Teuna (87): – Eg MÁTTI bara síggja Global Mercy

Spread the love

Sólin stóð á heiðum himni, tá tann guli sjúkrabilurin frá Stichting Wens Ambulance koyrdi oman til bryggjuna í hollendska býnum, Rotterdam.


Stóra, hvíta og nýggja skipið stóð sum eitt berg frammanfyri sjúkrabilin, sum hevði ein rættiliga serstakan persón við umborð:
Ta 87 ára gomlu Teuna Damming, sum henda dagin fekk sítt hægsta ynski uppfylt.

EINA FERÐ Í LÍVINUM
Í longri tíð hevði tann lívsglaða kvinnan sæð fram til dagin, tá hon sjálv slapp at eygleiða hetta nýggja hospitals-skipið hjá Mercy Ships.
Og hon leggur íðin aftrat:
– Hetta er ein fantastiskur dagur. Slíkt sum hetta, upplivir ein bert eina ferð í lívinum.


AFTUR TIL RØTURNAR
Við hesi serstøku vitjan síni umborð á Global Mercy fór frú Damming í veruleikanum aftur til røtur sínar.
Hon er fødd og uppvaksin í Rotterdam. Hon var fødd á hesum havnarlagnum, umborð á einum báti, sum lá bert fáar hundrað metrar burtur frá kaiplássinum, har Global Mercy lá, áðrenn tað setti kósina til Senegal.
– Eg havi altíð elskað frælsið við at sigla, greiðir hon frá.
– Eg havi sjálv starvast innan sjóvinnuna, saman við manni mínum í nógv ár. Lívið á sjónum er framvegis í mær, og júst tí sigur arbeiðið hjá Mercy Ships mær so nógv.
Og 87 ára gamla kvinnan leggur aftrat:
– Arbeiðið hjá felagsskapinum hevur sera stórt virði, tí tað snýr seg um at hjálpa menniskjum. Tey sjálvbodnu, sum her gera sítt arbeiði, fremja tað ikki, tí tey ynskja at gerast rík. Nei, teirra hægsta ynski er at hjálpa øðrum.
Í dag snýr alt seg um pening, men hetta arbeiðið kemur frá hjartanum!

Onnur tíðindi