Bowie: – Komi altíð at minnast smílini

Spread the love

15 ár eru longu tíð, tá ein hugsar um at vera sjálvboðin umborð á einum skipi. Men fyri norðmannin, við navninum Bowie hevur tíðin gingið sera skjótt.

Bowie, hvørs kristna navn er Harald Buverud, vaks upp í Kristiansand í Noregi. Hann er nú vorðin 48 ára gamal, og handan stóra skeggið sært tú altíð eitt stórt bros.
Bowie hevur arbeitt sum sjálvboðin hjá Mercy Ships í samfull 15 ár, men fyri hann kom eisini dagurin í 2017, tá hann fór í land á seinasta sinni av skipinum ”Africa Mercy”.

Tá hann setti fótin í land, var fyrsti spurningurin til hann sjálvandi hesin: Hvussu ber tað til, at tú hevur brúk so nógv ár av lívi tínum sum sjálvboðin umborð?
Svar hansara kemur beinanvegin við einum stórum brosi undan síða skegginum:
– Tað eru nógv svar til henda spurningin, men tú skalt fáa tað stutta svarið: Tí at tað virkar!
– Svarið tykist tær kanska løgið, men eg havi fingið henda spurningin so mangar ferðir í tíð míni umborð. Og hetta svarið er altíð tað, sum kemur til mín, tá eg skal svara, greiðir Bowie frá.
Og hann leggur aftrat í sama andadrátti:
– Ókey. At byrja við snúði tað seg mest um forvitni – forvitni, um tað at kunna gera mun. Eg hevði, eins og øll hini umborð, eitt ynski um at kunna gera okkurt fyri onnur í einum heimi merktur av neyð og fátækadømi.
– Lítið grunaði eg tá, at mín áhugi og mín kunnleiki til sveising og viðlíkahald, skuldi gerast mítt amboð til at skapa nýggjar møguleikar fyri nøkur av heimsins fátækastu.

SERSTAKUR LEIKLUTUR
Hóast Bowie hevði sveinabræv sum sveisari, so ynskti hann at læra meiri. Hann lærdi víðari til køli-verkfrøðing.
– Hetta var eitt sera stórt lop fyri meg, men tað hevur hinvegin givið mær mong høvi til at tryggja raksturin av sjúkrahúsinum umborð, og sum Africa Mercy er so kent fyri.
– Hetta er somuleiðis ein partur av kjarnuni til stóra kærleikan og innsatsin hjá øllum okkum, sum arbeiða sum sjálvboðin umborð.
– Øll hava sín serstaka leiklut, – ja, sum ein partur av einum stórum apparati. Óansæð um man er skurðlækni ella maskinistur, so geva øll hesi sítt serliga íkast, soleiðis at hetta kann virka effektivt og vera eitt fakliga trygt arbeiðsstað.

SMÍLIÐ STENDUR EFTIR
Fyri Bowie er trupult at taka fram eina einstaka ella ta serstakastu upplivingina umborð, tá hann verður spurdur um tað, tí inntrykkini hava verið bæði sterk og mong.
– Tað er greitt, at tað eru nógv sterk inntrykk, sum møta okkum í teimum londunum, ið vit hava vitjað. Hetta eru nøkur av heimsins allarfátækastu londum, og vit vita, at vit kunnu ikki hjálpa øllum.
– Men, tað sum veruliga situr eftir, er heilt víst øll tey smílandi andlitini, sum vit síggja, í takksemi frá hesum, sum fingu ein nýggjan møguleika, greiðir Bowie frá.
Nú, ið hann fór í land, visti hann ikki rættiliga, hvat hann fór at takast við.
– Íbúðin skal í øllum førum hava ein umgang, – eg meini so við, hon hevur bíðað í 15 ár eftir eini dagføring. Alt aftaná tað verður sum eitt nýtt og spennandi ævintýr, endar Bowie.



Onnur tíðindi