Søga 12: Knykilin hjá Grace vigaði 2,2 kilo

Spread the love

17 ára gamla Grace var ein av fyrstu sjúklingunum umborð, tá Africa Mercy legði at við bryggju í Congo. Tað var ein kapprenning við tíðina um at fáa tikið knykilin, ið var stórur sum ein fótbóltur, sum skjótast. Vandi var fyri at hon kundi kvalast!

Ferðin hjá Grace móti grøðingini byrjaði annars við einum uppslagi á sosialu miðlunum.
Ein prestur úr einum av grannalondum Congos hevði møtt Grace á einum sjúkrahúsi – og hann fekk snøgt sagt ein hvøkk, tá hann sá stóra knykilin. Meðan hann bað fyri henni, leitaði hann eftir hjálp umvegis blogg sín.

Ein lesari skjeyt upp, at kanska tey í Mercy Ships kundu verið henni til hjálpar.

Grace trúði nærum ikki sínum egnu oyrum, tá hon var boðsend at koma til kanningar umborð á Africa Mercy. Gjøgnum knykilin, sum – eins og myndin vísir – royndi hon soleiðis av øllum alvi at siga frá takksemi sínum.

TRUPUL SKURÐVIÐGERÐ
Meðan nógv venda bakið til menniskju til slík vanskeplaði menniskju, síggja tey í Mercy Ships-toyminum persónin handan sjúkuna.
Hjá Grace greiðir ein sjúkrasystir frá, at hon mátti taka allan sín lærdóm og allar sínar royndir við, tá hon hugdi djúpt inn í eygu hennara, uttan tilvitað ella ótilvitað at festa eyguni á stóra knykilin, sum kom úr munni hennara.
Umborð á skipinum fekk Grace eina langa og trupla skurðviðgerð fyri at fáa tikið henda knykilin, sum altso vigaði so nógv sum 2200 gramm. Nakrar vikur seinni fekk hon eina kjálka-protesu.
Sjúklingar, eins og Grace, fáa, um tað er gjørligt, tilboð um eina kosmetiska skurðviðgerð aftaná, har ein kann taka burtur ta húðina sum er eftir.
Tá Grace var blivin grødd, var munurin ófatiligur: Nú var hon ikki longur gentan við teimum niðurboygdu eygunum – nei, andlit hennara hevði fingið lív aftur. Hon kundi nú brosa, tosa við onnur og anda sum vanligt.

Tá Grace fór í land aftur, sá hon út sum ein vanligur tannáringur, sum við vón og sjálvsáliti kundi bjóða framtíðini av.

Onnur tíðindi