– Skipið er okkara nýggja heim

Spread the love
Ole Urdal, HVACR Engineer.

Í oktober mánaði í fjør tóku hjúnini Ole og Kamilla Urdal eina stóra avgerð: Tey ynsktu at gerast sjálvboðin umborð á Global Mercy.

Sum um tað ikki var nóg mikið, so tóku tey fýra børn síni við umborð, fluttu úr heiminum í Noregi og fluttu inn í eina familjukamar umborð á heimsins størsta hospitalsskipi, her Ole brúkar tíð og førleikar sínar í maskinrúminum.
Børnini ganga í skúla umborð – í barnagarði, fólkaskúla og miðnámi.
Uppgávan hjá Ole er einføld: Hann skal syrgja fyri at tað altíð er ljós umborð, og at luftskiftis-anleggið riggar, alt meðan Kamilla er umsorganarpersónurin fyri tey fýra børnini – Emerik, Martin, Oliver og Samuel.

HEIMAMAÐUR
Hetta var ikki júst tað, sum familjan upprunaliga ætlaði. Ole skuldi upprunaliga vera hann, sum skuldi vera ”heima-maður”, meðan Kamilla, sum er útbúgvin tannlækni, skuldi vera sjálvboðin umborð.
– Okkum dámdi væl konseptið hjá Mercy Ships, og tí sendu vit inn umsókn okkara, greiðir Ole frá.
– Tá eg hitti konu mína fyri 17 árum síðani, byrjaðu vit nokkso skjótt at tosa um at gera okkurt annað. So hvørt sum árini gingu, tosaðu vit oftari og oftari um hetta.
Í 2010 hoyrdu tey á fyrsta sinni um Mercy Ships, og nú, ið nýggjasta skipið skuldi fyrireikast og byggjast, vaks áhugin av nýggjum. Tey gjørdu ikki mætari enn at boða frá luttøku.
Tað skuldi tó vísa seg, at teirra ætlanir broyttust munandi: Global Mercy hevði av álvara brúk fyri einum manni við hansara royndum og førleikum innan hita og sanitet. Nú gjørdist tað Kamilla sum ansaði børnunum. Fyribils ætla tey at vera tvey ár umborð:
– Hetta er okkara nýggja heim, greiðir Ole frá. – Eg eri til reiðar at gera tað arbeiðið, sum skal til, soleiðis at skipið kann sigla.
– Vit fingu eitt nýtt skip, so vit vóru noydd at læra okkum allar skipanirnar, hvussu tær virka og hvussu vit loysa teir ymisku trupulleikarnar, sum altíð stinga seg upp.
Við báðum skipunum – Africa Mercy og Global Mercy – eru omanfyri 1500 sjálvboðin úr 60 londum, sum brúka royndir sínar at gera tað besta fyri onnur.
– Vit hava øll sama mál, og sama anda fyri at tað skal eydnast – at tvífalda ávirkanina hjá Mercy Ships, at tvífalda vónina og tvífalda orkuna at veita grøðing til menniskju.

Ole Urdal, HVACR Engineer.
Onnur tíðindi