Søga 25: Knykilin hótti við at kvala Mabouba

Spread the love


Mabouba kom, sum so mong onnur, umborð á Africa Mercy í fínasta pussi. Litfagri kjólin sat sum hann skuldi, men eitt tunt klæði krógvaði veruligu orsøkina til at hon kom umborð, – eitt hovið kjálkabein.
Og jú, hon sá neyðarslig út, tá hon so seigliga gekk niðan landgangin og umborð. Henda dagin visti eingin um allar líðingarnar, sum 23 ára gamla Mabouba úr Benin hevði verið ígjøgnum seinastu seks árini.
Í roynd og veru væntaði heldur eingin, at hon fór at gerast stórt eldri enn hon var nú.

NÆRUM DEYÐ
– Alt byrjaði í 2010, greiðir hon frá.
Hon gekk á miðnámsskúla og hevði ætlanir um at gerast jarðarmóðir. Men so byrjaði ein knykil at vaksa á kjálkanum
Bert fýra ár seinni var hann vorðin so stórur, at hann mestsum forðaði henni í at anda og at eta.
Pápabeiggi hennara, Yousef minnist væl, hvussu hon lá og andaði tungliga um náttina.
– Eg hoyrdi so týðiliga, at hon fekk ikki nóg mikið av luft, greiðir hann frá.
Tað gjørdist eisini sera trupult hjá Mabouba at fáa sær at eta. Familjan skavaði so mikið av peningi saman, soleiðis at hon kundi fáa viðgerð á næsta sjúkrahúsi.
Læknarnir tóku fleiri av tonnum hennara úr, áðrenn teir yvirhøvur kundu hugsa um at gera nakra skurðviðgerð. Og hetta fekk sera stórar avleiðingar fyri Mabouba:
Hon misti so nógv blóð at vandi var fyri at hon skuldi doyggja. Alt hetta kostaði familjuni so nógvan pening, at tey nú ikki høvdu ráð at gjalda fyri víðari viðgerð! Mabouba mátti fara til hús aftur, og øll familjan var í kreppu.

GÓÐVILD
Í januar 2016 fekk pápi hennara at vita, at Africa Mercy skuldi koma til Benin í august mánaði. Her var ein møguleiki fyri betri viðgerð.
Mánaðirnir komu og fóru, og neyðars Mabouba gjørdist bara tynri og tynri. Men at enda kom dagurin, 17. september 2016, tá hon gekk tey 43 trinini eftir landgangini og umborð.
Nú var hon komin umborð, men roynslur hennara vóru ikki av fyri tað. Heilsustarvsfólkini umborð sóu skjótt, at hon var deyðanum nær, orsakað av knyklinum. Tað týdningarmesta var at taka knykilin burtur, men tað var ikki bara sum at siga tað.
– Hetta kravdi gott mót, bæði av teimum og av mær, sigur Mabouba.
– Men tað var nakað við góðvild teirra sum gjørdi, at eg stólaði bæði uppá Gud og læknatoymið.
Sama morgun, sum skurðviðgerðin skuldi fara fram, savnaðust øll í toyminum kring Mabouba og bóðu fyri henni. Og umvegis skipshátalararnar var øll manningin biðum at biðja fyri einum sjúklingi, sum skuldi leggjast undir eina stóra skurðviðgerð. Teir næstu níggju tímarnar var biðið fyri hesum uttan íhald.
Um kvøldið var Mabouba umsíðir á veg út úr skurðstovuni. Og knykilin, hann var horvin.
– Eg minnist, hvussu tað kendist tá eg vaknaði. Eg var broytt. Eg var vorðin eitt nýtt menniskja, greiðir hon rørd frá.

MANN, BARN OG STARV
Liðin eru nú seks ár síðani skurðviðgerðina umborð á Africa Mercy. Og nógv er hent hesi árini:
Mabouba hevur fingið eina dóttur, – hon, sum ikki væntaði at liva so leingi, at hon kundi gerast mamma og stovna eina familju. Hetta má tí eisini metast sum eitt undur í hennara lívi.
Lítla Moustassira er ljósið í lívinum hjá mammuni, og tí var upplagt, at hon skuldi fáa júst hetta navnið, sum merkir glógvandi ljós.
Mabouba hevur í dag egið virkið, og arbeiðir sum skræddari. Hon giftist fyri stuttum, og hevur eitt lív fylt við kærleika.
– Eg roknaði avgjørt ikki við, at eg nakrantíð skuldi fáa mann og børn, vegna útsjónd mína. Men so hitti eg eitt menniskja, sum elskar meg so høgt, greiðir hon frá.
– Fekk eg ikki hesa skurðviðgerðina júst tá, veit eg ikki, hvussu hevði verið vorðið við mær. Tí eri eg so takksom fyri at eg fekk lívið aftur.
– Tað er av Guds stóru náði, at eg eri her!

Onnur tíðindi