Ást > kærleika > tænastu fyri næstan

Spread the love

Kærleiki kann fáa fólk at gera tey mest ótrúligu tingini – eisini tað at fara í tænastu umborð á Africa Mercy!

Norsku Marie Molvær og Sigbjørn Nornes komu fyri nógvum árum síðani at mynstra umborð á norska skúlaskipinum ”Gann”.
Her funnu tey hvørt annað, og funnu haraftrat eitt felags mál: Saman at hjálpa øðrum. Eftir brúdleyp og lidnar maritimar útbúgvingar valdu tey Africa Mercy sum næsta stig í lívssigling teirra.

FRÁ ÁST TIL KÆRLEIKA
Ástin millum hesar 22 ára gomlu ungdómarnar gjørdist til kærleika hetta skúlaárið, og seinni fluttu tey til heimbýin hjá Marie, Møre.
Í 2013 gjørdust tey hjún, og fóru undir útbúgvingar sínar í Ålesund: Sigbjørn innan skipstøkniligan rakstur, meðan Maria las alt tað sum hevði við flutning av farmi at gera.
Tey greiða her frá eini spennandi ætlan og gongd um, hvussu tað bar til, at tey bæði mynstraðu umborð á Africa Mercy.
– Sigbjørn hevur altíð havt eitt ynski um at fara til Afrika at taka lut í hjálpararbeiði. Umborð á Gann fingu vit kunnleika um Mercy Ships, og setti hetta veruliga ferð á dreymar okkara.
Ein dag í september mánaði 2014 gingu tey saman umborð á Africa Mercy, sum nýggj og sjálvboðin starvsfólk. Maria mynstraði sum vertur, og Sigbjørn sum maskin-kadettur.

FYRSTA INNTRYKK
Gerandisdagurin hjá Mariu er í høvuðsheitum lagdur í fastar karmar.
– Mítt arbeiði er at taka ímóti teimum nýggju, sum koma umborð – júst sum tað hendi, tá vit bæði komu umborð. Vit gera kømrini til reiðar, baka kakur, ynskja teimum vælkomnum og vísa teimum runt á skipinum.
– Her fái eg eisini ein gyltan møguleika at geva øðrum eitt eins gott fyrsta-inntrykk, sum vit sjálvi fingu, tá vit komu, greiðir Marie frá.
Sigbjørn arbeiðir í skiftisvaktum í maskinrúminum. Tá hansara vakt er liðug, er hann altíð fyltur av olju og skitti.
– Men hetta dámar mær sera væl. Tað er altíð okkurt nýtt at seta seg inn í, og tí er gott at hava aðrar maskinmenn rundan um seg, greiðir hann frá.

GLEÐIN VINNUR
Tá heilsustarvsfólkini byrjaðu arbeiðið við at velja út teir fyrstu sjúklingarnar, var Marie við.
– Hetta var ein sera spennandi uppliving. Eg hitti børn við stórum høvdum, klovnum góma, skeivum beinum og uttan nøs. Hóast hetta vóru tey hjartans fegin um at vera í kø’ini av møguligum sjúklingum.
– Summi teirra vóru afturhildin, og onnur lupu ímóti okkum við opnum ørmum. Eg slapp at spæla við tey, og av hesum stóðst nógvur stuttleiki.
– Tíverri kunnu vit ikki hjálpa øllum, og tað er mangan tungt at hugsa um. Vit biðja um Guds varðveitslu yvir tey, sum vit ikki kunnu viðgera – og royna at gleðast um øll tey, sum Mercy Ships kann hjálpa!

Onnur tíðindi