Søga 18: Beinini vóru formað sum eitt o

Spread the love


Við berum eygum er ikki lætt at síggja mun á tvíburunum báðum, teimum fimm ára gomlu Ousseynou og Assanu. Teir eru sera líkir, og tú sært ikki hvør er hvør, uttan so at tú kennir teir væl.


Hyggur tú eftir teimum, so sært tú, at rættiligt lív er í Ousseynou, sum altíð finnur uppá okkurt. Men Assanu er meiri stillur og svinnur.
Hóast ólíkir í sinni, eru teir tó meiri líkir, um tú hyggur eftir teimum: Báðir høvdu brúk fyri hjálp, tá ”Africa Mercy” legði til bryggju í Dakar. Og báðir eru føddir við samlíkum beinskaðum.
Ein líðing við slíkum skeivum beinum er ofta orsakað av føðslutroti: Tá likamið veksur, megna beinini ikki at bera tyngdina. Í førinum hjá Ousseynou og Assanu fingu bein teirra alt meiri og meiri eitt skap sum bókstavurin o.

Sum vera man gjørdust foreldrini óttafull. Men tað var ikki nóg mikið, – tí tey vórðu haraftrat argaði, bæði av børnum og vaksnum í nærumhvørvinum.

– Vit kundu ikki halda dreingjunum innandura allan dagin, greiðir mamma teirra, Awa frá.
– Vit vórðu snøgt sagt bara noydd at liva við, at teir báðir vórðu viðfarnir sum vóru teir minniverdir.

343 KILOMETRAR
Familjan kendi tó ein sjúkrarøktara, Mame Sor, og umvegis hana frættu tey um Mercy Ships.
Mame Sor tók málið í størsta álvara, og skjótt hevði hon fingið flutning til tey, soleiðis at tey kundu fara avstað til ta fyrstu kanningina.
Hon koyrdI dreingirnar og mammuna teir 343 kilometrarnar til høvuðsstaðin í Senegal, Dakar, har Africa Mercy lá við bryggju.
Tvíburarnir høvdu ongantíð áður verið so langt heimanífrá. Og teir høvdu heldur aldrin sæð eitt skip áður. Ja, teir høvdu aldrin áður verið so tætt við at gerast frískir aftur!
Hóast alt hetta var Awa kortini óttafull, tá dreingirnir vórðu fluttir í stovuna, har skurðviðgerðin skuldi fara fram.
Men tá teir vórðu rullaðir út aftur í eini song, kundi hon av sonnum fegnast um henda møguleikan at fáa eina ókeypis skurðviðgerð.
– Eg bleiv barasta so glað, tá eg sá at beinini vóru rættaði út aftur, greiðir hon frá.

NÚ ER TAÐ TRUPLA FARIÐ
Tað gekk ikki long tíð til Ousseynou og Assanu vórðu fluttir til sjúkrahotellið hjá felagsskapinum HOPE Center. Her fingu teir nógvar nýggjar vinir millum øll hini, sum høvdu upplivað sama undir sum teir. Nú var bara fysioterapi’in eftir.
Tá teimum ikki tørvaðust skinnararnar longur, gjørdust venjingartímarnir meiri krevjandi. Málið var at betra um rørslurnar so nógv sum tilbar, og at økja um megina og balansuna.

So líðandi kundu dreingirnir báðir flyta seg skjótari og tryggari, enn teir nakrantíð áður høvdu kunnað.
– Eg havi ongantíð áður sæð teir runnið soleiðis, segði ein sera fegin og kensluborin mamma. – Ein møguleika sum henda fær ein bara einaferð í lívinum!
Nú hava Ousseynou og Assanu veruliga fingið eitt høvi at hugsa um framtíðina. Teir kunnu nú fara í skúla, tá teir gerast sjey ára gamlir – júst so sum javnaldrar teirra í Senegal gera.
Og Awa er errin av dreingjunum:
– Tá eg hugsaði um framtíð teirra, gjørdist eg altíð stúrin. Nú er tað trupla farið!




Onnur tíðindi