250.000 føroyskar krónur til stríðið móti korona í Afrika

Spread the love

Føroyska deildina av missiónsfelagsskapinum Mercy Ships er við til at hjálpa heimsins fátækastu við koppseting móti koronu og hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri.

Tað er ikki bert í Føroyum at korona-smittan av álvara er farin at gera um seg aftur.
Er støðan álvarsom í okkara landi, har tað beint nú, tá hetta verður skrivað – seinnapart leygardag, 30. oktober – eru 634 smittaði, 701 í sóttarhaldi og 5 innløgd á Landssjúkrahúsinum.
Í Føroyum hava vit nóg mikið av koppingarevnum, men soleiðis er ikki í fleiri – fyri ikki at siga: flestu – afrikanskum londum..

Júst her eru Mercy Ships og sjálvbodna manningin umborð á Africa Mercy í dag í ferð við at gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði, til tess at basa hesi herviligu sjúkuna, sum allastaðni krevur síni offur.
Men Mercy Ships gera ikki hetta umfatandi arbeiðið einsamalt, tí felagsskapurin samstarvar við aðrar felagsskapir í hesum týdningarmikla arbeiði.
Alt hetta kostar sjálvandi pening, og uttan góðar stuðlar hevði hetta als ikki borið til. Tað er í hesum sambandi, at føroyska deildin hevur valt at stuðla arbeiðinum við koppsetingini við ikki færri enn 250.000 krónum.
Hesin peningur er avgjørt neyðugur fyri, at koppsetingin kann vera gjørd millum heimsins fátækastu, samstundis sum ein tryggjar sær at heilsustarvsfólkini umborð og í landi trygt kunnu gera teirra arbeiði.
– Vit takka tykkum í Føroyum fyri at tit ynsktu at stuðla hesum arbeiðinum við eini so stórari upphædd. Hetta vekir bæði virðing og undran hjá okkum, sigur forkvinnan í donsku deildini av Mercy Ships, Randi Mondorf í takkarskrivi.
Peningurin fer óskerdur til hetta arbeiðið.

23 LOND
Upplýst verður, at Mercy Ships so avgjørt vil vera við til at basa hesi herviligu sjúkuni, og hevur tí avgjørt at fara í samstarv við onnur.
Peningurin, sum latin er úr Føroyum, fer tí til arbeiðið at útflýggja koppingarevni, at venja heilsustarvsfólk og at læra upp staðbundin fólk at taka sær av hesum arbeiðinum í samanlagt 23 londum í Vestur- og Miðafrika.
Randi Mondorf upplýsir, at tey arbeiða somuleiðis við at upplýsa fólk úti um landið um týdningin av at lata seg kanna, vera koppsett, og ja, – eisini at hava álit á arbeiðinum, sum verður gjørt umborð á skipinum og í landi.
Nevnast kann í hesum sambandi, at skip teirra – Africa Mercy – nú verður dagført og umvælt, soleiðis at tað enn einaferð kann leggja at við bryggju í høvuðsstaðnum í Senegal, Dakar, í februar komandi ár.
Samstundis síggja tey fram til, at nýggja skipið hjá Mercy Ships, nevnt Global Mercy, fer í sigling komandi ár.




Onnur tíðindi