Ingveig: – Tú kanst ikki bara gloyma hesi fólkini

Spread the love

– At síggja hesar longu kø’irnar av fólki, sum ynskja tannrøkt, rørir ein, sigur norska Ingveig Haslemo, sum fyri nøkrum árum síðani starvaðist sum tannlækni umborð á Africa Mercy.

Frá kamari sínum umborð hevur Ingveig eitt heilt ótrúligt útsýni – tí beint uttanfyri kúgveygað sær hon vøkru oynna, Madagaskar.
At hava tænastu sum tannlækni umborð á slíkum skipi, er munandi øðrvísi enn at arbeiða í landi:
Í fyrsta lagi er tannstøðan munandi verri enn í heimlandi hennara. Her eru nógv fólk, ið ikki hava eina einastu tonn. Tað serstaka er tó, at tey brosa hóast alt, og eru sera fegin fyri alla ta hjálpina, sum tey fáa frá Mercy Ships.
Her er útgerðin av besta slagi, og kring hana er ein stórt toymi sum bara hevur eittans ynski: At hjálpa øðrum neyðstøddum.

GOTT SAMSTARV
Ingveig, sum var seks vikur umborð, greiðir frá, at ein ikki bert arbeiðir, meðan ein er umborð, tí her er nógv annað at fara til.
Eitt av hesum er kjóla-hátíðarhaldið fyri teimum kvinnunum, sum hava fingið eina VVF-skurðviðgerð – sum er fyri inkontinentar kvinnur, sum hava havt fleiri truplar, drúgvar og týttar barnsburðir.
Skaðin av hesum er, at kvinnan hevur óviljað vatnlát, sum ger, at hon verður mangan útstoytt úr lokalsamfelagnum.

Tannlæknastova hennara er í landi, í havnabýnum Toamasina. Her starvast hon saman við fólki úr oynni, sum fáa bæði venjing og løn fyri at vera hjálparfólk og ikki minst sum tulkar fyri Mercy Ships.
– Hetta samstarvið riggar sera væl, og bæði eg og tey læra nógv av at samstarva, greiðir hon frá.

LAANGAR KØIR
Her á Madagaskar eru nógvir sjúklingar, ið hava tørv á hjálp við tannviðgerð, og hvønn einasta dag er ein lang kø av fólki, ið ynskja at fáa hjálp.

Tveir dagar um vikuna verða tenninar hjá fólkinum kannaðar, og tey fáa tá at vita, nær tey skulu koma aftur.
– At síggja hesar longu kø’irnar rørir ein, og tú sært, hvussu stórur tørvurin er at veita teimum hjálp, vísir hon á.
Eftir áðurnevndu skurðviðgerð umborð vóru tey heiðraði við áðurnevnda kjóla-hátíðarhaldi. Allar kvinnurnar høvdu pyntað seg til høvið og fingu gávur handaðar.

– Tað var ein ógloymandi løta at fáa sett andlit á hesi tølini, ið vit annars bara lesa um. Og at síggja, hvussu teirra lív verður broytt eftir eini einstakari skurðviðgerð, er ikki nakað sum bara fer soleiðis aftur við borðinum, sigur Ingveig at enda.

Onnur tíðindi