Søga 6: Lívið hjá Gisele var ikki vert at liva

Gisele var 28 ára gomul og við barn. Hon var sera fegin og gleddi seg til at gerast mamma – inntil hon misti barnið undir eini drúgvari og truplari føðing í landsbýi hennara í Congo.

Umframt ta likamligu pínuna frá ógvusligu føðingini, og syndarligu støðuna eftir at hava mist sítt barn, fekk Gisele somuleiðis eini føðiskaða sum førdi við sær, at hon gjørdist inkontinent – tað vil siga, at hon kláraði snøgt sagt ikki at halda sær.

Umframt alt hetta lá haraftrat enn ein byrða á herðum hennara, tann kensluliga, nú maðurin ikki vildi hava nakað við hana at gera longur. Hann skilti, at kona hansara eftir øllum at døma fór ongatíð aftur at kunna føða børn, og fór tí frá henni fyri at finna sær aðra konu – hann ynskti sær framvegis børn.
”Eg spilli bara mína tíð saman við tær”, segði hann við Gisele. Hon gjørdist nú partur av teimum mongu brennimerktu og útstoyttu kvinnunum í Congo í 1993.

Vegna luktin tók Gisele seg burtur frá øllum og livdi síðani eitt lív í einsemi. Í 20 ár livdi hon soleiðis við einum streymi av landi rennandi niður eftir beinum sínum. Hon umhugsaði at gera sjálvmorð, men so frætti hon um, at tey umborð á Africa Mercy kundu hjálpa uppá hetta við eini ókeypis skurðviðgerð.

Fyrr vaknaði Gisele á miðjari nátt, tí hon mátti skifta váta undirlagið, men eftir eina skurðviðgerð í 2014 er alt broytt: ”Nú sovi eg væl – songin er ikki vát longur!”

Gisele varð skurðviðgjørd saman við øðrum kvinnum í somu støðu. Tær vóru síðani innlagdar saman til sárini vóru grødd og tær vóru fullkomiliga turrlagdar.
Umframt skurðviðgerðina lærdi Gisele eisini at binda. Hon sat nú og murraði fyri seg sjálva, meðan hon nýtti løturnar saman við hinum kvinnunum. Tað var ein stór styrki fyri hana soleiðis at kunna vera saman við øðrum samsintum kvinnum.

– Í dag er ein góður dagur, sigur hon.

Søga 5: Á gløðandi koli

Jason Walls var 13 ára gamal og búði saman við foreldrum sínum, sum arbeiddu umborð á sjúkrahússkipinum. Jason gekk í skúla, og spældi fótbólt í frítíðini. Ein dagin hitti hann ein javnaldra sum æt Ebenezer.

Vit lata Ebenezer greiða frá:
– Hetta er langt síðani … Eg steðgaði brádliga, tí eg skilti ikki ta brátt íkomnu og øgiligu pínuna í fótinum. Eg royndi at taka tað, sum gav mær hesa øgiligu pínuna burtur, men pínan breiddi seg bara og kom heilt upp í hendur mínar. Eg hevði runnið inn í ein skóg við krógvaðum gløðandi koli. Og eg gekk í plastikk-sandalum!
Ebenezer kom til Mercy Ships fyri at fá føturnar endurskapaðar, meðan skipið lá við bryggju í Ghana. Hann elskaði at spæla fótbólt, men føtur hansara vóru so illa farnar, at tað var nærum ógjørligt at spæla fótbólt.

STEINHØRÐ ARR
Nógv ár frammanundan at Jason og Ebenezer hittust fyrstu ferð, rann Ebenezer gjøgnum ein skóg við plastikk-sandalum.
Hann visti ikki, at hetta var ein skógur, har ein gjørdi og brendi trækol undir einum lagi av bløðum og greinum. Tá hann rann omaná gløðandi kolinum, bráðnaðu plastikk-sandalur hansara inn í húðina.
Í panikki royndi Ebenezer at skava kókandi og bráðnandi plastikkið av fótum sínum – men úrslitið var at tað gekk út yvir hendur hansara, sum soleiðis eisini vórðu illa brendar. Arrini gjørdust steinhørð, og bæði hendur og fingrar hansara líktust meiri klógvum enn fingrum.

Hjá Mercy Ships fekk hann ókeypis viðgerð. Áðrenn skurðviðgerðina kundu hann og Jason ikki rættiliga spæla fótbólt saman. Teir sparkaðu varliga bóltin til hin, men við skaðanum hjá Ebenezer var sjálvt hetta ein stór avbjóðing.

SEND AV HIMLI
Men Ebenezer vildi spæla fótbólt, og tá skurðviðgerðin var liðug, var hetta tað einasta sum hann hugsaði um.
Jason helt sum so, at sjúkrasystrarnar høvdu greitt vinmanninum frá, at best var um hann ikki nærkaðist einum fótbóltsvølli. Hetta steðgaði honum tó ikki, tí hóast hann var innbundin og uttan at kunna sparka til ein bólt, kundi einki steðga honum.

– Sohvørt sum sárini grøddust, spældu vit meiri og meiri bólt. Stóra smíl hansara gjørdist bara enn størri, hvørja ferð hann sparkaði ein bólt, greiðir Jason frá. Lív hansara hevði fingið eina aðra vend!

Læknarnir gjørdu eina húð-transplantasjón á hondum og fótum hansara, og seinni fekk hann uppvenjing at endurvinna fínmotorisku førleikarnar.
Mamman var so hugtikin, at hon var ikki í iva um, at skipið og manningin mundu vera send av himli.
– Eg haldi, at læknarnir og sjúkrasystrarnar eru smáir einglar, sum er komnir av himli fyri at geva mínum Ebenezer ein nýggjan møguleika fyri einum góðum lívi.
– Drongur mín er á lívi, og eg síggi greitt ljósið í eygum hansara!

Søga 4: Haingo vigaði bert 2,2 kilo

Tá Haingo var fødd við opnum góma vildi pápin ikki vita av henni – heldur ikki heimbygdin. Tey hildu, at ein slík sum hon ikki hoyrdi heima har.

Orsakað av opna góma sínum kundi Haingo ikki fáa bróst, so mamman helt henni á lívi við tunnari dósamjólk. Hvør dós kostaði eina dagsløn, men Haingo treivst kortini ikki.
– Hon gjørdist tynri og tynri, og eg var ógvuliga bangin. Eg bað alla tíðina, greiðir mamma hennara, Viviaby frá.
Tá Haingo var sjey mánaðir gomul, vigaði hon einans 2,2 kilo – minni enn ein nýføðingur. Pápin vildi ikki vita av henni, og helt tað vera best fyri øll, um hon bara slapp at doyggja.

KENDI IKKI DÓTTRINA AFTUR
Hóast mótstøðuna frá manninum, og ógvusligu viðmerkingarnar frá bygdarfólkinum, noktaði Viviaby at gevast á hondum mótvegis dóttrini.
Tá hon frætti um sjúkrahússkipið byrjaði hon eina tveir daga langa ferð, gjøgnum óslætt og grýtut lendi, og fekk at enda møguleika fyri flutningi til kanningarmiðstøðina hjá Mercy Ships í økinum.
Kanningin vísti greitt, at støðan hjá Haingo var hættislig. Hon var tí alt fyri eitt send umborð á skipið. Sjúkrasystrarnar á barnadeildini ”tvangsfóðraðu” gentuna alt samdøgrið, og skjótt sást munur á.
Meðan Viviaby var innløgd við dóttrini, hitti hon á fyrsta sinni foreldur at børnum í somu støðu sum Haingo. Hon kendi seg troystaða og ikki einsamalla longur.
Tíggjur dagar seinni var støða hennara so góð, at Haingo var útskrivað til HOPE-deildina, har hon framhaldandi var matað, til hon var nóg sterk til at kunna fáa eina skurðviðgerð.
Meðan hon vaks seg sterka, byrjaðu deydligu eygu hennara at fylgja við tí ið fór fram, og hon veittraði nú við smáu og tjúkku ørmum sínum, sum áður vóru klænir og veikir. Fimm mánaðir seinni var hon nóg væl fyri til at verða løgd undir skurð.
Tá Haingo var 13 mánaðir gomul, fekk hon seinastu skurðviðgerð sína á sjúkrahússkipinum, og kundi á fyrsta sinni bæði eta og drekka sum vanligt.
Tá Haingo og Viviaby vendu aftur til heimbygdina, gjørdist beiggi hennara púrasta ørkymlaður. Hann kendi ikki systur sína aftur, og segði, at mamman mátti hava býtt hana um við eina aðra!

Søga 3: Patrick mátti hava eina skurðviðgerð aftrat

Stóri svullurin hjá Patrick í Sierra Leone byrjaði sum ein lítil kúla á kjálka hansara, tá hann var smádrongur. Fólk flentu eftir honum og vístu honum frá sær, – heilt til hann, sum unglingi slapp umborð á sjúkrahússkipið hjá Mercy Ships í 1993.

Svullurin var tann størsti sum skurðlæknarnir nakrantíð høvdu sæð. Teir fingu kortini tikið hann burtur, men niðari muðurin hevði kortini fingið stóran skaða av svullinum. Tí var neyðugt at leggja Patrick undir skurð einaferð aftrat.

Hann fór aftur í land við eini avtalu í hondini – klárur til næstu ferð at sjúkrahússkipið kom á vitjan.

Men so byrjaði eitt borgarakríggj í heimlandi hansara, Sierra Leone. Uppreistrarfólk tóku landið sum gíðsla og gjørdu stóran skaða í landinum tey næstu 10 drúgvu árini.
Tá sjúkrahússkipið Anastasis umsíðir fekk møguleika at leggja aftur til bryggju í høvuðsstaðnum Freetown í 2001 var Patrick vorðin giftur, og var pápi at trimum børnum – men skurðviðgerðin var kortini ikki fullgjørd.
Hann hevði nógvar søgur at siga frá – um eina ræðuliga tíð í einsemi, men eisini um, hvussu Gud hevði ansað eftir honum og familjuni gjøgnum harða stríðið, sum hevði verið kring hann. Læknarnir umborð løgdu hann undir skurð einaferð aftrat og fingu soleiðis givið Patrick eitt nýtt andlit.

Í 2004 vendi Patrick aftur til Mercy Ships, hesa ferð fyri at arbeiða sum tulkur, og fyri at hjálpa øðrum sjúklingum, sum bíðaðu eftir eini skurðviðgerð, og sum eisini kundi broyta teirra lív fullkomiliga.

Nøkur ár seinni fingu tey í Mercy Ships tey góðu tíðindi, at Patrick nú starvaðist sum prestur í Freetown.

Ein av manningini umborð hoyrdi eina av prædikum hansara í 2018, og hon kundi gleðiliga siga frá, at muður hansara virkar so sum hann skal!

(Snorri Brend/Mercy Ships)

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×