Søga 18: Beinini vóru formað sum eitt o


Við berum eygum er ikki lætt at síggja mun á tvíburunum báðum, teimum fimm ára gomlu Ousseynou og Assanu. Teir eru sera líkir, og tú sært ikki hvør er hvør, uttan so at tú kennir teir væl.


Hyggur tú eftir teimum, so sært tú, at rættiligt lív er í Ousseynou, sum altíð finnur uppá okkurt. Men Assanu er meiri stillur og svinnur.
Hóast ólíkir í sinni, eru teir tó meiri líkir, um tú hyggur eftir teimum: Báðir høvdu brúk fyri hjálp, tá ”Africa Mercy” legði til bryggju í Dakar. Og báðir eru føddir við samlíkum beinskaðum.
Ein líðing við slíkum skeivum beinum er ofta orsakað av føðslutroti: Tá likamið veksur, megna beinini ikki at bera tyngdina. Í førinum hjá Ousseynou og Assanu fingu bein teirra alt meiri og meiri eitt skap sum bókstavurin o.

Sum vera man gjørdust foreldrini óttafull. Men tað var ikki nóg mikið, – tí tey vórðu haraftrat argaði, bæði av børnum og vaksnum í nærumhvørvinum.

– Vit kundu ikki halda dreingjunum innandura allan dagin, greiðir mamma teirra, Awa frá.
– Vit vórðu snøgt sagt bara noydd at liva við, at teir báðir vórðu viðfarnir sum vóru teir minniverdir.

343 KILOMETRAR
Familjan kendi tó ein sjúkrarøktara, Mame Sor, og umvegis hana frættu tey um Mercy Ships.
Mame Sor tók málið í størsta álvara, og skjótt hevði hon fingið flutning til tey, soleiðis at tey kundu fara avstað til ta fyrstu kanningina.
Hon koyrdI dreingirnar og mammuna teir 343 kilometrarnar til høvuðsstaðin í Senegal, Dakar, har Africa Mercy lá við bryggju.
Tvíburarnir høvdu ongantíð áður verið so langt heimanífrá. Og teir høvdu heldur aldrin sæð eitt skip áður. Ja, teir høvdu aldrin áður verið so tætt við at gerast frískir aftur!
Hóast alt hetta var Awa kortini óttafull, tá dreingirnir vórðu fluttir í stovuna, har skurðviðgerðin skuldi fara fram.
Men tá teir vórðu rullaðir út aftur í eini song, kundi hon av sonnum fegnast um henda møguleikan at fáa eina ókeypis skurðviðgerð.
– Eg bleiv barasta so glað, tá eg sá at beinini vóru rættaði út aftur, greiðir hon frá.

NÚ ER TAÐ TRUPLA FARIÐ
Tað gekk ikki long tíð til Ousseynou og Assanu vórðu fluttir til sjúkrahotellið hjá felagsskapinum HOPE Center. Her fingu teir nógvar nýggjar vinir millum øll hini, sum høvdu upplivað sama undir sum teir. Nú var bara fysioterapi’in eftir.
Tá teimum ikki tørvaðust skinnararnar longur, gjørdust venjingartímarnir meiri krevjandi. Málið var at betra um rørslurnar so nógv sum tilbar, og at økja um megina og balansuna.

So líðandi kundu dreingirnir báðir flyta seg skjótari og tryggari, enn teir nakrantíð áður høvdu kunnað.
– Eg havi ongantíð áður sæð teir runnið soleiðis, segði ein sera fegin og kensluborin mamma. – Ein møguleika sum henda fær ein bara einaferð í lívinum!
Nú hava Ousseynou og Assanu veruliga fingið eitt høvi at hugsa um framtíðina. Teir kunnu nú fara í skúla, tá teir gerast sjey ára gamlir – júst so sum javnaldrar teirra í Senegal gera.
Og Awa er errin av dreingjunum:
– Tá eg hugsaði um framtíð teirra, gjørdist eg altíð stúrin. Nú er tað trupla farið!




Tey sita bara og bíða eftir okkum

– Gjøgnum arbeiði mítt í menningarlondum og í fátækum londum síggi eg ein hóp av menniskjum, sum eftir øllum at døma bara sita og bíða – bíða eftir, at morgindagurin skal gerast betri, sigur Gary Parker, sum er ein av royndu læknunum umborð á Africa Mercy.

Hann er serlækni, hvørs sergrein er at broyta avskapaði andlit. Hann hevur framt eitt ótal av skurðviðgerðum umborð, sum mangar av søgunum á hesi heimasíðuni eru besta prógvið um.
Og dr. Parker hevur somuleiðis gjørt sær sína hugsan um hvønn mun, ið arbeiðið ger:
– Hesi fólkini eru hvørki dovin ella óklók. Teimum vantar bert eitt – eina vón um framtíðina, slær hann fast.

AT SIGA SANNLEIKAN
Dr. Parker greiðir frá, at teir mangan eru komnir út til fjart liggjandi landsbygdir, har neyðin er stór og støðan mangan at meta sum vónleys.
– Onkur vil kanska siga: Kom, latum okkum frá skipinum samstarva við tey lokalu, soleiðis at vit kunnu fáa skil á vatnveitingina í landsbygdini. Og meðan vit nú eru her, latum okkum so bara betra um skúlan og dagføra sjúkrahúsið.
– Og ja, alt hetta kunnu vit gera, um vit samstarva. Tá fer morgindagur teirra at gerast betur, hugleiðir hann.
Men í landsbygdini fata tey slík orð og slíkar ætlanir munandi øðrvísi: Tey hyggja eftir tær við sorgblídni, apatiskum eygum, og so fært tú spurningin:
– Hvat fær teg at halda, at eg, sum ein tilkomin maður, skal trúgva, at tað, tú sigur mær er sannleikan?
– Tí, skilir tú, vit hava ongantíð fingið nakra hjálp. Vit hava stríðst, men hava aldrin megnað nakað, sum kann linna líðing okkara!

ÓGJØRLIGT
Dr. Parker hevur hoyrt slíkar útsagnir mangar ferðir.
Hann greiðir frá, at eitt sitat, sum veruliga hevur verið honum til hjálpar, er hetta: Skal vónin vera eftirfarandi í framtíðini, má hon spyrjast her og nú.
– Tá menniskju koma til ”Africa Mercy”, og hava fingið sjónina aftur eftir eina grástar-skurðviðgerð, ella tá ein kvinna fær eina skurðviðgerð sum ger, at hon sleppur av við óviljað vatnlát, hugsi eg altíð, at tey hava neyvan trúð ella hildið, at hetta kundi henda teimum.
– Tað er hetta, sum gevur menniskjum evnini at hava eina vón um eina betri framtíð. Tey hava roynt nakað her og nú, sum tey mettu vera ógjørligt, greiðir hann frá.


Søga 17: Aicha sá og tók um lummalyktina

Sólin er ikki meiri enn komin undan havsbrúnni, tá Fatmata fer avstað við tvey ára gomlu dóttrini Aicha á rygginum til staðbundna marknaðin, har hon ætlar at selja sínar appilsinir.
Kring um tær er levind og gangur frá øllum hinum, sum eru komin hagar í somu ørindum. Her kann ein av sonnum tosa um margfeldi.


Men Aicha hoyrir bara hetta suðandi ljóðið. Hon sær ongan, av teirri einfaldu orsøk at hon hevur krithvítar hinnur á báðum eygum. Ja, hinar kvinnurnar á marknaðinum halda lítið um hesa lítlu gentuna, sum tær kalla eina gívur.
Tá Aicha var tríggjar mánaðar gomul skiltu foreldrini, at okkurt var áfatt við sjónini á lítlu dóttur teirra. Hon var als ikki hugað í øllum tí sum gekk fyri seg rundan um hana, á sama hátt sum systkin hennara høvdu verið.
Ikki fyrrenn hon byrjaði at ganga framvið fingu tey váttan fyri tí, sum tey høvdu óttast: Aicha hevði snøgt sagt onga sjón!

LUMMALYKT
Foreldur hennara vóru tí sera óttafull, tá tey fingu høvið at vitja umborð á Africa Mercy við tí í hyggju at lata toymið frá eygnadeildini kanna hana.
Meðan tey bíðaðu at sleppa umborð, sóu tey ein sjúkling fyri og annan eftir taka burtur bandasjuna frá eygum sínum. Tey hoppaðu og dansaðu av gleði, nú ið tey høvdu fingið sjónina aftur. Fatmata kendi her, at vónin vann á óttanum.
Eygnatoymið umborð vóru at byrja við eitt sindur í iva, um sjón hennara mundi fara at koma fyri seg aftur eftir eina skurðviðgerð.
Fyri at kanna hana betur, lýstu tey í eygu hennara við eini lummalykt. Tá brosaði Aicha um alt andlitið, og tók í lummalyktina.
– Tað var ótrúligt at síggja ávirkanina av hesi ljósstráluni, sigur optikkarin umborð, Larina Brink.
– Aicha fylgdi ljósinum við eygunum. Tá visti eg, at skurðviðgerðin fór at eydnast. Skjótt fór ein heilt nýggjur heimur at lata seg upp fyri henni.
Morgunin eftir skurðviðgerðina bíðaðu øll í spenningi eftir stóru løtuni hjá Aicha. Hon hevði bandasju kring hendurnar, soleiðis at hon ikki skuldi byrja at pilka í teirri, sum hon hevði um eyguni.
At byrja við skilti hon ikki hvat fór fram. Men so settu tey hana niður á gólvið, soleiðis at hon kundi byrja at ganga, og tá sóu tey hetta sama brosið aftur. Tað tóktist sum hon ikki megnaði at sodna øll hesi mongu inntrykkini nóg skjótt.
Aicha skilti nú, at fólk vóru rundan um hana, og gekk fram og aftur til hon at enda fann mammuna, og sá hana á fyrsta sinni.

EITT UNDUR
Nógv er broytt í lívinum hjá Aichu. Nú bæði dansar hon og flennir.
– Alt tað, sum onnur søgdu um hana, var skeivt, sigur ein ovurfegin Fatmata.
Nú er heimurin hjá Aichu vorðin nógv størri og á tremur við møguleikum. Hon er framvegis við mammuni á marknaðinum.
– Nú kalla øll hana fyri eitt undur. Tey siga, at alt tað gandakenda er farið frá henni. Men eg veit hvat hendi. Hon var sjúk, men er nú vorðin frísk.
– Eg fái ikki sagt frá, hvussu fegin eg eri, sigur mamman.
Myndatekstir:

Øll fegnast, nú Aicha hevur fingið sjónina aftur

So er royndarsiglingin ikki eftir

Skjótt kann heimsins størsta sivila sjúkrahússkip ”Global Mercy” fara á sín fyrsta túr. Hesin verður eftir ætlan stutt eftir ársbyrjan í 2022.

Skipið legði frá landi og til havs, her ein ynskti at hyggja eftir, hvussu tað riggar undir slíkum umstøðum, samstundis sum ein tjekkar av, hvussu øll útgerðin virkar.
– Vit kunnu í dag boða frá, at okkara nýggja sjúkrahússkip hevur staðið allar royndir á hesum túrinum, sigur Randi Mondorf, forkvinna í stýrinum í donsku deildini í Mercy Ships.
– Nú fara vit undir at gera skipið liðugt innan, og her hugsa vit serliga um sjúkrahúsið og útgerðina, ið tey skulu brúka har, áðrenn skipið fer í sigling at veita ókeypis læknahjálp til menniskju í neyð.
Áðrenn tey koma so langt, skal skipið liggja við bryggju í belgiska býnum Antwerpen eina tíð, har alt tað, sum hoyrir til sjúkrahúsið umborð skal setast upp. Eftir tað fer skipið til Rotterdam, áðrenn lagt verður frá landi á fyrsta túrin, sum verður til høvuðsstaðin í Senegal, Dakar, í januar næsta ár.
Nevnast kann, at umborð eru seks skurðstovur og eitt sjúkrahús, sum kann hava 200 sjúklingar. Umborð er annars pláss fyri 950 fólkum, tá tey liggja við bryggju, íroknað manningina, ið telur 641.

Nýggja skipið ”Global Mercy” er systurskip til gomlu donsku jarnbreytarferjuna ”Dronning Ingrid”, sum felagsskapurin ognaði sær í 1999.

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×