So siga tey kendu um Mercy Ships

Spread the love

Eingin man ivast í tí týdningi, sum virksemið hjá Mercy Ships hevur havt og framvegis fer at hava fyri fólkið í Afrika.

Túsundtals og aftur túsundtals fólk í neyðstøðu kunnu glað vitna um, hvussu tey fingu eitt annað lív eftir at tey komu í samband við sjálvbodnu starvsfólkini umborð á Africa Mercy.
Nú, ið nýggja skipið ”Global Mercy” skjótt leggur frá landi, fara uppaftur fleiri at fáa gleði og gagn av virkseminum umborð.
Tað eru tó kortini ikki einans hesi 100.000-tals fólkini í londunum við sjóvarmálan í Afrika, sum hava fingið eyguni upp fyri hesum týdningarmikla arbeiði.
Fleiri av stjórnarleiðarunum í Afrika og onnur leiðandi fólk kunnu siga tað sama: Uttan hjálpina frá Mercy Ships hevði verið illa statt hjá mongum fólkum.

Vit lata nøkur av hesum kendu fólkinum siga sína hugsan um týdningin av missiónsarbeiði teirra:

Nelson Mandela (1918 – 2013), fyrrverandi forseti í Suðurafrika:
– Eg havi havt gleðina av at hoyra um ein óvanligan bólk av menniskjum úr øllum heiminum, sum hava víst eina makaleysa samkenslu í tænastu síni fyri mannaættina.
– Hesi menniskju seta ein serstakan standard. Tey gjalda í roynd og veru fyri at arbeiða, sum er óvanligt í dag. Við stuðli frá øðrum fara tey heimanífrá fyri at tæna sera fátækum menniskjum í Afrika.

Tony Blair, (1953 -), fyrrverandi forsætisráðharri í Bretlandi:
– Teirra arbeiði røkkur longri, enn bert at geva heilsu og linna til tey sjúku.

– Tey skapa eina atmosferu av kærkomnari vón á støðunum, har tey arbeiða. Eg frøist um at kunna geva mín stuðul til Mercy Ships.

Alexander Rybak, (1986), norskur sangari:
– Vit skulu ikki geva við ringari samvitsku, bara tí at vit hava tað so gott.
Vit eiga at stuðla við einum ynski um at lyfta onnur fram á leiðini.

Desmond Tutu, (1931 – 2021), fyrrverandi erkabispur í Suðurafrika:
– Eg veit, at eg tosi vegna nógvar milliónir av menniskjum, tá eg sigi 1000 takk til tykkum fyri kærleika, umsorgan og mátan, sum tit offra tykkum sjálvi uppá.
Tit eru bara so ótrúlig. 1000 takk!

Onnur tíðindi