Søga 14: Ein seinasti møguleiki at yvirliva

Spread the love

Foreldrini høvdu nærum slept vónini um at dóttur teirra skuldi yvirliva, tá skjótt vaksandi knykilin í andlitinum á 10 ára gomlu Edoh nærmast kvaldi hana.

Í eini seinastu roynd at útvega sær hjálp avgjørdi familjan at fara teir 500 kilometrarnar móti strondini, til tess at fáa hjálp til hættisligu støðuna hjá dóttrini umborð á sjúkrahússkipinum.
Køin var long, tá tey umsíðir komu til havnarlagið í Togo, har Anastasis lá við bryggju. Edoh kikkaði eftir ondini, tá pápin lyfti hana upp og gav hana víðari til persónin frammanfyri seg í køini, har mong onnur í somu støðu bíðaði eftir hjálpini.
Ein fyri og annar eftir fluttu tey hana fram í køina, til hon at enda kom fram til portrið til økið, har Anastasis lá. Tann fremsti í køini gjørdi ikki mætari enn at rópa á ein av manningini, áðrenn hann tveitti Edoh upp um girðingina og í fangið á manningini.
Hetta sjálvbodna starvsfólkið hugdi eftir líðandi gentuni, og var í næstu løtu hjá læknunum, sum beinanvegin fingu lagt eitt rør niður í hálsin á Edoh, so hon fekk andað. Og nú byrjaði langi vegur hennara móti grøðingini.
Sjey ár seinni – í 2002 – kom Edoh aftur til Mercy Ships fyri at fáa enn eina skurðviðgerð.
Her greiddi hon fegin frá, at hon nú, eftir góðu viðgerðina og røktina umborð á skipinum, ætlaði sær at lesa til sjúkrasystur.

Onnur tíðindi