggja, meðan blóðað rann niður eftir kjálkum hansara. Hann fann ein lækna, sum seymaði sárini saman, men tað var ikki nóg mikið.
Í fleiri áratíggjur var hann illa fyri og hevði nógva pínu, sum førdi við sær, at andlit hansara hovnaði: – Munnvætan stinkaði, og smakkurin var andskræmiligur, greiðir hann frá.
Tá Laurence frætti, at Anastasis lá fyri akker við havnalagið í Ghana fór hann avstað fyri at fáa trupulleika sín loystan á tannklinikkini.

5 SENTIMETRAR AV KNÍVSBLAÐI
Sharon, ið var sjálvboðin umborð, minnist væl dagin, tá Laurence kom umborð:
– Vit luktaðu eftir honum, áðrenn vit hugdu eftir honum, greiðir hon frá.
– Tannlæknin fann fram til ein bruna, sum rann út gjøgnum eitt lítið op millum tvær av tonnum hansara. Tonnunum sjálvum bilti einki.
Tá tannlæknin segði honum, hvat hann hevði sæð, greiddi Laurence frá álopinum 20 ár frammanundan.
Tannlæknin tók eina røntgen-mynd, sum greitt vísti orsøkina til trupulleikar hansara: Inni í andliti hansara lá eitt fremmandalikam – 5 sentimetrar av einum knívsblaði.

Laurence fekk sína skurðviðgerð, knívsoddurin var burturbeindur, og Laurence kundi fara heimaftur við einum serligum ferðaminni, sum hann nú kundi vísa familjuni.

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×