Maria rópti til læknan: Eg hoyri alt tað tú sigur!

Hon misti annað beinina og sjónina – og mín sann eisini hoyrnina

Maria hevði úr at gera við húsliga arbeiðinum í garðinum, her í heimbýi hennara í El Salvador. Samstundis við hetta ansaði hon eftir ommubarni sínum, Bianca sum rann runt í garðinum og spældi.
Knappliga og óvæntað datt lítla gentan niður í ein brunn, sum teir vóru í ferð við at grava og stoypa.
Maria rann til kantin og hugdi niður í 12 metur djúpa brunnin.
Har var bara eitt at gera: Hon klintraði niður í brunnin eftir ommubarni sínum, og royndi at trýsta fingrar sínar inn í smáu tøkuholini í vegginum, við tí fyri eyga at koma upp aftur. Hetta eydnaðist kortini ikki, og hon fór ístaðin sendandi niður á botn við tí úrsliti, at annað beinið brotnaði.
Í øllum rokinum var Maria heppin, tí hon lendi undir liðini á Biancu, sum bæði var skitin og køld, men kortini óskadd.
Skjótt komu grannarnir rennandi fyri at hjálpa teimum, men Maria slapp kortini ikki undan teirri óhepnu avleiðing at bruni seinni kom í beinbrotið. Tríggjar mánaðir seinni vórðu læknarnir noyddir at taka beinið.
Og verri gekk, tí eitt ár seinni misti Maria hoyrnina, og samstundis hvarv sjónin vegna grástar.

19 ÁRA GAMAL SKAÐI
Blind og deyv mátti Maria nú halda seg í songini, tí hon hevði trupult við at flyta seg, nú hon bert hevði tað eina beinið. Hon græt nógv.
Dóttir hennara hoyrdi, at skipið Anastasis hjá Mercy Ships var í El Salvador og bjóðaði fólki ókeypis skurðviðgerð í eygunum. Á degnum, tá eyguni skuldi kannast, stóð Maria í eini langari røð av fólki í somu ørindum sum hon. Hetta kundi kortini ikki taka ta nýggju kensluna – vónina – frá henni.
Dagin eftir skurðviðgerðina tóku tey bandasjuna frá, og alt andlit hennara brosaði. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár kundi hon nú síggja familju sína. Seks dagar seinni stóð hon í eini aðrari røð – hesaferð til hoyriklinikkina umborð á Anastasis:
Serfrøðingarnir riggaðu eitt hoyritól til hana, men Maria bara græt og græt: ”Eg hoyri einki! Eg hoyri einki!”, rópti hon.
Øll vóru bæði fegin og hørm um hetta, tí tað vísti seg, at einki kundi gerast við tann 19 ára gamla hoyriskaðan.
Knúst av sorg var Maria biðin um at fara inn í eitt annað rúm, har læknin ynskti at tosa við hana.
Knappliga breyt hon læknan av, skar í fagnaðarróp: ”Eg hoyri alt tað, sum tú sigur!”
Umsíðir slapp hon úr kvirra og myrka fongsli sínum.

The M/V Caribbean Mercy, formerly the Norwegian coastal ferry Polarlys, sailed with the Mercy Ships fleet from 1994 to 2006, bringing hope and healing to the world’s poor.

Søga 26: Nústani síggi eg, hvussu vakrir mínir tvíburar eru

  • At fáa sjónina aftur, var sum at vakna í himli, sigur Adama

    So líðandi hvarv heimurin kring 30 ára gomlu Adama. Sjónin versnaði dag frá degi, meðan tokan legðist sum eitt tám um eyguni orsakað av sjúkuni grástar.
    Adama var við barn, og vónaði hon, at alt fór at gerast betri, eftir at hon hevði átt barn sítt.
    Tað, sum hon ikki visti var, at hon í roynd og veru gekk við tvíburum, men tað fann hon so útav, tá drongurin var føddur og síðani gentan.
    Men tá mátti Adama eisini staðfesta tann ógvusliga veruleikan: Sjónin kom ikki aftur av sær sjálvum, sum hon hevði vónað!
    Hon hevði ikki pening til eina skurðviðgerð, og støðan var tí sera trupul fyri hana, børnini og mannin.
    – Eg mátti bara royna at ”síggja” tvíburarnar við hondunum. Men hugsanin um at eg ikki nakrantíð kundi síggja teir við mínum egnu eygum, gjørdi meg sera ørkymlaða, greiðir Adama, sum býr í afrikanska landinum Guinea, frá.

    BUNDIN AT HJÁLP
    Adama flutti til eldru systrina við tvíburunum. Hon tók ímóti teimum við opnum ørmum, hóast hon hevði sín egna barnaflokk at taka sær av.
    Adama var fullkomiliga bundin av hjálpini frá systrini. Hon kundi ikki ganga runt einsamøll, og hon kundi hvørki fara til handils, gera mat ella vaska klæði. Tað var krevjandi at vera tann, sum mátti hava hjálp til alt.
    Tvíburarnir vóru nú vorðnir seks mánaðir. Teir vuksu og sóu út til at hava tað gott, men andlit teirra vóru framvegis ein óloyst gáta hjá mammuni.
    So ein dagin hoyrdi maður hennara um Mercy Ships. At ein møguleiki var fyri eini ókeypis skurðviðgerð, dugdi hon illa at skilja. Men eingin ivi var kortini um, at hetta kundi verið ein vegur út úr vónloysi og tí at vera bundin at øðrum.
    Hetta var sum at kveikja eitt ljós, har Adama frammanundan hevði trilvað seg fram í myrkrinum. Og umsíðir birtist vónin um at kunna síggja børnini við egnum eygum!

”VÆLKOMIN AFTUR”
Tá skurðviðgerðin var liðug, og Adama bíðaði eftir at bandasjan skuldi takast av, hugsaði hon, at nú verður sannleikans løta.
Tey, ið sótu í sama rúmi sum hon, sóu hana fyrst blunka móti ljósinum, áðrenn eitt bros fór um alt andlit hennara: Adama sá nú heimin rundan um seg, og varð ynskt ”vælkomin aftur” av øllum.
Eygu hennara dansaðu aftur og fram millum tvíburarnar, og hon drakk til sín av vøkru sjónini: Rundar kjálkar, smáar fingrar, eygnalok og nasar.
– Hetta var sum at vakna upp í himli, segði hon.
Nú sá hon, at tað, sum onnur høvdu greitt henni frá var satt: Børn tíni eru so vøkur!
Skurðviðgerðin av grástar í eygum hennara tók bert góðar 20 minuttir. Men úrslitið av henni, kemur at hava týdning fyri hana restina av lívinum.
– Eg trúði veruliga ikki, at míni børn kundu vera so vøkur, sigur hon og brosar. – Men tað kann eg nú staðfesta!

Ást > kærleika > tænastu fyri næstan

Kærleiki kann fáa fólk at gera tey mest ótrúligu tingini – eisini tað at fara í tænastu umborð á Africa Mercy!

Norsku Marie Molvær og Sigbjørn Nornes komu fyri nógvum árum síðani at mynstra umborð á norska skúlaskipinum ”Gann”.
Her funnu tey hvørt annað, og funnu haraftrat eitt felags mál: Saman at hjálpa øðrum. Eftir brúdleyp og lidnar maritimar útbúgvingar valdu tey Africa Mercy sum næsta stig í lívssigling teirra.

FRÁ ÁST TIL KÆRLEIKA
Ástin millum hesar 22 ára gomlu ungdómarnar gjørdist til kærleika hetta skúlaárið, og seinni fluttu tey til heimbýin hjá Marie, Møre.
Í 2013 gjørdust tey hjún, og fóru undir útbúgvingar sínar í Ålesund: Sigbjørn innan skipstøkniligan rakstur, meðan Maria las alt tað sum hevði við flutning av farmi at gera.
Tey greiða her frá eini spennandi ætlan og gongd um, hvussu tað bar til, at tey bæði mynstraðu umborð á Africa Mercy.
– Sigbjørn hevur altíð havt eitt ynski um at fara til Afrika at taka lut í hjálpararbeiði. Umborð á Gann fingu vit kunnleika um Mercy Ships, og setti hetta veruliga ferð á dreymar okkara.
Ein dag í september mánaði 2014 gingu tey saman umborð á Africa Mercy, sum nýggj og sjálvboðin starvsfólk. Maria mynstraði sum vertur, og Sigbjørn sum maskin-kadettur.

FYRSTA INNTRYKK
Gerandisdagurin hjá Mariu er í høvuðsheitum lagdur í fastar karmar.
– Mítt arbeiði er at taka ímóti teimum nýggju, sum koma umborð – júst sum tað hendi, tá vit bæði komu umborð. Vit gera kømrini til reiðar, baka kakur, ynskja teimum vælkomnum og vísa teimum runt á skipinum.
– Her fái eg eisini ein gyltan møguleika at geva øðrum eitt eins gott fyrsta-inntrykk, sum vit sjálvi fingu, tá vit komu, greiðir Marie frá.
Sigbjørn arbeiðir í skiftisvaktum í maskinrúminum. Tá hansara vakt er liðug, er hann altíð fyltur av olju og skitti.
– Men hetta dámar mær sera væl. Tað er altíð okkurt nýtt at seta seg inn í, og tí er gott at hava aðrar maskinmenn rundan um seg, greiðir hann frá.

GLEÐIN VINNUR
Tá heilsustarvsfólkini byrjaðu arbeiðið við at velja út teir fyrstu sjúklingarnar, var Marie við.
– Hetta var ein sera spennandi uppliving. Eg hitti børn við stórum høvdum, klovnum góma, skeivum beinum og uttan nøs. Hóast hetta vóru tey hjartans fegin um at vera í kø’ini av møguligum sjúklingum.
– Summi teirra vóru afturhildin, og onnur lupu ímóti okkum við opnum ørmum. Eg slapp at spæla við tey, og av hesum stóðst nógvur stuttleiki.
– Tíverri kunnu vit ikki hjálpa øllum, og tað er mangan tungt at hugsa um. Vit biðja um Guds varðveitslu yvir tey, sum vit ikki kunnu viðgera – og royna at gleðast um øll tey, sum Mercy Ships kann hjálpa!

Teuna (87): – Eg MÁTTI bara síggja Global Mercy

Sólin stóð á heiðum himni, tá tann guli sjúkrabilurin frá Stichting Wens Ambulance koyrdi oman til bryggjuna í hollendska býnum, Rotterdam.


Stóra, hvíta og nýggja skipið stóð sum eitt berg frammanfyri sjúkrabilin, sum hevði ein rættiliga serstakan persón við umborð:
Ta 87 ára gomlu Teuna Damming, sum henda dagin fekk sítt hægsta ynski uppfylt.

EINA FERÐ Í LÍVINUM
Í longri tíð hevði tann lívsglaða kvinnan sæð fram til dagin, tá hon sjálv slapp at eygleiða hetta nýggja hospitals-skipið hjá Mercy Ships.
Og hon leggur íðin aftrat:
– Hetta er ein fantastiskur dagur. Slíkt sum hetta, upplivir ein bert eina ferð í lívinum.


AFTUR TIL RØTURNAR
Við hesi serstøku vitjan síni umborð á Global Mercy fór frú Damming í veruleikanum aftur til røtur sínar.
Hon er fødd og uppvaksin í Rotterdam. Hon var fødd á hesum havnarlagnum, umborð á einum báti, sum lá bert fáar hundrað metrar burtur frá kaiplássinum, har Global Mercy lá, áðrenn tað setti kósina til Senegal.
– Eg havi altíð elskað frælsið við at sigla, greiðir hon frá.
– Eg havi sjálv starvast innan sjóvinnuna, saman við manni mínum í nógv ár. Lívið á sjónum er framvegis í mær, og júst tí sigur arbeiðið hjá Mercy Ships mær so nógv.
Og 87 ára gamla kvinnan leggur aftrat:
– Arbeiðið hjá felagsskapinum hevur sera stórt virði, tí tað snýr seg um at hjálpa menniskjum. Tey sjálvbodnu, sum her gera sítt arbeiði, fremja tað ikki, tí tey ynskja at gerast rík. Nei, teirra hægsta ynski er at hjálpa øðrum.
Í dag snýr alt seg um pening, men hetta arbeiðið kemur frá hjartanum!

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×