Søga 2: Hvussu nógvar fingrar sært tú?

Tá Senor Tellez frætti, at møguleiki var fyri at fýra blindu børn hansara kundu verða skurðviðgjørd ókeypis var bara eitt at gera: Hann tók úthøgdu kano sína, sigldi oman eftir eini á í Mexico, fyri at koma fram til sjúkrahússkipið Anastasis.

Familjan Tellez hevði íalt 12 børn. Fýra teirra vóru fødd blind, vegna eygnasjúkuna grástar.

Myndin av Senor Tellez, sum kemur leiðandi við hesum fýra børnum sínum upp gjøgnum gongubrúnna til Anastasis, er ein sjón, ið skurðlæknin Dr. Bob Dyer aldrin gloymir.
Hann greiðir soleiðis frá: ”Hetta var fyrstu ferð at eg upplivdi og viðgjørdi grástar hjá systkjum. At geva teimum sjónina aftur, broytti teirra familju fullkomiliga!”

Dagin eftir, at børnini vóru skurðviðgjørd fyri grástar í báðum eygum, var bindið loyst frá eygum teirra.

Har bleiv ein sjónligur og dramatiskur steðgur, tá heili teirra á fyrsta sinni kundi skráseta eina mynd. Eins og vanligt er umborð hjá Mercy Ships helt Dr. Bob hond sína frammanfyri hvørt einstakt barn, alt meðan hann spurdi: ”Hvussu nógvar fingrar sært tú?”
Broytingin sást beinanvegin í andlitum teirra – bilsni, gleði og undran. Síðani byrjaðu eygu teirra at leita eftir mammuni – tey kendu aftur rødd hennara, og vóru spent eftir at kunna síggja andlit hennara á fyrsta sinni.

Myndin av hesum børnunum, sum sóu foreldrini, hvørt annað og heimin kring tey á fyrsta sinni, – hon verður ein av mest grípandi løtunum í lívlanga starvinum hjá Dr. Bob.
(Kelda: Mercy Ships)

test

Søga 1: Hawa kundi ikki eta sum hini

Bert eitt ár eftir at hon byrjaði at gerast hovin, fylti góðkynjaði svullurin so nógv, at hon illa fekk etið. Grannarnir søgdu, at hon var órein og bannsett, men Hawa í Sierra Leone fekk vónina aftur – hjá Mercy Ships.

Hawa var bert seks ára gomul, tá ein góðkynjaður svullur byrjaði at vaksa í munninum. Mamman trúði at byrja við, at talan var um eina tonn, sum var í ferð við at detta út – men knúturin helt á at vaksa. Eitt ár seinni var svullurin so stórur, at hann fylti alla munnholuna.

Hawa kundi bert eta smærri máltíðir gjøgnum eitt súgvurør; soleiðis helt hon hungurin burtur. Men misprýdda andlit hennara fekk íbúgvararnar í bygdini at halda, at hon var bæði órein og bannsett. Staðbundnu læknarnir kannaðu svullin og greiddu foreldrunum frá, at har var eingin vón um grøðing. Hawa og familja hennara vóru enntá hótt, burturvíst úr bygdini og máttu klára seg sjálvi.

EINKI ”EFTIR”
Hetta var sum nevnt í 2005, men seks ár seinni – í 2011 – kom nýggjara sjúkrahússkipið Africa Mercy aftur til Freetown í Liberia. Ein av teimum vitjandi umborð var Hawa.
Her hitti hon somuleiðis forsetan í Sierra Leone og varaforsetan til eina samkomu. Lækni hennara – Dr. Gary – vísti eina mynd av Hawa ”áðrenn” skurðviðgerðina, og legði samstundis dent á, at tað var ikki neyðugt hjá honum at vísa teimum myndina ”eftir” skurðviðgerðina, tí Hawa var jú til staðar í hølinum. Og ja, fólk fóru á føtur og heilsaðu henni við lógvabrestum.

Eitt av starvsfólkunum hjá Mercy Ships hitti Hawa og familju hennara fleiri ferðir, seinast í 2017, har hon greiddi frá, at hon ynskti at útbúgva seg sum sjúkrasystir.
Hon hevði fingið íblástur at taka aðrar kvinnur við sær á hesa somu ferðina – eina ferð móti vón og grøðing!

(Kelda: Snorri Brend/Mercy Ships)

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×