Søga 23: So leingi tað er vón – er tað grøðing

Spread the love



Tað kann vera at seks ára gamla Djimby er lítil á vøkstri, men hon hevur eina ótrúliga megi í sær. Hon fylgir í fótasporunum á ommuni Ndeye, sum hevur lært hana nógv um, hvat eitt gott lív er.

Samstundis við hetta kundi Djimby staðfesta, at megi hennara kundi ikki einsamøll gera nakað við pínuna, sum hon mátti liva við. Beinini vuksu skeivt, – tað høvdu tey í roynd og veru gjørt, síðani Djimby lærdi at ganga.
Ein dagin kom omman heim til Djimby á vitjan. Hon sá beinanvegin, at her var okkurt galið. Hon gjørdist sera hørm, tá hon kundi staðfesta, at Djimby hevði eitt ógvusligt brek, sum hon ynskti at finna eina loysn á:
– Eg kundi ikki bara sita soleiðis, og síggja, hvussu hon leið av hesum brekinum, greiðir omman frá.
Hon gjørdi ikki mætari enn at taka Djimby heim við sær, og gjørdi sær til sítt lívsmál at finna hjálp til ommudóttrina.

FRÍSK OMMA
Trý ár seinni høvdu royndirnar hjá Ndeye ikki givið nakað úrslit. Samstundis nærkaðist fyrsti skúladagurin hjá Djimby meiri og meiri, og fylti hetta eisini nógv í huganum hjá ommuni.
Støðan hjá Djimby var soleiðis, at hon ofta vaknaði av pínu á miðjari nátt. Fekk hon ikki eina skurðviðgerð fyrst, so fór hon ikki at megna at ganga til skúlan, sum lá væl burtur frá heimi hennara.
Nógvar avbjóðingar stóðu fyri framman, men Ndeye misti ikki vónina.
– Eg eri væl fyri, og eg kann ganga, segði eg mangan við meg sjálva. – So leingi tað er lív í mær, so leingi skal eg leita eftir einihvørjari loysn.
Grannar, vinir og familja søgdu henni, at hon eins væl kundi gevast á hondum. Tey ivaðust ølkl í, um Djimby nakrantíð fór at gerast frísk.

STÓRT HVÍTT SKIP
Tíbetur var Ndeye soleiðis skapað, at hon gjørdist meiri íðin, tess størri mótstøðu hon fekk. At hon hevði ein trúgv á Jesus gjørdi tað eisini ógjørligt hjá henni at trúgva annað enn, at Djimby fór at gerast frísk aftur.
Men sjálvt Ndeye dugdi ikki at síggja fyri sær, hvussu henda loysnin fór at verða, tá henda umsíðir var har: Eitt stórt, hvítt hospitals-skip kundi nevniliga bjóða júst ta hjálpina, sum Djimby hevði tørv á.
Henda loysnin lá við bryggju í høvuðsstaðnum Dakar, 218 kilometrar frá heimbygdini, – nevniliga Africa Mercy.
Stutt eftir kom grannin við heimsins bestu tíðindum, og so fóru Djimby og omman avstað til Dakar. Tað loysti seg at fara, tí hon fekk nú eitt tilboð um eina lekjandi skurðviðgerð.

EITT BROYTT LÍV
Hon flutti ein fótin fram og síðani fylgdi hin spakuliga eftir, hóast tað píndi. Soleiðis helt hon áfram, til hon ein dagin fekk boð um, at hon nú kundi fara til hús aftur.
Nú kundi skúlin bara byrja. Og Ndeye sær nú at ommudótturin kann fáa eina ljósa framtíð, ikki minst tí hon kann ganga sum hini.
– Mercy Ships fekk meg at gloyma allar trupulleikarnar, ið vit høvdu havt. Eg vóni, at Djimby fer at broyta lívið hjá mongum, á sama hátt sum Mercy Ships broytti hennara lív!

Onnur tíðindi