Isaac fekk ta bestu gávuna – men frá sær sjálvum

Spread the love

Tá tú og eg hava føðingardag er nógv, sum vit kundu ynskt okkum sum gáva. Men hjá Isaac Annor úr Ghana var munandi øðrvísi: Hann vildi geva sær sjálvum ta bestu føðingardagsgávuna – at finna fleiri møguleikar at kunna tæna øðrum.


– Eg eri vorðin so vælsignaður í mínum lívi, og eg vildi tí fegin geva nakað aftur av øllum hesum til onnur, greiðir hann frá.
Isaac er giftur og hevur tvey børn. Hann er arkitektur, verkætlanarleiðari, undirvísari og ph.d.-lesandi.
Men hvussu í víðu verð kom hann fram til, at hann skuldi gerast sjálvboðin ”gongsgenta” umborð á einum hospitalsskipi?
Jú, – tá 40 ára dagur hansara nærkaðist, fór hann at leita eftir møguleikum fyri sjálvbodnum arbeiði. Og tað var tá at hann sá eina lýsing frá Mercy Ships í sjónvarpinum.
– Henda lýsingin vísti søgur um teir sjúklingarnar, sum vóru skurðviðgjørdir umborð. Teir tóku burtur knyklar, og tey fingu tey skeivu beinini aftur í rættlag – ókeypis, greiðir hann frá.
– Hesir sjúklingarnir høvdu annars ikki havt pening at gjalda fyri hesar skurðviðgerðirnar. Eg tók avgerð um, at hetta var nakað sum eg kundi stuðla.
Hann sendi umsóknina inn um at gerast sjálvboðin innan rakstrarleiðslu umborð á Africa Mercy. Hetta starvið var farið, men ein møguleiki var fyri at arbeiða við tí húsliga, um ein kann siga tað so, tá talan er um eitt skip.
– Eg segði bara ja. Í mínum eygum snúði tað seg ikki um starvið, men um at vera við í sjálvbodnari tænastu.

NÝGGJ FÓLK HVØNN DAG
Isaac er partur av einum toymi, sum ger sítt til, at skipið altíð er reint og altíð væl skipað. Hetta hevur so aftur við sær, at øll hini kunnu vera so effektiv og virkin sum yvirhøvur gjørligt.
– Fyrstu ferð, eg var umborð, gjørdist eg sera ovfarin av, hvussu reint tað var, hóast tað búgva 300 fólk her, sigur hann.
– Eg hugsaði ofta um, hvussu tey bóru seg at við at halda skipið reint alla tíðina.
Isaac er fegin um arbeiðið sítt sum reingerðarfólk umborð, tí, sum hann sigur: – Eg hitti nýggj fólk hvønn tann einasta dag, tá eg eri til arbeiðis. Tað áhugaverda er, at hesi fólkini eru so ymisk, tí tey koma allastaðni frá.
– Tá tú kemur á tal við fólk, so sært tú, hvussu lítið, sum tú í roynd og veru veit. Og tað hevur ofta verið eitt sindur eyðmýkjandi.

VASKA VIÐ NÆRLAGNI
Vinir hansara í Ghana vóru eitt sindur ivasamir, tá Isaac byrjaði at tosa at fara umborð á eitt skip, sum lá við bryggju í Senegal. Teir spurdu hann títt og ofta um, hvat ein arkitektur ger umborð á einum hospitalsskipi.
Svar hansara var stutt og greitt: – Tú kanst altíð gera okkurt fyri onnur menniskju, líkamikið hvat starv tú hevur.
Og Isaac er tí eisini ein fortalari fyri tí sjálvbodna arbeiðinum.
– Tað er møguleiki fyri at byggja víðari uppá teir førleikar, sum tú longu hevur, og gera gagn fyri onnur, greiðir hann frá.
Hann leggur aftrat, at teir førleikarnar, sum hann fær í hesum starvi sínum, hava eisini ávirkan á hansara persónliga lív.
– Konan er ofta vorðin hugtikin av evnum mínum at reingerða eitt rúm, enntá við nærlagni, sigur hann og brosar.

Onnur tíðindi