Rigga ”Global Mercy” til sín fyrsta túr



This image has an empty alt attribute; its file name is 274825474_1385010318599692_7270527322780825052_n-1024x682.jpg

Omanfyri 16 milliónir menniskju doyggja hvørt einasta ár, tí tey ikki hava ráð ella atgongd til læknaliga hjálp.

Men nú kemur broyting í, eftir at Mercy Ships hevur bygt eitt nýtt skip, sum fer at tvífalda orkuna at møta hesum tørvinum.
Saman við verandi flaggskipinum, ”Africa Mercy”, fer nýggja skipið ”Global Mercy” veruliga at gera mun fyri fólk í heimsins fátækastu londum.
Global Mercy liggur í løtuni til bryggju í Rotterdam, Holland, har tær seinastu fyrireikingarnar verða gjørdar, soleiðis at tænastan umborð kann byrja í næstum.
Lat tað vera sligið fast beinanvegin, at Global Mercy er heimsins størsta hospitals-skip, har omanfyri 600 sjálvboðin fólk úr øllum heiminum fara at vera til tænastu at broyta lívið hjá túsundtals fólkum á hvørjum ári.
Global Mercy er 174 metrar langt og hevur eina bruttovekt uppá 37.000 tons. Okkara Norröna er annars 164 metrar long.
Serbygda sjúkrahúsið verður sjálvt hjartað í skipinum, við seks skurðstovum og deildum til 200 sjúklingar samstundis, rannsóknarstovu, og klinikkir fyri aðrar viðgerðir.
Skipið legði at bryggju í Rotterdam fyri fáum døgum síðani, her fólk eru farin at rigga alt til, soleiðis at skipið sum skjótast kann fara út á sína fyrstu missión.

TIL GLEÐI OG GAGN
Umboð fyri føroysku nevndina í Mercy Ships eru í Rotterdam í hesum sambandi, saman við millum annað løgtingsformanninum, Jógvan á Lakjuni og øðrum.
– Vit gleðast um, at vit nú kunnu fara til Afrika at hjálpa øllum teimum, sum hava tørv á henni.
– Hetta er eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í Guds ríkis víngarði, sum nú kann byrja og verða túsundtals fólkum til gleði og gagn, verður sagt úr Rotterdam.
Í næstu fer Global Mercy á sín fyrsta túr til Afrika. Hinvegin er tey, sum hava tilknýti til systurskipið ”Africa Mercy”, longu farin undir at fyrireika teirra vitjan í Senegal. Her eru tey fyrstu toymini langt síðani farin á ferð inn í landið at leita eftir teimum, ið hava tørv á eini læknahond fyri at fáa heilsubót.
Sostatt verða tvey skip hjá Mercy Ships til verka í Afrika í tá.

This image has an empty alt attribute; its file name is 273823971_1082184919304809_4315562392311795816_n-1024x766.jpg
Her liggur Global Mercy í Rotterdam
This image has an empty alt attribute; its file name is 274289793_1381534978947226_7244130970795770468_n-1024x682.jpg
Tað er nógv at taka hond.
This image has an empty alt attribute; its file name is 274334072_1387024808398243_4724234224003453767_n.jpg
Nevndin og áhuga vitja skipið í Rotterdam
This image has an empty alt attribute; its file name is 273812321_286508533605170_6671951680465935288_n-1024x766.jpg

Søga 24: Fólk sendu eygu síni eftir neyðars Gamai

– Nú stendur heimurin opin fyri dóttir okkara. Kanska hon einaferð í tíðini verður forseti í Senegal

Tað sá einki út hjá fýra ára gomlu Gamai.
Hon gjørdist eldri og eldri, men fann samstundis útav, at hon var øðrvísi enn hini børnini.
Gamai ynskti at kunna spæla sum hini, fara í skúla sum hini, og enntá kunna hjálpa mammu síni við húsliga arbeiðinum.
MEN – hetta var óhugsandi, tí ein ógvusligur brunaskaði gjørdi tað ógjørligt at gera nakað við vanskapaðu armum sínum. Mamman, Confort kókaði heitt vatn í stórari grýtu, og í einum eygnabrái hendi tað ræðuliga, at fekk glóðheitt vatn úr grýtuni yvir seg.
Tær báðar fóru beinanvegin til staðbundna sjúkrahúsið, sum einans kundi geva teimum eitt: Salvu at smyrja uppá kroppin. Og so løgdu heilsustarvsfólkini aftrat, at Gamai fór ongantíð at gerast frísk av sárum sínum.
Men mamman gavst ikki so á hondum: – Eg trúði alla tíðina, at dóttur okkara fór at gerast frísk aftur!
Hon merkti sjálvandi til hesa avmarkingina í menning sínari. Men betri gjørdist tað ikki, tá hon fór ein túr út á gøtuna, bara fyri at uppliva, hvussu fólk vendu sær á og sendu eyguni eftir henni.
Støðan var greið: Gamai gjørdist meiri og meiri avbyrgd hvørt einasta ár.

Góðkenning og náði
Men Gamai var heppin í so máta, tí foreldrini frættu ein dagin nevniliga um virksemið hjá Mercy Ships við sínum ókeypis skurðviðgerðum.
Nú sást brádliga ein møguleiki hjá dóttrini at fáa eina slíka skurðviðgerð, sum í roynd og veru var eitt bønarsvar hjá familjuni.

Umborð á Africa Mercy hittu Gamai og mamman onnur børn og vaksin, sum høvdu líknandi brunaskaðar sum hon. Og tey funnu í sama viðfangi fólk sum góðtóku tey, soleiðis sum tey vóru – og ikki minst náði.
Tann dagin, tá Gamai skuldi leggjast undir skurð, var mamman ikki sørt ørkymlað. Hon visti, at fyri dóttrina merkti hetta eina pínufulla og stóra skurðviðgerð og drúgva eftirgerð.
Tá Gamai kom aftur frá skurðviðgerðini hevði hon, sum vera man pínu – men týdningarmiklari var, at armar hennara kundu strekkjast fult á fyrsta sinni.

Forseti í Senegal?
Eftir viðgerð í nakrar vikur kundi lítla gentan nú bæði lufta og strekkja armar sínar. Nú kundi hon spæla, fara í skúla, hjálpa mammuni við tí húsliga, og hava eitt vanligt lív sum hinar genturnar í grannalagnum.
– Eg havi bíðað eftir hesi løtuni í samfull fýra ár, greiddi mamman frá, nú dótturin kom aftur til heimbygdina.
– Eg kann bara siga eitt: Túsund takk!
Pápin, Lamine fegnast eisini um hesa broytingina, nú trý ár eftir stóru skurðviðgerðina. Og hann hevur stórar framtíðarætlanir fyri dóttur sína:
– Nú stendur heimurin opin fyri henni. Kanska hon einaferð í tíðini verður forseti í Senegal!

Hery: – Tit geva tað besta, sum tit eiga

Forsetar og onnur heimskend fólk fegnast um arbeiðið, sum Mercy Ships ger kring heimin:

Hery Rajaonarimampianina, (1958 -), fyrrverandi forseti á Madagaskar:
– Vit eru sera takksom fyri og sera væl nøgd við alt tað, sum Mercy Ships hevur gjørt her á Madagaskar. Tey sjálvbodnu umborð á Mercy Ships spardu seg ikki í arbeiðinum at møta tørvinum á heilsutænastur hjá fólkinum í landi.
– Leiðslan í Mercy Ships hevur, s- Sum ítróttaráhugaður og lækni síggi eg sera stórt í lívgevandi kreftunum hjá hugagóðum menniskjum. Hospitalsskipið ”Africa Mercy” er ein serstakur pallur fyri virknari medisinskari hjálp. Tí heiti eg á øll um at stuðla Mercy Ships.

Jacques Rogge, (1942 – 2021), heiðursforseti í altjóða olympisku nevndini:
– Sum ítróttaráhugaður og lækni síggi eg sera stórt í lívgevandi kreftunum hjá hugagóðum menniskjum. Hospitalsskipið ”Africa Mercy” er ein serstakur pallur fyri virknari medisinskari hjálp. Tí heiti eg á øll um at stuðla Mercy Ships.

Madame Claudine Gbenagnon Talon, (1957 – ), forsetafrúa í Benin:
– Handan hagtølini er ein long søga, eitt lív og ein persónur, sum hevur tørv á nýggjari vón og medisinskari viðgerð. Vit ynskja, at gevandi samstarvið, sum vit hava við Africa Mercy, skal vaksa ár um ár.

Ellen Jonhson Sirleaf, (1938 -), fyrrverandi forseti í Liberia:
– Mercy Ships hevur víst sera stóra samkenslu við okkara fólk, tá Africa Mercy lá við bryggju í Liberia í meiri enn eitt ár.
– Vegna liberiska fólkið vil eg fegin takka øllum hesum altjóða sjálvbodnu, fyri tað sum tey hava ofrað, og fyri ta umsorganina, sum tey vístu fátækum og illa støddum liberum.













Svein-Are fekk sín ”once in a lifetime” møguleika

– Eg var 59 ára gamal. Eg hevði arbeitt 40 ár í landi, og var nú komin til eitt vegamót. Eg hevði hug at royna okkurt nýtt.


– Nú hevði eg møguleikan at fara til sjós. Eg tók eina sjóvinnuliga útbúgving, og nú stóðu einans seks mánaðir millum meg og eitt starv sum maskinmeistari umborð á einum skipi, greiðir Svein-Are Karlsen úr Lofoten í Norðurnoregi frá.
Hann var heppin í so máta, tí ein lestrarfelagi greiddi honum frá felagsskapinum Mercy Ships.
– Hetta reiðarí’ið hevði eg ikki hoyrt um – altso eitt hospitals-skip, sum gav ókeypis læknahjálp til fólk í Afrika? Ja, hví ikki geva mítt íkast til hetta at gera nakað fyri onnur – hesin ”once in a lifetime” møguleikin – og samstundis fáa siglingartíð?
Svein-Are hugsaði við sær sjálvum: Hetta má eg bara gera! Nakað seinni kom játtandi svarið uppá umsóknina. Hann var góðtikin!
– Nú skilti eg, at Mercy Ships var ein kristin felagsskapur. Og nú fekk eg eisini at sanna, at ein má hava sterka trúgv fyri at reka eitt slíkt arbeiði!

ÚTVALD
Tað var mangt og hvat, sum Svein-Are nú sá, og sum hann ikki visti frammanundan: Seingjarliggjandi børn við báðum beinunum í gipsi. Børn sum royndu at ganga við einum stativi. Onnur vóru skurðviðgjørd, har ein stórur knykil var tikin burtur og so framvegis og so framvegis.
– Men tað góða var, at tey øll brosaðu, hóast stóru pínuna. Vónin um eitt betri lív sást týðiliga í eygum teirra.
– Tað var eisini sterkt at síggja fólk standa í longum røðum á bryggjuni, og bíða eftir at sleppa umborð. Hesi vóru útvald millum túsund onnur, sum eisini høvdu tørv á viðgerð, greiðir norðmaðurin frá.
Og hann leggur aftrat:
– Ja, flestu teirra brúktu sínar seinastu krónur at ferðast til býin, har Africa Mercy lá. Spurningurin var: Hvat hugsa tey? Og hvørjar væntanir munnu tey hava?

30 STIG
Svein-Are kom skjótt inn í arbeiðið umborð á ”den gamle damen”, sum hann málber seg.
Uppgáva hansara var millum aðrar at umvæla og viðlíkahalda høvuðsmotorin og hjálpimotorarnar við generatorum, neyðaggregatum og ikki minst airconditions-anlegginum.
– Tá hitamátarin sigur meiri enn 30 stig úti, er týdningarmikið at kunna regulera inniluftina hjá sjúklingum og manning. Á Madagaskar høvdu vit tíbetur nóg mikið av vatni. Men tað er eingin sjálvfylgja í fleiri afrikanskum havnum, greiðir hann frá.
Umborð vóru sjálvboðin fólk frá 40 ymiskum londum, sum øll taka eitt tak frá tveimum vikum til fleiri ár ísenn.
– Tað stóra samanhaldið okkara millum er helst tað, sum hevur gjørt meg mest bilsnan. Her verður eingin gloymdur. Eingin situr og etur einsamallur í kantinuni. Øll vera rópt við fornavni, og øll hava sama mál: At hjálpa til, har tørvurin er størstur!

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×