Ulrich: – Hygg nú eftir mær!

Spread the love

Hvør einasti sjúklingur, sum kemur umborð á Africa Mercy hevur sína serstøku søgu. Men ein tann mest serstaka søgan man vera hon, tá starvsfólkini fyrstu ferð sóu 12 ára gamla Ulrich.

Ulrich var føddur við skeivum knøum, fyri at siga tað milt. Vøddar hansara mentust ikki á sama hátt sum beinagrindin, soleiðis at beinini fóru at venda alt meiri og meiri aftureftir – sum myndirnar eisini prógva.
Mamman, Georgetta royndi av øllum alvi at finna ein skurðlækna, sum kundi fáa sonin at ganga og virka, eins og javnaldrar hansara.
Hon fann læknan, men kostnaðurin fyri skurðviðgerðina var nógvar ferðir størri enn hon hevði pening til.
– Veruleikin var, at læknarnir nærum ikki vildu nerta Ulrich við tí fyri eyga at kanna hann. Tað var sera hart hjá mær at síggja, hvussu hetta píndi hann.
– Tá hann hevði ilt, hevði eg so sanniliga eisini ilt!


PÍNA Í HONDUM OG FÓTUM

Hóast fólk bæði spottaðu og speiróku hann fyri útsjónd sína, tók hetta ikki mótið frá Ulrich.
Í barmi hansara lá eittans ynski: Eg vil sleppa at røra meg. Og soleiðis lærdi hann at ganga við stavum gjørdum úr træi.
Vilji hansara at vera eins og aðrir dreingir, var ikki ókeypis, um ein kann siga tað so. Hann hevði altíð pínu í hondunum og liðunum, sum altso skuldu bera eina eyka vekt á ein øðrvísi hátt.
– Eg hugsaði ofta um, og stúrdi mangan fyri, at hevði eg so nógv pínu nú, fór tað at verða nógvar ferðir verri, tá eg fór at gerast eldri, greiðir Ulrich frá.
Sum skilligt er, so gjørdist tað alsamt truplari hjá honum at hjálpa mammu síni við teim dagligu tingunum heima við hús, sum til dømis at heinta brenni og vatn.
– Ja, eg óttaðist fyri at gerast eldri, soleiðis sum likamliga støðan hjá mær var. Eg ynskti ikki at mítt lív skuldi blíva soleiðis.

AT GANGA UPPRÆTTUR
Men soleiðis bleiv tað altso ikki hjá tí unga Ulrich.
Takkað veri stuðlum hjá Mercy Ships og teirri sjálvbodnu arbeiðismegini umborð, fekk Ulrich ein dagin eitt heilt annað lív.
Lív hansara fekk eina aðra vend, tá hann varð lagdur undir skurð umborð á Africa Mercy.
Tað var ikki ein løtt uppgáva, sum læknarnir umborð tóku á seg, tí har var neyðugt við nógvum skurðviðgerðum.
Men umsíðir kundi Ulrich fara á føtur – og ganga upprættur.
Hann trúði veruliga ikki, at hetta vóru hansara bein. Tá hann fór á føtur, royndi hann av øllum alvi at strekkja seg upp móti loftinum. Og tá hann fór til gongu á fyrsta sinni, vóru fyrstu fet hansara beint yvir til mammuna at geva henni eitt klemm.

ÚTBÚGVING
Eitt var, at Ulrich nú kundi ganga sum vanligt. Men størri og betri var, at nú lá leiðin eisini opin fyri dreymi hansara, nevniliga at fáa sær eina útbúgving.
– Frammanundan, tá eg skuldi ganga mær ein túr, vóru tað nógv fólk sum bara stardu at mær. Tey hugsaði helst, at hetta var ein brekaður persónur, og tey fóru tí eisini øðrvísi við mær.
– Men høvdu tey sæð meg nú!, sigur hann fegin á málinum.
Henda ótrúliga broytingin kundi bert lata seg gera, tí fólk standa aftanfyri Mercy Ships. Henda hjálpin broytti lív hansara, og gav honum eina vón um eina ljósa framtíð.
Ulrich er í dag ein glaður unglingi!

Onnur tíðindi