– Uttan heilsu verður eingin menning

Spread the love

Hátíðarhaldið umborð á Global Mercy var ikki bert eitt hátíðarhald. Tað er eisini byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í søguni hjá felagsskapinum – og ikki minst afrikanska fólkinum.


Tað var ikki hvør sum helst, ið vitjaði umborð á Global Mercy í hesi vikuni. Eingin mætari enn forseti Senegals var gestur her til stórfingna hátíðarhaldið.
Forsetin, Macky Sall, var boðin umborð, saman við øðrum leiðarum og fakpersónum, nú farið verður av álvara undir virksemið við nýggja skipinum Global Mercy.
Og hann dugdi væl at síggja týdningin av, at fólkið í landi hevur góða heilsu og møguleika at fáa eitt betri lív.
– Uttan heilsu verður eingin menning í Afrika, staðfesti forsetin í talu síni.
Sall og aðrir leiðarar vóru ikki bara komnir umborð fyri at luttaka í hátíðarhaldinum. Teir komu eisini við nøkrum lyftum til tess at betra um heilsustøðuna í hesum heimspartinum.
Teir forpliktaðu seg nevniliga til at betra um atgongdina til dygdargóðar heilsutænastur, so sum skurðviðgerðir og aðrar viðgerðir, ið tørvur er á.
Møguleikin fyri hesum er nú betraður sera nógv – fyri ikki at siga: er tvífaldaður – nú bæði Africa Mercy og nýggja Global Mercy fara at veita hesar tænastur.

Á ovaru myndini verður snórurin kliptur til tað, sum nú fer at fáa avgerandi týdning fyri 1000-tals menniskju í Afrika.

Henda løtan verður mett sum byrjanin til eitt heilt nýtt tíðarskeið í søguni hjá Mercy Ships, sum við lívgevandi skurðviðgerðum fara at skapa eina nýggja vón fyri afrikanska fólkið.

Onnur tíðindi