Søga 15: Gud grøddi Lorette gjøgnum forbøn

Spread the love

Forbøn hevur altíð spælt ein stóran leiklut í vónini og grøðingini, sum Mercy Ships bjóðar.

Lorette á Flipisoyggjunum visti, at hon hevði grønstar, og at sjónin á høgra eyga so líðandi fór at hvørva. Hon visti sum var, at hon kundi einki gera sjálv.
Tann neyðuga skurðviðgerðin var ov kostnaðarmikil, – men tá hon hoyrdi, at Island Mercy kom til ein bý í nánd av heimbýi hennara í 2004, var bara eitt at gera: At boða frá, at hon ynskti at fáa eyguni kannaði. Kanska kundi tey umborð hjálpa henni.
Á klinikkini, sum var sett upp á bryggjuni, staðfesti ein eygnalækni beinanvegin, at um Lorette ikki fekk sína skurðviðgerð skjótt, so kundi tað gerast ov seint.
Skurðviðgerðin var sett at vera tríggjar dagar seinni á staðbundna sjúkrahúsinum.
Lorette var, sum vera man sera fegin um at kunna fáa viðgerð fyri eygnasjúku sína, men samstundis óttaðist hon at fara undir skurð. Eygnalæknin greiddi henni tí frá einum øðrum møguleika: At biðja Gud um at grøða hana!

SKEIVT EYGA??
Lorette skundaði sær heim aftur, og fór at leita eftir nærmastu kirkjuni. Hon fór inn gjøgnum ólæstu dyrnar, og oysti sítt hjarta út fyri Gudi alt kvøldið, og bað hann um grøðing.
Morgunin eftir fór hon aftur á klinikkina. Har var okkurt hent um náttina, tí nú kundi høgra eyga hennara fokusera. Læknin mátti kanna eygað einaferð aftrat.
– Tað má vera skeivt eyga, segði hann, ikki sørt ørkymlaður á málinum.
– Hetta eygað virkar so sum tað skal – sum var tað hjá einum nýføðingi!
Hann hugdi tí eftir vinstra eyganum. Tað var eisini í lagi, og journalurin vísti, at tað altso var høgra eyga sum skuldi skurðviðgerðast, men nú var einki at síggja.
Nå, men kanska er talan um skeivan persón, hugsaði læknin. Men eygna-toymið kundi sannføra hann um, at hetta var rætti sjúklingurin, og kundi samstundis staðfesta, at Gud veruliga hevði nortið við eyga hennara.

Lorette Cajadezo fór úr klinikkini við eini nýfunnari trúgv á Gud. Og hjá eygna-toyminum var ikki annað at gera, enn at avlýsa óneyðugu skurðviðgerðina.

Onnur tíðindi