Søga 11: Laurence slapp ikki av við pínuna

Spread the love

Eg var álopin eitt kvøldið. Teir stungu meg, og løgdu serliga eftir høvdinum”, sigur Laurence úr Ghana, og peikar á øll arrini í andlitinum.

Eftir álopið eydnaðist tað Laurence at flýggja, meðan blóðað rann niður eftir kjálkum hansara. Hann fann ein lækna, sum seymaði sárini saman, men tað var ikki nóg mikið.
Í fleiri áratíggjur var hann illa fyri og hevði nógva pínu, sum førdi við sær, at andlit hansara hovnaði: – Munnvætan stinkaði, og smakkurin var andskræmiligur, greiðir hann frá.
Tá Laurence frætti, at Anastasis lá fyri akker við havnalagið í Ghana fór hann avstað fyri at fáa trupulleika sín loystan á tannklinikkini.

5 SENTIMETRAR AV KNÍVSBLAÐI
Sharon, ið var sjálvboðin umborð, minnist væl dagin, tá Laurence kom umborð:
– Vit luktaðu eftir honum, áðrenn vit hugdu eftir honum, greiðir hon frá.
– Tannlæknin fann fram til ein bruna, sum rann út gjøgnum eitt lítið op millum tvær av tonnum hansara. Tonnunum sjálvum bilti einki.
Tá tannlæknin segði honum, hvat hann hevði sæð, greiddi Laurence frá álopinum 20 ár frammanundan.
Tannlæknin tók eina røntgen-mynd, sum greitt vísti orsøkina til trupulleikar hansara: Inni í andliti hansara lá eitt fremmandalikam – 5 sentimetrar av einum knívsblaði.

Laurence fekk sína skurðviðgerð, knívsoddurin var burturbeindur, og Laurence kundi fara heimaftur við einum serligum ferðaminni, sum hann nú kundi vísa familjuni.

Onnur tíðindi