Abram valdi heimlandið – heldur enn yvirflóðina í Fraklandi

Spread the love

Eygnalæknin Abram Wodomé kundi gerast kendur, dugnaligur og ríkur í øðrum landi, men valdi at tæna fólkinum í afrikanska heimlandi sínum, Togo.

Nei, tað var eingin sjálvfylgja, at Abram Wodomé yvirhøvur skuldi gerast lækni.
Sum yngstur í einum systkinaflokki uppá 16, hevði hann sæð, hvussu fleiri av brøðrum hansara noyddust at gevast í skúlanum, tí teir máttu hjálpa til heima við hús til tess at breyðføða familjuna. Pápin var timburmaður og mamman seldi fisk á marknaðinum.
Tað stóð heldur ikki skrivað nakrastaðni, at hann skuldu brúka útbúgving sína í heimlandinum. Av 34 læknalesandi í flokki hansara, valdu bert níggju teirra at arbeiða í Togo.
Abram Wodomé hevði kortini ongar ætlanir at gera sum hini: Eitt starv við góðari løn í Fraklandi, og eina tryggja framtíð fyri familjuna, var hansara stóra ætlan.

SLÓÐBRÓTANDI LÆRDÓMUR
Men ætlanir hansara tóku eina aðra vend, tá honum stóð í boði at fáa venjing í grástar-skurðviðgerðum umborð á Africa Mercy í 2010. Og hann tók við tilboðnum.
Grástar er ein sjúka, har linsan í eyganum gerst óklár, og hevur hetta niðursetta sjón við sær, ella at ein ikki sær mun á litum.
Fyri fyrstu ferð fekk hann nú atgongd til framkomna útgerð og venjing við nútíðar tøkni.
– Áðrenn hesa verkætlanina hjá Mercy Ships kundi eg viðgera millum tríggjar og fimm sjúklingar um vikuna. Nú kann eg viðgera omanfyri 100, greiðir Wodomé frá.
– Tann mátin, eg her lærdi, var slóðbrótandi í Togo, helst tí at hann er serliga væl egnaður á støðum við avmarkaðum resoursum.
Abram Wodomé avgjørdi at verða verandi í heimlandinum og hjálpa landsmonnum sínum.

HYGG FRAMEFTIR
Hann kundi helst ikki valt sær eina størru avbjóðing, tí hóast hann hevði allar royndirnar, sum neyðugar vóru, so tørvaði honum alt hitt:
Arbeiðsviðurskiftini í Togo vóru ikki broytt serliga nógv. Tørvurin á útgerð og hentleikum, saman við øktum vanda fyri komplikasjónum, gjørdi sítt til, at hann nærum gavst á hondum.
Í 2012 fekk hann tók avgerandi hjálp, tá Mercy Ships góvu honum bæði pening og útgerð til eina klinikk. Síðani tá, hevur Wodomé bara hugt frameftir.
Seinastu 10 árini hevur hann gjørt 15.000 grástar-skurðviðgerðir. Hann hevur halgað lív sítt til at venja upp aðrar eygnalæknar, millum teirra konu sína, sum eisini valdi at útbúgva seg sum eygnalækni.
Í dag hevur hann lært einar 35 starvsfelagar upp. Allir hava teir gott orð á sær. Og saman hava teir tikið upp bardagan ímóti grástar millum landsmenn sínar.
– Vegurin framyvir fyri slíkum skurðviðgerðum í Afrika sær ljósari út. Fleiri og fleiri fakfólk ynskja at gerast betri í hesum, soleiðis at tey kunnu veita heilsutænastur av høgari góðsku, sigur Abram Wodomé.

GÓÐ SKOÐSMÁL
Tað eru ikki bert sjúklingarnir, sum fegnast um evnini hjá Wodomé. Eisini starvsfelagar hansara geva honum bestu skoðsmál.
Ein teirra tekur soleiðis til:
– Hann er ein serstakliga tolin lærari. Hann tekur teg gjøgnum alla tilgongdina í eini skurðviðgerð, enntá í smálutum frá byrjan til enda. Við hesi undirvísingini havi eg lært at trúgva meiri uppá meg sjálvan.
Og ein annar sigur soleiðis:
– Tað hevur verið krevjandi at fremja skurðviðgerðir í eygunum á fólki her í Togo. Men takkað verið starvsfelagum, sum dr. Wodomé, er vón fyri framman.
Í dag rekur Abram klinikkina ”Clinique Ophtalmologique Lumière Divine (COLD) í togolesiska høvuðsstaðnum, Lomé, og telist henda í dag millum tær fremstu í landinum. Omanfyri 750 grástar-skurðviðgerðir verða gjørdar her um árið.

Onnur tíðindi