Søga 20: Hon skar í róp: – Eg síggi! Eg síggi!

Meksikanska Camacho tók fast í hondina á læknanum, og segði bara: Takk! Takk!

Camacho gongur spakuliga niðan landgongubrúnna undir liðini á dóttrini. Henda 68 ára gamla meksikanska kvinnan ansaði væl eftir, hvar hon setti fótin. Annars kundi hon lættliga koma til skaða.
Eitt reytt merki við tumlinum var nóg mikið hjá henni at siga frá, at hon vildi taka ímóti hjálpini umborð á Anastasis.
Løtu seinni kundi hon lata seg í ta gulu hospitals-kápuna og hettuna, tá hon við ivasomum brosi móti dóttrini varð leidd inn til skurðviðgerðina


TAKK! TAKK!
Camacho var komin væl til árs, andlitið var rukkut, húðin slitin og hørð, og hon var merkt av giktasjúku síni. Men so vóru tað eyguni, – hesi kámu, myrku og ókláru eyguni, orsakað av grástar.
Nú fór hon, í einum lopi úr tí kenda gerandisdegnum og inn í ein annan og gátuføran heim, í hesum føri eitt stórt hospitals-skip, sum hevði kastað akker í nánd av heimbýi hennara í Meksiko.
Morgunin eftir skurðviðgerðina savnaðist medisinska toymið seg kring songina hjá Refugio Camacho, har tey við væntan fylgdu við, meðan læknin varliga tók burtur umbindingina um eygað og andlitið.

Tá fyrsta umbindingin var tikin burtur, hugdi Camacho upp móti dóttur síni, og skar í róp: – Eg síggi! Eg síggi!
Hon tók fast í hondina á læknanum, og segði: Takk! Takk!
Camacho var fyrsti sjúklingurin umborð á táverandi nýggja skipinum hjá Mercy Ships – Anastasis, sum var í flotanum frá 1978 og fram til 2007. Tað tók fimm ár at umbyggja hetta reikferðarskipið til eitt hospitals-skip.
Síðani Camacho fekk sína skurðviðgerð fyri 43 árum síðani, hevur manningin hjá Mercy Ships framt fleiri enn 100.000 skurðviðgerðir ókeypis.

Søga 19: Houleye er ikki til at kenna aftur

Khadiatou eygleiðir fimm ára gomlu systurdóttrina Houleye, sum hoppar og dansar saman við vinkonum sínum. Hon er langt burturi í spælinum – uttan stúran. Hon brosar og flennir.

Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Fyri eini tíð síðani var einki annað enn stúran at síggja í andliti hennara. Houleye var darvað í øllum sínum virksemi, vegna ein ógvusligan knykil sum fjaldi nærum helvtina av andliti hennara.
– Houleye hevði so nógva pínu, at hon hvørki kundi spæla ella gráta, greiðir Khadiatou frá,
Hetta var hinvegin gerandisdagurin hjá Houleye. Knykilin hevði hon havt, síðani tann dagin hon var borin í heima. Hon hevði nú bara lært seg at liva við øllum teim kensluligu og likamligu fylgjunum av breki sínum.
– Hetta var ein hørð tíð, greiðir Khadiatou frá.
– Vit høvdu ongantíð sæð slíkt áður, og vit vistu í roynd og veru ikki, um hon fór at yvirliva.

HØGUR PRÍSUR
Likamligu trupulleikar hennara at boyggja nakkan, vóru bert ein partur av líðing hennara hvønn einasta dag. Familjan bar ótta fyri at trupulleikarnir bert fóru at vaksa, so hvørt sum hon vaks til. Tey royndu alt, sum tey kundu, at fáa hjálp til vega.
At taka knykilin burtur við eini skurðviðgerð tóktist vera ógjørligt. Familjan hevði ikki nóg mikið av peningi, soleiðis at tey kundu eta tríggjar máltíðir um dagin. Fyri tey var rokningin fyri eitt uppihald á sjúkrahúsi meiningsleysa høgur.
Fyri neyðars Houleye gjørdist gerandisdagurin bert tyngri og tyngri, bæði likamliga og sálarliga. Hini børnini argaðu hana, og nógv tár runnu hesi árini.
– Av og á sendu vit hana til handils at gera ørindi fyri okkum. Men hetta góvust vit við vegna happingina, greiðir Khadiatou frá.

GÁVA FRÁ GUDI
Tann eina dagin hoyrdi familjan um eitt hospitals-skip, sum skuldi koma til Senegal, men høvdu tó ilt við at trúgva hesum. Khadiatou tók systurdóttrina við sær, fyri at vita um hetta var rætt: Altso, um ein kundi fáa hjálp – ókeypis!
Ferðin tók átta tímar. Tá tær umsíðir stóðu á bryggjuni í høvuðsstaði Senegals, Dakar, skilti Khadiatou at hon hevði tikið røttu avgerðina. Har lá nevniliga tað stóra hospitals-skipið.
– Hetta kendist sum ein gáva frá Gudi, sigur hon. – Vit hava altíð stólað uppá, at hann vildi hjálpa okkum.

Sí sjónband um Houleye: https://youtu.be/Au6VdzOx6Ps

Lívið hjá Houleye broyttist umborð, tá tann pínufulli knykilin var tikin. At vera í einum kærleiksfullum og fevnandi umhvørvi, gjørdi sítt til at hon fann seg sjálva aftur. Nú hevði hon tikið fyrsta stigið til aftur at gerast trygg og glað.
– Eg havi altíð stúrt fyri framtíð hennara, greiðir Khadiatou frá. – Tað er ikki neyðugt nú.
– Vit eru so glað og takksom fyri alt tað, sum Mercy Ships hevur gjørt fyri Houleye. Tað er bara Gud, sum kann løna tykkum aftur.

Øll hesi fingu eitt annað lív

Myndirnar vísa nøkur av teimum mongu, sum hava fingið hjálp frá Mecy Ships, síðani felagsskapurin var stovnaður.

”Gud tók ein stóran kjans!”
Soleiðis sigur Don Stephens, stovnari av Mercy Ships um støðuna, tá felagsskapurin sá dagsins ljós – og sum seinni skuldi vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri milliónum av fátøkum menniskjum kring allan heimin.

Ein hervilig ódn, ein samrøða við Móðir Teresu og tá konan og hann gjørdust foreldur til ein son við serligum tørvi, vóru við til at skapa ein dreym, sum skuldi geva íblástur til vón og grøðing fyri heimsins fátækastu.
Síðani 1978 hava í túsundatali av sjálvbodnum fólkum úr øllum heiminum verið knýtt at virkseminum hjá Don Stevens og konuni Deyon.
Tey hava víst miskunn móti fólkum í túsundatali, sum liva í ógvusligum fátækradømi og uttan eina vón.
Hesi sjálvbodnu hava verið umborð á Africa Mercy, har tey hava verið við í omanfyri 100.000 skurðviðgerðum fyri fólk í menningarlondunum. Komandi ár – altso 2022 – fer skipið at liggja við bryggju í Dakar, sum er høvuðsstaður í Senegal.

Mercy Ships kom í síni tíð út, sum ein avleggari av felagsskapinum Youth with a Mission – í Føroyum: Ung í trúarverki. Síðani 2001 hevur Mercy Ships verið ein sjálvstøðugur felagsskapur.
Við nøkrum myndum av menniskjum, sum hava fingið eitt nýtt lív, lata vit tær bara tala um týdningin av hesum arbeiðinum seinastu 43 árini.




Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×