Søga 10: Sambany fekk eitt nýtt andlit

Gjøgnum meginpartin av lívi sínum hevði Sambany havt ein knykil í andlitinum, sum hevði skemt bæði andlit og lív hansara. Knykilin bara vaks og vaks, og gjørdist at enda ein byrða ið vigaði 7,5 kilo!

– Eg kundi ikki gera nakað sum helst. Hvønn einasta dag bíðaði eg bara eftir deyðanum, sigur Sambany.
Sambany búði í fjarskotnu bygdini Tamatave á Madagaskar, langt burturi frá havnabýnum, har Africa Mercy lá við bryggju í 2014.
Men tíðindini um virksemið umborð á skipinum komu eisini til hansara bygd, og her gjørdu seks vinmenn hansara ikki mætari, enn at teir bóru hann uppá skift, til teir tveir dagar seinni komu til skipið.

KONAN KENDI HANN IKKI
Á sjúkrahússkipinum fekk Sambany alt fyri eitt bjóðað ta lívbjargandi skurðviðgerðina, ið hann hevði bíðað eftir so leingi.
Henda hættisliga og trupla skurðviðgerðin tók 12 tímar.
– Eg visti, at hetta var ein trupul skurðviðgerð. Men eg var ikki bangin. Eg hevði einki annað val. Um eg so skuldi doyð undir skurðviðgerini, so hevði eg í øllum førum doyð, meðan læknarnir skurðviðgjørdu meg.
– Fór eg heimaftur við einum slíkum knykili, ja, so hevði eg doyð.
Tá Sambany aftaná sá seg sjálvan í speglinum – á fyrsta sinni uttan knykil – segði hann: – Hetta dámar mær. Eg havi fingið eitt nýtt andlit. Eg eri bjargaður!
Eftir at Sambany var komin fyri seg aftur, legði hann út á ta longu leiðina aftur til bygdina. Á vegnum møtti hann av tilvild konu sínari – men hon kendi ikki mann sín aftur.
Tey flentu og prátaðu, meðan tey fylgdust seinasta teinin heim.

Eftir heimkomuna tók talsmaðurin fyri bygdina soleiðis til:
– Vit eru so glað. Ein vinur, sum var deyðanum nær, er á lívi. Hann var glataður, men er komin aftur!

Søga 9: Jimmy kom aftur á føtur

Bruni var komin í sárið hjá Jimmy, tá Mercy Ships hittu hann á Madagaskar í 2015. Sum ungur fekk hann eina brenning, hvørs sár ongatíð fingu røttu viðgerðina. Tørvurin á viðgerð førdi við sær, at eiturevni spjaddust kring alt likam hansara, og pínan var øgilig.

Sjúkrasystirin Vivien hitti Jimmy fyrstu ferð hon var á stovugongd. Hetta var stutt eftir at hann var innlagdur á sjúkrahússkipinum.
– Annað bein hansara var tikið dagin fyri. Hann var 28 ára gamal, bert fá ár yngri enn eg. Eg væntaði at síggja ein hugtungan mann, men eg hitti ístaðin tað størsta smílið eg havi sæð. Hann helt á at takka okkum, tí vit høvdu hjálpt honum.
Tøkan av beininum gjørdist samstundis endin á nógvum pínufullum árum.
– Eg elskaði hansara positiva sinnalag, minnist Vivien aftur á. – Hóast hann hevði verið ígjøgnum so nógv, lýsti kærleikin av honum. Tað bleiv til nógv klemm, nógvan látur og prát, teir mánaðirnar hann var innlagdur her.

Tá Jimmy var komin fyri seg eftir skurðviðgerðina, arbeiddu toymini við endurvenjing og verkfrøði hjá Mercy Ships at gera honum eina protesu.

– Nú hevði hann ein møguleika at fáa eitt vanligt lív. Hann var haraftrat sera hugtikin yvir møguleika sín at kunna fáa sær eitt arbeiði, eins og onnur.

Søga 8: Paula hevur nakað av smílkast um

Klokkan var júst farin av 9 hetta kvøldið í Honduras, tá Antonio, Paula og 10 ára gamla dóttir teirra vóru á veg til songar. Tá bankaði onkur á dyrnar: ”Løgreglan! Løgreglan! – Lat upp!”

Antonio hevði einki at krógva fyri løgregluni, so hon lat hurðina upp. Hetta burdi hon ikki gjørt, tí uttanfyri stóðu sjey ungir menn frá einum harkaliði klárir at bróta seg inn í húsið. Antonio var skotin og dripin beinanvegin. Paula var skotin í magan og beinið, og datt á gólv. Dótturin Maria flýddi út gjøgnum vindeygað í sovikamarinum og fann í myrkrinum veg til húsini hjá systur síni.
Seinni sama kvøld kom Paula á skaðastovuna, har skotsárið í maganum varð viðgjørt. Hon lá á intensivu deild í 30 dagar, og síðani 21 dagar á eini yvirfyltari gongd á sjúkrahúsinum.
Tá ortopedarnir frá toyminum hjá Africa Mercy komu til Honduras, bjóðaðu teir sær til at endurskapa oyðiløgdu beinini hjá Paulu. Meðan hon var umborð á skipinum, kærdi hon seg eisini um pínu í rygginum.
Ein av manningini fann skjótt fram til, at orsøkin var ein kúla frá teirri lagnufullu náttini, sum læknarnir altso ikki høvdu lagt merki til. Tað var henda sum framvegis píndi hana. Kúlan var tikin burtur av læknunum umborð á skipinum, og Paula goymdi hana sum eitt minni.
Sum langtíðar sjúklingur fekk Paula eisini tilboð um at sleppa til frisør. Her greiddi hon frá náttini, tá vitjanin av harkaliðnum broytti lívið hjá henni og dóttrini.
Hon greiddi frá, at teir 5000 Lempira (svarandi til góðar 2000 føroyskar krónur) sum tjóvarnir stjólu, vóru lagdir til viks fyri at maðurin kundi keypa sær eina kúgv, og at Paula kundi viðgera sínar tenn, sum í stóran mun vóru rotnar tannrestir.
Tannlæknarnir hjá Mercy Ships fingu frænir av søguni, og bjóðaðu sær til at endurskapa tenn hennara. Hon tók sjálvandi av.

Umsíðir hevði hon okkurt at smílkast um!

Søga 7: Nú kann Rafel brosa aftur

Hvønn einasta dag, tá skóbustarin Rafael bustaði skógvarnar hjá fólki, hugdi hann ongatíð upp. Rafael var føddur við opnum góma, og skammaðist við avskeplaða andlit sítt.

– Eg fekk eyga á ein mann, sum gekk tvørtur um torgið í Lazaro Cardenas, men við niðurboygdum høvdi, sigur Gaye, eitt av starvsfólkunum umborð á sjúkrahússkipinum Anastasis.
Hann hoyrdi til tann bólkin sum ferðaðist í landi fyri at fáa fatur á fólkum sum høvdu tørv á eini lívsbroytandi skurðviðgerð.
– Eg legði merki til hvussu hann goymdi andlit sítt. Eg føldi, at eg átti at havt tosað við hann hetta kvøldið, men eg gjørdi tað kortini ikki. Eg bað til Gud um, at hann vildi hjálpa okkum at hittast aftur.
Stutt áðrenn skipið legði til bryggju í meksikanskari havn, var hetta sjálvbodna starvsfólkið ein túr í býnum, og fekk har enn einaferð eyga á mannin – hesaferð við lítla básin, har hann bustaði skógvar fyri fólk.

REIN GLEÐI
Spanski tulkurin hjá toyminum heilsaði uppá Rafael. Tá hann hugdi upp, gjørdist tað greitt fyri Gaye, hví hesin maðurin gekk viður niðurboygdum høvdi: Opni gómin misprýddi munn hansara.
– Vit greiddu Rafael frá, at vit frá Mercy Ships vóru í býnum, og um ókeypis skurðviðgerðina sum honum stóð í boði: Nú kundi vit umskapa opna góman til eina veruliga yvirvørr.
– Og Rafael bað meg um at vera hjá honum undir skurðviðgerðini. Eg sat hjá honum alla tíðina, eisini aftaná, til hann at enda vaknaði aftur.
Áðrenn Anastasis fóru úr Meksiko fór Gaye aftur á torgið við eini gávu til Rafael.
– Eg minnist reinu gleðina sum eg føldi, tá eg sá hann koma ímóti mær við upprættum høvdi, fullur av sjálvsáliti og brosandi um alt andlitið. Rafael skammaðist ikki longur við at síggja heimin í eyguni.

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×