Dieynaba, – nú kanst tú aftur dansa!

Spread the love
  • Lítla Dieynaba er eitt reystmenni, sigur mamma hennara.

Dieynaba var ein ung genta, hvørs stóra áhugamál var at dansa.
Men hon var ikki meiri enn trý ára gomul, tá hon datt í heita olju, sum gjørdi sítt til, at vinstra síða hennara fekk stór og álvarsom brunasár.
Ikki nokk við tað, so kropnaðu vinstri armur og fingrarnir á vinstru hond seg so mikið nógv, at hon at enda misti følilsi og rørslu í arminum.
Mamma hennara, Hawa Ndieye minnist bara, hvussu Dieynaba so líðandi misti lívsgleðina og smæddist meiri enn áður.
– Hon steðgaði eisini við at dansa, greiðir mamman frá.
Men vegna trúgv sína, var aftursvar hennara til støðuna at biðja uttan íhald fyri dóttrini. Hon kendi ongan beiskleika, men vónaði bara.
– Gud hevur skil á øllum, sigur hon, alt meðan hon bað umaftur og umaftur fyri grøðingina hjá dóttur síni.


REYSTMENNI
Familja hennara var før fyri at gjalda til ein lækna í bygdini, sum kannaða hana. Men boð hansara vóru, at her var lítið og einki at gera við brekið.
Við ongari aðrari vón enn trúgv teirra á Jesus, gekk tíðin, og Dieynaba var nú vorðin níggju ára gomul. Og brádliga ein dag, blivu bønirnar hjá mammuni svaraðar.
Hetta hendi, tá ein vinur fortaldi familjuni um eitt skip, sum fór at koma til høvuðsstaðin í Senegal, har møguleiki var at fáa læknahjálp.
Dieynaba var vorðin 11 ára gomul, nú tey fóru upp gjøgnum landgangin til Africa Mercy, har ein ókeypis og lívsbroytandi skurðviðgerð stóð teimum í boði.
At leggja hana undir skurð var ikki bara sum at siga tað, tí vandi var veruliga fyri, at tann samankropna hondin fór at gerast enn meiri kropin.
Fyri at forða fyri hesum, byrjaði endurvenjingin av Dieynaba so skjótt, sum hon megnaði tað. Hetta er ein long og hørð tíð, men hetta ávirkaði ikki hana serliga nógv.
– Hon er av sonnum eitt reystmenni, sigur Hawa Nidieye.
So hvørt sum støðan batnaði, ”stjól” hon hjørtuni á teimum sjálvbodnu umborð, sum gjørdu sítt til at viðgerðin og endurvenjingin eydnaðust so væl.
– Eg komi ongantíð at gloyma mátan, soleiðis sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hjálptu mær, og høvdu umsorgan fyri mær, sigur Dieynaba.
Nú er hon komin víðari, brosið er komið aftur, og ein ljós og góð framtíð bíðar henni.

Onnur tíðindi