Søga 21: Knykilin hjá Charity var størri enn høvdið

Spread the love

Turriklæðið krógvaði tann stóra knykilin, sum vaks út úr munni hennara. Sylvester, ein hjálparmaður, bjóðaði sær at taka hana umborð á hospitals-skipið, men familja hennara segði nei.

Átta ár seinni, í 2018, var Sylvester til arbeiðis sum handverkari í ghanesiska býnum, har Charity búði.
Nú var knykilin vorðin størri enn høvdið, so hann nærum fjaldi andlit hennara. Hesaferð hevði hon einki ímóti at koma við á sjúkrahúsið.
Sylvester, sum hevur eitt stórt hjarta fyri landsmonnum sínum, gjørdi skjótt av, og setti seg í samband við Mercy Ships, áðrenn Charity fekk tíð at skifta hugsan, nú tann fyrsta kanningin stóð fyri framman.
Men Sylvester visti, hvussu hann skuldi bera seg at, tí hann hevur verið í slíkum uppgávum mangar ferðir áður.
Hesaferð ynskti hann haraftrat at fara við Charity.
– Eg fór við Charity, soleiðis at hon kundi kenna seg trygga á hesi longu ferðini úr Ghana og heilt til Guinea, greiðir Sylvester frá.

2000 KILOMETRAR
Neyðars Charity hevði upplivað eitt sindur av hvørjum í sínum lívi. Hon var gift og áttu tey fimm børn saman. Men:
Fólk vendu sær burtur frá henni. Tey flentu eftir henni. Tað kravdist av henni, at hon ikki át saman við hinum í familjuni. Og hon fór heldur ikki út fyri dyr.
– Eg kundi snøgt sagt ikki lata hana ferðast einsamalla allar hesar 2000 kilometrarnar, greiðir Sylvester frá.
Hetta var ein long og trupult fer úr heimlandi hennara og allan vegin til havnarbýin og høvuðsstaðin í Guinea, Conakry, har Africa Mercy lá við bryggju.

EITT UNDUR
Øll vóru, sum vera man, spent uppá, hvussu tað fór at gangast við skurðviðgerðini. Men stutt eftir, var Charity nóg birg at fara aftur á føtur úr songini.
Og Sylvester var púrasta tikin á bóli:
– Eg trúði næstan ikki mínum egnu eygum, nú eg sá hana uttan knykilin.
Hóast knykilin var ovurstórur, kom Charity skjótt fyri seg aftur. Hon gleddi seg nú til at fara heim aftur, og vísa fram sítt nýggja andlit.
– Nú kunnu øll síggja, at tað var ikki mær, at nakað var galið við, segði hon.
Og Sylvester leggur aftrat:
– Fekk hon ikki hjálp nú, var lítil ivi um, at hon skjótt vildi doyð. Men nú, – nú kann hon fáa eitt vanligt lív.
– Nú kann hon fara út fyri dyr og vera saman við familjuni og bygdarfólkinum. Vit hava so nógv at takka Mercy Ships fyri. Hetta er einki minni enn eitt undur!

Onnur tíðindi