Svein-Are fekk sín ”once in a lifetime” møguleika

Spread the love

– Eg var 59 ára gamal. Eg hevði arbeitt 40 ár í landi, og var nú komin til eitt vegamót. Eg hevði hug at royna okkurt nýtt.


– Nú hevði eg møguleikan at fara til sjós. Eg tók eina sjóvinnuliga útbúgving, og nú stóðu einans seks mánaðir millum meg og eitt starv sum maskinmeistari umborð á einum skipi, greiðir Svein-Are Karlsen úr Lofoten í Norðurnoregi frá.
Hann var heppin í so máta, tí ein lestrarfelagi greiddi honum frá felagsskapinum Mercy Ships.
– Hetta reiðarí’ið hevði eg ikki hoyrt um – altso eitt hospitals-skip, sum gav ókeypis læknahjálp til fólk í Afrika? Ja, hví ikki geva mítt íkast til hetta at gera nakað fyri onnur – hesin ”once in a lifetime” møguleikin – og samstundis fáa siglingartíð?
Svein-Are hugsaði við sær sjálvum: Hetta má eg bara gera! Nakað seinni kom játtandi svarið uppá umsóknina. Hann var góðtikin!
– Nú skilti eg, at Mercy Ships var ein kristin felagsskapur. Og nú fekk eg eisini at sanna, at ein má hava sterka trúgv fyri at reka eitt slíkt arbeiði!

ÚTVALD
Tað var mangt og hvat, sum Svein-Are nú sá, og sum hann ikki visti frammanundan: Seingjarliggjandi børn við báðum beinunum í gipsi. Børn sum royndu at ganga við einum stativi. Onnur vóru skurðviðgjørd, har ein stórur knykil var tikin burtur og so framvegis og so framvegis.
– Men tað góða var, at tey øll brosaðu, hóast stóru pínuna. Vónin um eitt betri lív sást týðiliga í eygum teirra.
– Tað var eisini sterkt at síggja fólk standa í longum røðum á bryggjuni, og bíða eftir at sleppa umborð. Hesi vóru útvald millum túsund onnur, sum eisini høvdu tørv á viðgerð, greiðir norðmaðurin frá.
Og hann leggur aftrat:
– Ja, flestu teirra brúktu sínar seinastu krónur at ferðast til býin, har Africa Mercy lá. Spurningurin var: Hvat hugsa tey? Og hvørjar væntanir munnu tey hava?

30 STIG
Svein-Are kom skjótt inn í arbeiðið umborð á ”den gamle damen”, sum hann málber seg.
Uppgáva hansara var millum aðrar at umvæla og viðlíkahalda høvuðsmotorin og hjálpimotorarnar við generatorum, neyðaggregatum og ikki minst airconditions-anlegginum.
– Tá hitamátarin sigur meiri enn 30 stig úti, er týdningarmikið at kunna regulera inniluftina hjá sjúklingum og manning. Á Madagaskar høvdu vit tíbetur nóg mikið av vatni. Men tað er eingin sjálvfylgja í fleiri afrikanskum havnum, greiðir hann frá.
Umborð vóru sjálvboðin fólk frá 40 ymiskum londum, sum øll taka eitt tak frá tveimum vikum til fleiri ár ísenn.
– Tað stóra samanhaldið okkara millum er helst tað, sum hevur gjørt meg mest bilsnan. Her verður eingin gloymdur. Eingin situr og etur einsamallur í kantinuni. Øll vera rópt við fornavni, og øll hava sama mál: At hjálpa til, har tørvurin er størstur!

Onnur tíðindi