Mercy Ships góð tíðindi til aðalfundin: Hava hjálp 2,1 mió menniskjum

Spread the love

Hósdagin 25. mars hevur føroyska deildin av stóra altjóða felagsskapinum ”Mercy Ships” at halda aðalfund sín. Hann verður hildin í J.H. Schrøters gøta 11; Tórshavn og byrjar klokkan 19.
Føroyska deildina av Mercy Ships telist kanska millum tær minnu í felagsskapinum. Men hon er kortini partur av einum arbeiði sum síðani stovnanina í 1978 hevur hjálpt meiri enn 2,1 milliónum menniskjum í ymiskum menningarlondum.
Við hjálp frá stórum skipi, sum er umbygt til eitt flótandi sjúkrahús, verður læknahjálp veitt á høgum støði til sjúk menniskju, sum annars ikki høvdu møguleika at fáa hesa hjálpina.
Umborð á skipinum ”African Mercy” er møguleiki at fáa viðgerðir fyri góðkynjaðir svullir, varra- og gómakloyvir (haruskarð), truplir brunaskaðar, truplir føðiskaðar, “grå stær” og skaðar, sum krevja ortopetiskar viðgerðir. 

450 SJÁLVBOÐIN

African Mercy er heimsins størsta óhefta sjúkrahússkip uppá 16.700 GT. Hvørt ár veitir skipið hjálp til menniskju í Afrika, serliga í Vesturaftrika, har fátakradømið er sera stórt.

Sjúkrahússkipið hevur sjey væl útgjørdar skurðstovur, 80 seingjarpláss og veitir árliga uml. 7.000 skurðviðgerðir, umframt túsundavís av øðrum minni sjúkraviðgerðum.

Skipið er mannað við uml. 450 sjálvbodnum hjálparfólkum úr meira enn 30 londum, sum øll gjalda fyri at búgva og arbeiða umborð. Millum hesi hava eisini føroyingar arbeitt umborð. 

Allar viðgerðir, sum skipið bjóðar eru ókeypis fyri tann sjúka. Viðgerðir verða givnar til menniskju, uttan mun til mentan, kyn ella religión. 

FØROYSKUR STUÐUL

Føroyska deildin hevur eina nevnd. Í henni sita Hendrik Olsen úr Lamba sum formaður, , Olaf Olsen í Søldarfirði næstform., Sólrun Poulsen í Havn sum kassameistari, Hildigun Steinhólm Højgaard í Saltnesi og Jóan Petur Johannessen í Havn, Frimod Rasmussen úr Klaksvík og Ragnar Sundstein í Søldarfirði, sum nevndarlimir.

Nevndin er ólønt.
Nevnast kann haraftrat, at einasti CT-skannarin í øllum Vesturafrika er umborð á African Mercy. Hann verður nógv brúktur í økinum, her tey virka mest.

Heilsan

Mercy Ships Fo

Onnur tíðindi