Lise: – Eg fekk ”løn” fyri stríðið

Spread the love


– Eitt lærdi eg umborð á Africa Mercy, og tað var, at hóast eg rindaði fyri uppihaldið, so fekk eg, hóast alt, ”løn” fyri stríðið. Hetta sæst ikki á konto’ini í bankanum, men sæst aftur í smíli, látri, einum klemmi, gleðistárum og takksemi, sigur norska Lise Vy Quyen.

Hon býr í norska býnum Tróndheim. Hennara hægsta ynski var at betra um heilsustøðuna hjá menniskjum í triðja heiminum.
Soleiðis kom hon umborð á Africa Mercy, har hon var í seks mánaðir.
– Tað var í roynd og veru ein starvsfelagi á sjúkrahúsinum, sum fortaldi mær um Mercy Ships. Eg gjørdist forvitin og googlaði meg fram til heimasíðu teirra.
– Og tá satt skal sigast, rakti henda heimasíðan meg beint í hjartað, og eg skilti skjótt, at hetta var júst nakað fyri meg, greiðir Lise Vy Quyen frá.
Hon hevði longu í góðari tíð frammanundan – hetta var í 2013 – avgjørt, at árið 2014 skuldi gerast eitt meiningsfult og læruríkt ár.
Lise gavst við arbeiði sínum í Hammerfest og fór síðani til franska høvuðsstaðin Paris at fríska upp franska málið. Áðrenn hon fekk játtandi svar frá Mercy Ships, hevði hon verið við í hjálpararbeiði hjá felagsskapinum Compassion Vietnam.
Og í desember mánaði 2014 mynstraði hon umborð á Africa Mercy á Madagaskar, og var hon við her til nakað inn í 2015.
– Eg elskaði hetta arbeiðið umborð á hospitalsskipinum, her vit vóru við til at geva vón og heilsuhjálp til nøkur av heimsins gloymdu og fátæku fólkum, hevur hon síðani greitt frá.

TAKKSEMI
Meðan Lise Vy Quyen var umborð á Africa Mercy slapp hon at brúka sína útbúgving. Men umframt hetta kom hon at kenna menniskju úr øllum heiminum.
– Eg fari altíð við takksemi at minnast alt tað, sum vit upplivdu umborð.
– At liva uttanfyri mína egnu mentan, hevur givið mær ta avbjóðingina at síggja alt frá fleiri síðum. Eg havi ment meg sum bio-ingeniør, samstundis sum eg eri vaksin í míni egnu trúgv, greiðir hon frá.
Eitt annað serstakt við at vera umborð á skipinum er, at øll manningin arbeiðir við einum felags ynski um at hjálpa øðrum.
– At arbeiða á rannsóknarstovuni sum bio-ingeniørur er ein makaleys og gevandi uppliving. Eg slapp millum annað at gera analysur av lívrunnum evnum, staðfesta mikroorganismur og ávísa sjúkur.
– Tú skalt faktist leita leingi eftir einum meiri áhugaverdum starvi sum bio-ingeniørur enn hetta!

GAV SÍTT EGNA BLÓÐ
Eitt annað av arbeiðum hennara var at kanna alt blóðið, sum blóðgevararnir lata.
Alt blóðið kemur frá manningini umborð, og tí var eitt av arbeiðum hennara at halda skil á hesum serstaka blóðbankanum.
– Eg var sjálv blóðgevi. Tað var serligt at vera við í hesi menningini, gera kanning av mær sjálvari, fáa ”semju” millum mítt blóð og tí hjá sjúklinginum, og síðani lata blóðið beinleiðis til móttakaran.
– Hetta hevði minst líka stóran týdning fyri meg sum fyri tey, sum fingu blóðið, sigur Lise Vy Quyen.


7,5 LITRAR AV BLÓÐI
Lise greiðir víðari frá, at hon var eisini á vakt, tá Sambany fekk sína stóru skurðviðgerð, har ein knykil, sum vigaði 7,5 kilo var tikin burtur – sí myndina omanfyri, og annars søgu nr. 10 á heimasíðuni, har greitt verður frá umstøðunum hjá Sambany fyri og eftir skurðviðgerðina.
– Vit vistu øll, at hetta fór at gerast ein drúgvur dagur. Men eingin okkara hevði minsta ánilsi av, at skurðviðgerðin skuldi taka samfullar 12 tímar.
– Sambany hevði brúk fyri nógvum blóði, og eg hevði úr at gera við at útvega alt blóðið frá bankanum, har tað ofta stóð á at nøkta tørvin, greiðir hon frá.
Brúk var fyri meiri enn 7,5 litrum av blóði til henda djarva mannin, sum gjørdist púrasta frískur aftaná.
Blóðið fekk hann frá íalt 17 blóðgevarum frá seks ymiskum londum, millum annað frá Noregi!
– Eg havi aldrin áður merkt eina líknandi arbeiðsgleði ella arbeiðshug sum hesaferð.

LØN FYRI STRÍÐIÐ
Lise Vy Quyen greiðir frá, at tað hevur merkt ótrúliga nógv fyri hana, at hava verið partur av hesum hugtakandi arbeiðinum, sum Mercy Ships ger fyri fólk í triðja heiminum.
– Eg havi sæð týdningin av bøn og stuðli gjøgnum tíðina umborð á Africa Mercy. Øll skilja tó ikki, hví eg sjálv mátti gjalda fyri at vera við í hesum arbeiðinum.
– Men eg lærdi tó eitt, at eg, hóast alt, fekk løn fyri stríðið. Hetta sæst ikki á konto’ini í bankanum, men sæst aftur í smíli, látri, einum klemmi, gleðistárum og takksemi.
– Eg gav meg sjálva, men fekk nógv meiri við mær aftur, slær Lise Vy Quyen fast.


Onnur tíðindi