Søga 24: Fólk sendu eygu síni eftir neyðars Gamai

Spread the love

– Nú stendur heimurin opin fyri dóttir okkara. Kanska hon einaferð í tíðini verður forseti í Senegal

Tað sá einki út hjá fýra ára gomlu Gamai.
Hon gjørdist eldri og eldri, men fann samstundis útav, at hon var øðrvísi enn hini børnini.
Gamai ynskti at kunna spæla sum hini, fara í skúla sum hini, og enntá kunna hjálpa mammu síni við húsliga arbeiðinum.
MEN – hetta var óhugsandi, tí ein ógvusligur brunaskaði gjørdi tað ógjørligt at gera nakað við vanskapaðu armum sínum. Mamman, Confort kókaði heitt vatn í stórari grýtu, og í einum eygnabrái hendi tað ræðuliga, at fekk glóðheitt vatn úr grýtuni yvir seg.
Tær báðar fóru beinanvegin til staðbundna sjúkrahúsið, sum einans kundi geva teimum eitt: Salvu at smyrja uppá kroppin. Og so løgdu heilsustarvsfólkini aftrat, at Gamai fór ongantíð at gerast frísk av sárum sínum.
Men mamman gavst ikki so á hondum: – Eg trúði alla tíðina, at dóttur okkara fór at gerast frísk aftur!
Hon merkti sjálvandi til hesa avmarkingina í menning sínari. Men betri gjørdist tað ikki, tá hon fór ein túr út á gøtuna, bara fyri at uppliva, hvussu fólk vendu sær á og sendu eyguni eftir henni.
Støðan var greið: Gamai gjørdist meiri og meiri avbyrgd hvørt einasta ár.

Góðkenning og náði
Men Gamai var heppin í so máta, tí foreldrini frættu ein dagin nevniliga um virksemið hjá Mercy Ships við sínum ókeypis skurðviðgerðum.
Nú sást brádliga ein møguleiki hjá dóttrini at fáa eina slíka skurðviðgerð, sum í roynd og veru var eitt bønarsvar hjá familjuni.

Umborð á Africa Mercy hittu Gamai og mamman onnur børn og vaksin, sum høvdu líknandi brunaskaðar sum hon. Og tey funnu í sama viðfangi fólk sum góðtóku tey, soleiðis sum tey vóru – og ikki minst náði.
Tann dagin, tá Gamai skuldi leggjast undir skurð, var mamman ikki sørt ørkymlað. Hon visti, at fyri dóttrina merkti hetta eina pínufulla og stóra skurðviðgerð og drúgva eftirgerð.
Tá Gamai kom aftur frá skurðviðgerðini hevði hon, sum vera man pínu – men týdningarmiklari var, at armar hennara kundu strekkjast fult á fyrsta sinni.

Forseti í Senegal?
Eftir viðgerð í nakrar vikur kundi lítla gentan nú bæði lufta og strekkja armar sínar. Nú kundi hon spæla, fara í skúla, hjálpa mammuni við tí húsliga, og hava eitt vanligt lív sum hinar genturnar í grannalagnum.
– Eg havi bíðað eftir hesi løtuni í samfull fýra ár, greiddi mamman frá, nú dótturin kom aftur til heimbygdina.
– Eg kann bara siga eitt: Túsund takk!
Pápin, Lamine fegnast eisini um hesa broytingina, nú trý ár eftir stóru skurðviðgerðina. Og hann hevur stórar framtíðarætlanir fyri dóttur sína:
– Nú stendur heimurin opin fyri henni. Kanska hon einaferð í tíðini verður forseti í Senegal!

Onnur tíðindi