Søga 17: Aicha sá og tók um lummalyktina

Spread the love

Sólin er ikki meiri enn komin undan havsbrúnni, tá Fatmata fer avstað við tvey ára gomlu dóttrini Aicha á rygginum til staðbundna marknaðin, har hon ætlar at selja sínar appilsinir.
Kring um tær er levind og gangur frá øllum hinum, sum eru komin hagar í somu ørindum. Her kann ein av sonnum tosa um margfeldi.


Men Aicha hoyrir bara hetta suðandi ljóðið. Hon sær ongan, av teirri einfaldu orsøk at hon hevur krithvítar hinnur á báðum eygum. Ja, hinar kvinnurnar á marknaðinum halda lítið um hesa lítlu gentuna, sum tær kalla eina gívur.
Tá Aicha var tríggjar mánaðar gomul skiltu foreldrini, at okkurt var áfatt við sjónini á lítlu dóttur teirra. Hon var als ikki hugað í øllum tí sum gekk fyri seg rundan um hana, á sama hátt sum systkin hennara høvdu verið.
Ikki fyrrenn hon byrjaði at ganga framvið fingu tey váttan fyri tí, sum tey høvdu óttast: Aicha hevði snøgt sagt onga sjón!

LUMMALYKT
Foreldur hennara vóru tí sera óttafull, tá tey fingu høvið at vitja umborð á Africa Mercy við tí í hyggju at lata toymið frá eygnadeildini kanna hana.
Meðan tey bíðaðu at sleppa umborð, sóu tey ein sjúkling fyri og annan eftir taka burtur bandasjuna frá eygum sínum. Tey hoppaðu og dansaðu av gleði, nú ið tey høvdu fingið sjónina aftur. Fatmata kendi her, at vónin vann á óttanum.
Eygnatoymið umborð vóru at byrja við eitt sindur í iva, um sjón hennara mundi fara at koma fyri seg aftur eftir eina skurðviðgerð.
Fyri at kanna hana betur, lýstu tey í eygu hennara við eini lummalykt. Tá brosaði Aicha um alt andlitið, og tók í lummalyktina.
– Tað var ótrúligt at síggja ávirkanina av hesi ljósstráluni, sigur optikkarin umborð, Larina Brink.
– Aicha fylgdi ljósinum við eygunum. Tá visti eg, at skurðviðgerðin fór at eydnast. Skjótt fór ein heilt nýggjur heimur at lata seg upp fyri henni.
Morgunin eftir skurðviðgerðina bíðaðu øll í spenningi eftir stóru løtuni hjá Aicha. Hon hevði bandasju kring hendurnar, soleiðis at hon ikki skuldi byrja at pilka í teirri, sum hon hevði um eyguni.
At byrja við skilti hon ikki hvat fór fram. Men so settu tey hana niður á gólvið, soleiðis at hon kundi byrja at ganga, og tá sóu tey hetta sama brosið aftur. Tað tóktist sum hon ikki megnaði at sodna øll hesi mongu inntrykkini nóg skjótt.
Aicha skilti nú, at fólk vóru rundan um hana, og gekk fram og aftur til hon at enda fann mammuna, og sá hana á fyrsta sinni.

EITT UNDUR
Nógv er broytt í lívinum hjá Aichu. Nú bæði dansar hon og flennir.
– Alt tað, sum onnur søgdu um hana, var skeivt, sigur ein ovurfegin Fatmata.
Nú er heimurin hjá Aichu vorðin nógv størri og á tremur við møguleikum. Hon er framvegis við mammuni á marknaðinum.
– Nú kalla øll hana fyri eitt undur. Tey siga, at alt tað gandakenda er farið frá henni. Men eg veit hvat hendi. Hon var sjúk, men er nú vorðin frísk.
– Eg fái ikki sagt frá, hvussu fegin eg eri, sigur mamman.
Myndatekstir:

Øll fegnast, nú Aicha hevur fingið sjónina aftur

Onnur tíðindi