– Um vit bera skjótt at, kunnu vit verja tey veiku, tey gomlu og ikki minst tey, sum eru ringast fyri í Afrika orsakað av korona og øðrum heilsutrupulleikum, sigur Roger Vassnes, sum er leiðari í norsku deildini hjá Mercy Ships.

Tað er meiri enn eitt ár síðani, at felagsskapurin bað um stuðul til keyp av útgerð, ið kann verja ímóti herviligu smittuni. Og undirtøkan millum norsku stuðlarnar hevur verið serstakliga góð.
– Nú eygleiða vit, hvussu teir ymisku smittandi variantarnir spjaða seg við risafetum, millum tey, sum eru í størsta smittuvanda í Afrika.
– Ja, meðan eg skrivi hesar reglurnar, eru 30 afrikansk lond í vanda fyri at fáa eina nýggja bylgju av korona. Í summum londum er smittan tvífaldað eftir stuttari tíð, sigur Roger Vassnes (myndin).
Og hann leggur álvarsamur aftrat:
– Vit mugu bera skjótt at! Talið av fólki, ið verða innløgd er økt við 40 prosentum!
(Lesið eisini greinina frá 20/10-21, har føroyska deildina av Africa Mercy hevur latið 250.000 krónur til at basa korona í Afrika – https://mercyships.fo/uncategorized/250-000-foroyskar-kronur-til-stridid-moti-korona-i-afrika/page/0 ).
ØLL Í SAMA BÁTI
Roger Vassnes heitir í roynd og veru á øll um at gera sítt til, at hetta smittandi frábrigdið ikki spjaðir seg við deyðiligari og skjótari ferð gjøgnum nøkrum av heimsins mest viðbreknu økjum.
– Hesin skjóti vøksturin av smittutilburðum í Afrika hóttir tey allarveikastu – tey gomlu og sjúklingar, sum frammanundan líða av álvarsomum sjúkum.
– Nógv teirra hava frammanundan eina veika immunverju, og eru tí í enn størri vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey fáa smittuna, leggur hann dent á.
Longu nú merkja sjúkrahúsini til tørvin á heilsustarvsfólkum. Um hesi starvsfólkini ikki skjótt vera vaksineraði, fer tað bara at økja um trupulleikarnar.
RÆÐULIGUR VERULEIKI
Roger Vassnes vísir á, at tey – ella vit – sum eru vorðin vaksinerað, merkja ein lætta, at tú og tín familja eru vard.
Afrika er aftarlaga í kø’ini, tá talan er um at útvega vaksinuna. Tað vilja vit gera nakað við!
Fjarstøðan í heimin minkar alsamt, meðan smittan ferðast skjótt frá einum landi til hitt. Tí vera vit eisini rakt av tí, sum hendir í Afrika. Vit eru í roynd og veru í sama báti – hvør einasti okkara.
Nógv okkara hava kanska merkt til stressið, um smittan er í nánd av økinum, har tú býrt.
– Dugir tú at ímynda tær, at tú fekst at vita, at til er ein vaksina sum kann verja teg og familju tína – men at tað bar ikki til at fáa hendur á henni?
– Júst hetta er tann ræðuligi veruleikin fyri milliónir av afrikanarum.
SKJÓT HJÁLP
Norska deildin í Mercy Ships heitir tí á fólk um stuðla arbeiðinum at fáa vaksinurnar út til staðbundnu heilsumiðstøðirnar í Afrika.
Her verður eisini skipað fyri upplæring av heilsustarvsfólkum, og hvussu ein handfer hesa dýrabaru vaksinuna, sum skal kølast niður, sjálvt í teim heitastu londunum í Afrika.
Henda gávan kann eisini gera sítt til at kunna fólk í heimsins mest óframkomnu økjum um at vaksinan er ávegis, og at tey eru trygg.
– Um vit bera skjótt av, kunnu vit verja tey mest viðbreknu, vísir Roger Vassnes á.
(Kelda: mercyships.no)