Rigga ”Global Mercy” til sín fyrsta túr

Spread the love



This image has an empty alt attribute; its file name is 274825474_1385010318599692_7270527322780825052_n-1024x682.jpg

Omanfyri 16 milliónir menniskju doyggja hvørt einasta ár, tí tey ikki hava ráð ella atgongd til læknaliga hjálp.

Men nú kemur broyting í, eftir at Mercy Ships hevur bygt eitt nýtt skip, sum fer at tvífalda orkuna at møta hesum tørvinum.
Saman við verandi flaggskipinum, ”Africa Mercy”, fer nýggja skipið ”Global Mercy” veruliga at gera mun fyri fólk í heimsins fátækastu londum.
Global Mercy liggur í løtuni til bryggju í Rotterdam, Holland, har tær seinastu fyrireikingarnar verða gjørdar, soleiðis at tænastan umborð kann byrja í næstum.
Lat tað vera sligið fast beinanvegin, at Global Mercy er heimsins størsta hospitals-skip, har omanfyri 600 sjálvboðin fólk úr øllum heiminum fara at vera til tænastu at broyta lívið hjá túsundtals fólkum á hvørjum ári.
Global Mercy er 174 metrar langt og hevur eina bruttovekt uppá 37.000 tons. Okkara Norröna er annars 164 metrar long.
Serbygda sjúkrahúsið verður sjálvt hjartað í skipinum, við seks skurðstovum og deildum til 200 sjúklingar samstundis, rannsóknarstovu, og klinikkir fyri aðrar viðgerðir.
Skipið legði at bryggju í Rotterdam fyri fáum døgum síðani, her fólk eru farin at rigga alt til, soleiðis at skipið sum skjótast kann fara út á sína fyrstu missión.

TIL GLEÐI OG GAGN
Umboð fyri føroysku nevndina í Mercy Ships eru í Rotterdam í hesum sambandi, saman við millum annað løgtingsformanninum, Jógvan á Lakjuni og øðrum.
– Vit gleðast um, at vit nú kunnu fara til Afrika at hjálpa øllum teimum, sum hava tørv á henni.
– Hetta er eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í Guds ríkis víngarði, sum nú kann byrja og verða túsundtals fólkum til gleði og gagn, verður sagt úr Rotterdam.
Í næstu fer Global Mercy á sín fyrsta túr til Afrika. Hinvegin er tey, sum hava tilknýti til systurskipið ”Africa Mercy”, longu farin undir at fyrireika teirra vitjan í Senegal. Her eru tey fyrstu toymini langt síðani farin á ferð inn í landið at leita eftir teimum, ið hava tørv á eini læknahond fyri at fáa heilsubót.
Sostatt verða tvey skip hjá Mercy Ships til verka í Afrika í tá.

This image has an empty alt attribute; its file name is 273823971_1082184919304809_4315562392311795816_n-1024x766.jpg
Her liggur Global Mercy í Rotterdam
This image has an empty alt attribute; its file name is 274289793_1381534978947226_7244130970795770468_n-1024x682.jpg
Tað er nógv at taka hond.
This image has an empty alt attribute; its file name is 274334072_1387024808398243_4724234224003453767_n.jpg
Nevndin og áhuga vitja skipið í Rotterdam
This image has an empty alt attribute; its file name is 273812321_286508533605170_6671951680465935288_n-1024x766.jpg
Onnur tíðindi