Mercy Ships góð tíðindi til aðalfundin: Hava hjálp 2,1 mió menniskjum

Hósdagin 25. mars hevur føroyska deildin av stóra altjóða felagsskapinum ”Mercy Ships” at halda aðalfund sín. Hann verður hildin í J.H. Schrøters gøta 11; Tórshavn og byrjar klokkan 19.
Føroyska deildina av Mercy Ships telist kanska millum tær minnu í felagsskapinum. Men hon er kortini partur av einum arbeiði sum síðani stovnanina í 1978 hevur hjálpt meiri enn 2,1 milliónum menniskjum í ymiskum menningarlondum.
Við hjálp frá stórum skipi, sum er umbygt til eitt flótandi sjúkrahús, verður læknahjálp veitt á høgum støði til sjúk menniskju, sum annars ikki høvdu møguleika at fáa hesa hjálpina.
Umborð á skipinum ”African Mercy” er møguleiki at fáa viðgerðir fyri góðkynjaðir svullir, varra- og gómakloyvir (haruskarð), truplir brunaskaðar, truplir føðiskaðar, “grå stær” og skaðar, sum krevja ortopetiskar viðgerðir. 

450 SJÁLVBOÐIN

African Mercy er heimsins størsta óhefta sjúkrahússkip uppá 16.700 GT. Hvørt ár veitir skipið hjálp til menniskju í Afrika, serliga í Vesturaftrika, har fátakradømið er sera stórt.

Sjúkrahússkipið hevur sjey væl útgjørdar skurðstovur, 80 seingjarpláss og veitir árliga uml. 7.000 skurðviðgerðir, umframt túsundavís av øðrum minni sjúkraviðgerðum.

Skipið er mannað við uml. 450 sjálvbodnum hjálparfólkum úr meira enn 30 londum, sum øll gjalda fyri at búgva og arbeiða umborð. Millum hesi hava eisini føroyingar arbeitt umborð. 

Allar viðgerðir, sum skipið bjóðar eru ókeypis fyri tann sjúka. Viðgerðir verða givnar til menniskju, uttan mun til mentan, kyn ella religión. 

FØROYSKUR STUÐUL

Føroyska deildin hevur eina nevnd. Í henni sita Hendrik Olsen úr Lamba sum formaður, , Olaf Olsen í Søldarfirði næstform., Sólrun Poulsen í Havn sum kassameistari, Hildigun Steinhólm Højgaard í Saltnesi og Jóan Petur Johannessen í Havn, Frimod Rasmussen úr Klaksvík og Ragnar Sundstein í Søldarfirði, sum nevndarlimir.

Nevndin er ólønt.
Nevnast kann haraftrat, at einasti CT-skannarin í øllum Vesturafrika er umborð á African Mercy. Hann verður nógv brúktur í økinum, her tey virka mest.

Heilsan

Mercy Ships Fo

Nýtt skip til gagns fyri milliónir

Gamla Stórabelts-ferjan ”Dronning Ingrid” fær nú eitt systurskip, tá Mercy Ships um eitt ár fær nýtt hospitals-skip. Við hesum báðum skipum fer at bera til at tvífalda talið av sjúklingum, sum kunnu fáa læknahjálp og skurðviðgerðir umborð. Støðan í heiminum er, at fimm milliardir menniskju hava ikki atgongd ella ráð til rætta læknahjálp – av hesum búgva 97 % teirra í Afrika, sunnan fyri Sahara!

– Hetta er eitt ógvusligt tal av børnum og vaksnum, sum hava tørv á hjálp til heilt vanligar skurðviðgerðir og hjálp frá læknum. Vit vita, at tørvurin er stórur, og at brúk er fyri at vit gera enn meiri. Orðini eigur aðalskrivarin í Mercy Ships Danmark, Vibeke Hauge Førrisdahl. Hon kann tí fegnast um, at felagsskapurin seinast í 2021 fer at kunna flota nýggja og stásiliga skipið, sum fær navnið Global Mercy. Saman við Africa Mercy fer nýbygda skipið at vitja havnir og lond í Afrika at veita læknaliga hjálp.

– Við at økja um innsats okkara við enn einum hospitalsskipi, kunnu vit samstundis í størri mun gera nakað við neyðina í heiminum og tann stóra eftirspurningin eftir heilsutænastum fyri tey fátæku londini í Vesturafrika. – Mercy Ships er kent fyri at vera profesjonelt og íðið í sínum virkemi, og tað fer eisini at eyðkenna alt í og kring nýggja skip okkara, sigur aðalskrivarin. Og hon leggur aftrat: – Global Mercy verður tí eitt væl útgjørt og serbygt hospitals-skip við allari teirri útgerð og teirri tøkni, sum krevst til eitt slíkt skip. Tað verður mannað við vælútbúnum volontørum, sum fara at taka sær av øllum teimum, ið hava brúk fyri læknahjálp! Nýggja skipið, sum er heimsins størsta sivila hospitals-skip, er serliga sniðgivið við seks stovum til skurðviðgerðir og nútíðar møguleikum fyri at útbúgva fólk. Øll henda útgerðin fer at leggja lunnar undir ein nýggjan møguleika at læra nýggj heilsustarvsfólk upp, soleiðis at tey sjálvi kunnu geva og gjøgnumføra skurðviðgerðir í teirra heimlandi, tá skipið er farið víðari til næstu havn.

UM GLOBAL MERCY Umborð er – seks skurðstovur – fimleikarhøll og hylur til uppvenjing

– fyrilestrarsalur til umleið 700 fólk

– fróðskaparsetur til lesandi (til dømis lokal heilsustarvsfólk) – pláss til 600 sjálvboðin úr øllum heimsins londum, sum umboða nógvar ymiskar fakbólkar – so sum skurðlæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, manning at sigla skipið, kokkar, lærarar, elektrikkarar, tænastufólk og onnur – kaffistova, handlar og bókasavn Longd: 174 metrar (Norröna: 164 m) Breidd: 28,6 metrar (Norröna: 30 m) BRT: 37.000 (Norröna: 36.000)

Hygg nærri at skipinum: https://www.youtube.com/watch?v=ZTXTfaLOaI8

Søga 16 : Gnilane fekk eitt nýtt lív

Tá Gnilane var 15 ára gomul byrjaði ein knykil at vaksa fram í andliti hennara. Samstundis sum knykilin bara vaks og vaks, noyddist unga kvinnan at raðfesta alt sum eitur útbúgving og framtíð av nýggjum.

Við hjálp frá Mercy Ships fekk Gnilane úr Senegal umsíðir bilbukt við knyklinum.

Knykilin og tann nógva pínan, sum fylgdi við hesum, køvdi at enda dreymin um ein útbúgving. Hon fekk sær ístaðin starv sum hárfríðkari.
Eftir at hava livað við fylgjunum av einum knykli í mong ár, kom hon at enda í samband við læknatoymið umborð á Africa Mercy. Nú er vónin birt aftur um eina ljósa framtíð:
– Eg síggi nú fram til at fara í skúla aftur og halda fram við lesnaði mínum. Tað er bert tað sum eg ynski.
– Nú kann eg aftur hava dreymar, millum annað at lesa til lækna – ikki minst takkað verið virkseminum hjá Mercy Ships, sigur tann nú 25 ára gamla Gnilane.


Søga 15: Gud grøddi Lorette gjøgnum forbøn

Forbøn hevur altíð spælt ein stóran leiklut í vónini og grøðingini, sum Mercy Ships bjóðar.

Lorette á Flipisoyggjunum visti, at hon hevði grønstar, og at sjónin á høgra eyga so líðandi fór at hvørva. Hon visti sum var, at hon kundi einki gera sjálv.
Tann neyðuga skurðviðgerðin var ov kostnaðarmikil, – men tá hon hoyrdi, at Island Mercy kom til ein bý í nánd av heimbýi hennara í 2004, var bara eitt at gera: At boða frá, at hon ynskti at fáa eyguni kannaði. Kanska kundi tey umborð hjálpa henni.
Á klinikkini, sum var sett upp á bryggjuni, staðfesti ein eygnalækni beinanvegin, at um Lorette ikki fekk sína skurðviðgerð skjótt, so kundi tað gerast ov seint.
Skurðviðgerðin var sett at vera tríggjar dagar seinni á staðbundna sjúkrahúsinum.
Lorette var, sum vera man sera fegin um at kunna fáa viðgerð fyri eygnasjúku sína, men samstundis óttaðist hon at fara undir skurð. Eygnalæknin greiddi henni tí frá einum øðrum møguleika: At biðja Gud um at grøða hana!

SKEIVT EYGA??
Lorette skundaði sær heim aftur, og fór at leita eftir nærmastu kirkjuni. Hon fór inn gjøgnum ólæstu dyrnar, og oysti sítt hjarta út fyri Gudi alt kvøldið, og bað hann um grøðing.
Morgunin eftir fór hon aftur á klinikkina. Har var okkurt hent um náttina, tí nú kundi høgra eyga hennara fokusera. Læknin mátti kanna eygað einaferð aftrat.
– Tað má vera skeivt eyga, segði hann, ikki sørt ørkymlaður á málinum.
– Hetta eygað virkar so sum tað skal – sum var tað hjá einum nýføðingi!
Hann hugdi tí eftir vinstra eyganum. Tað var eisini í lagi, og journalurin vísti, at tað altso var høgra eyga sum skuldi skurðviðgerðast, men nú var einki at síggja.
Nå, men kanska er talan um skeivan persón, hugsaði læknin. Men eygna-toymið kundi sannføra hann um, at hetta var rætti sjúklingurin, og kundi samstundis staðfesta, at Gud veruliga hevði nortið við eyga hennara.

Lorette Cajadezo fór úr klinikkini við eini nýfunnari trúgv á Gud. Og hjá eygna-toyminum var ikki annað at gera, enn at avlýsa óneyðugu skurðviðgerðina.

Social Media Auto Publish Powered By : XYZScripts.com
×