Nýtt skip til gagns fyri milliónir

Spread the love

Gamla Stórabelts-ferjan ”Dronning Ingrid” fær nú eitt systurskip, tá Mercy Ships um eitt ár fær nýtt hospitals-skip. Við hesum báðum skipum fer at bera til at tvífalda talið av sjúklingum, sum kunnu fáa læknahjálp og skurðviðgerðir umborð. Støðan í heiminum er, at fimm milliardir menniskju hava ikki atgongd ella ráð til rætta læknahjálp – av hesum búgva 97 % teirra í Afrika, sunnan fyri Sahara!

– Hetta er eitt ógvusligt tal av børnum og vaksnum, sum hava tørv á hjálp til heilt vanligar skurðviðgerðir og hjálp frá læknum. Vit vita, at tørvurin er stórur, og at brúk er fyri at vit gera enn meiri. Orðini eigur aðalskrivarin í Mercy Ships Danmark, Vibeke Hauge Førrisdahl. Hon kann tí fegnast um, at felagsskapurin seinast í 2021 fer at kunna flota nýggja og stásiliga skipið, sum fær navnið Global Mercy. Saman við Africa Mercy fer nýbygda skipið at vitja havnir og lond í Afrika at veita læknaliga hjálp.

– Við at økja um innsats okkara við enn einum hospitalsskipi, kunnu vit samstundis í størri mun gera nakað við neyðina í heiminum og tann stóra eftirspurningin eftir heilsutænastum fyri tey fátæku londini í Vesturafrika. – Mercy Ships er kent fyri at vera profesjonelt og íðið í sínum virkemi, og tað fer eisini at eyðkenna alt í og kring nýggja skip okkara, sigur aðalskrivarin. Og hon leggur aftrat: – Global Mercy verður tí eitt væl útgjørt og serbygt hospitals-skip við allari teirri útgerð og teirri tøkni, sum krevst til eitt slíkt skip. Tað verður mannað við vælútbúnum volontørum, sum fara at taka sær av øllum teimum, ið hava brúk fyri læknahjálp! Nýggja skipið, sum er heimsins størsta sivila hospitals-skip, er serliga sniðgivið við seks stovum til skurðviðgerðir og nútíðar møguleikum fyri at útbúgva fólk. Øll henda útgerðin fer at leggja lunnar undir ein nýggjan møguleika at læra nýggj heilsustarvsfólk upp, soleiðis at tey sjálvi kunnu geva og gjøgnumføra skurðviðgerðir í teirra heimlandi, tá skipið er farið víðari til næstu havn.

UM GLOBAL MERCY Umborð er – seks skurðstovur – fimleikarhøll og hylur til uppvenjing

– fyrilestrarsalur til umleið 700 fólk

– fróðskaparsetur til lesandi (til dømis lokal heilsustarvsfólk) – pláss til 600 sjálvboðin úr øllum heimsins londum, sum umboða nógvar ymiskar fakbólkar – so sum skurðlæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, manning at sigla skipið, kokkar, lærarar, elektrikkarar, tænastufólk og onnur – kaffistova, handlar og bókasavn Longd: 174 metrar (Norröna: 164 m) Breidd: 28,6 metrar (Norröna: 30 m) BRT: 37.000 (Norröna: 36.000)

Hygg nærri at skipinum: https://www.youtube.com/watch?v=ZTXTfaLOaI8

Onnur tíðindi