Søga 6: Lívið hjá Gisele var ikki vert at liva

Spread the love

Gisele var 28 ára gomul og við barn. Hon var sera fegin og gleddi seg til at gerast mamma – inntil hon misti barnið undir eini drúgvari og truplari føðing í landsbýi hennara í Congo.

Umframt ta likamligu pínuna frá ógvusligu føðingini, og syndarligu støðuna eftir at hava mist sítt barn, fekk Gisele somuleiðis eini føðiskaða sum førdi við sær, at hon gjørdist inkontinent – tað vil siga, at hon kláraði snøgt sagt ikki at halda sær.

Umframt alt hetta lá haraftrat enn ein byrða á herðum hennara, tann kensluliga, nú maðurin ikki vildi hava nakað við hana at gera longur. Hann skilti, at kona hansara eftir øllum at døma fór ongatíð aftur at kunna føða børn, og fór tí frá henni fyri at finna sær aðra konu – hann ynskti sær framvegis børn.
”Eg spilli bara mína tíð saman við tær”, segði hann við Gisele. Hon gjørdist nú partur av teimum mongu brennimerktu og útstoyttu kvinnunum í Congo í 1993.

Vegna luktin tók Gisele seg burtur frá øllum og livdi síðani eitt lív í einsemi. Í 20 ár livdi hon soleiðis við einum streymi av landi rennandi niður eftir beinum sínum. Hon umhugsaði at gera sjálvmorð, men so frætti hon um, at tey umborð á Africa Mercy kundu hjálpa uppá hetta við eini ókeypis skurðviðgerð.

Fyrr vaknaði Gisele á miðjari nátt, tí hon mátti skifta váta undirlagið, men eftir eina skurðviðgerð í 2014 er alt broytt: ”Nú sovi eg væl – songin er ikki vát longur!”

Gisele varð skurðviðgjørd saman við øðrum kvinnum í somu støðu. Tær vóru síðani innlagdar saman til sárini vóru grødd og tær vóru fullkomiliga turrlagdar.
Umframt skurðviðgerðina lærdi Gisele eisini at binda. Hon sat nú og murraði fyri seg sjálva, meðan hon nýtti løturnar saman við hinum kvinnunum. Tað var ein stór styrki fyri hana soleiðis at kunna vera saman við øðrum samsintum kvinnum.

– Í dag er ein góður dagur, sigur hon.

Onnur tíðindi