Søga 22: Ly kann nú hugsa um framtíðina

Spread the love


Sum yngri hevði Ly Cheick nógvar spennandi ætlanir fyri framtíðina. Men ein dagin steðgaðu allar hesar ætlanirnar brádliga upp.

Henda dagin merkti hann ein klump í munninum, og meiri óróligur gjørdist hann, tá hann legði merki til, at klumpurin vaks alsamt.
Lækni hansara bað Ly fara til tannklinikkina á Gamal Abdul Nasser University í Conakry, sum er høvuðsstaður í afrikanska landinum Guinea. Hetta er samstundis tann klinikkin, sum Mercy Ships hevur dagført og sum felagsskapurin samstarvar við.
Henda klinikkin er í roynd og veru ein depil fyri tey, sum ynskja at gerast tannlæknar í Guinea.
Takkað veri nútíðar tøkni kundi tannlækna-toymið vátta illgruna hansara: Ly, sum í dag mitt í 20’unum, hevði ein knykil í ovara parti av munnholuni.
Hann var kannaður gjøllari, og tá sást týðiliga, at knykilin var til støddar sum ein golfbóltur. Staðfestast kundi samstundis, at hesin knykilin fór at gera lív hansara meiri og meiri ótespiligt.
Støðan var púra greið: Fekk Ly ikki skjóta hjálp, so var deyðin vísur.
Tað var professarin Raphiou Diallo, sum stóð fyri skurðviðgerðini. Hann hevur samstarvað við Mercy Ships í fleiri ár.
– Tað var gott fyri hann, at vit hava eina slíka røntgen-maskinu, sum kann taka panorama-myndir, greiðir læknin frá.
– Við hesi kunnu vit seta ein diagnosu á byrjunarstigi, og haraftrat til ein lágan kostnað.

NÁTTÚRULÆKNAR
Av tí at Ly fekk skjóta hjálp, er hann komin so skjótt fyri seg, at hann kundi halda fram við lesnaði sínum.
Í heimlandi hansara eru øll ikki eins heppin og hann: Avmarkað tilfeingi, ring fíggjarstøða og stór landafrøðilig fjarstøða ger sítt til, at mong venda sær til siðbundnar náttúrulæknar, sum hvørki kunnu taka eina sjúkuavgerð, og enn minni fremja eina skurðviðgerð.
Støðan er, at gongur ov long tíð, er ikki gjørligt at taka ein slíkan knykil burtur. Úrslitið av hesum er, at mong menniskju doyggja orsakað av hesum.
Tað er hesum, sum dr Diallo og hansara toymi ynskja at berjast ímóti.

– EG ERI SO GLAÐUR
Fyri Ly merkti henda skurðviðgerðin alt. Tað er, sum hann sigur:
– Eg eri so glaður. Nú, ið knykilin er burtur, havi eg fingið eitt heilt annað lív.
Og Dr Diallo leggur brosandi aftrat:
– Eg eri so errin av tí, sum Mercy Ships hevur gjørt,. Um vit halda fram við hesi verkætlanini, kunnu vit fáa nógvar dugnaligar tannlæknar í fleiri av býunum í Guinea.
– Soleiðis verður gjørligt at forða komplikasjónum. Vit kunnu her gera okkara til, at støðan ikki gerst álvarsamari og versnar. Vit kunnu eisini avgera um ein knykil ella illkynjaður ella góðkynjaður tíðliga í gongdini.
Ly Cheick er eitt gott dømi um tann týdning, tað hevur at arbeiða við eini langtíðarætlan. Mercy Ships fara framvegis at gera í túsundatali av skurðviðgerðum umborð á Africa Mercy og nú eisini Global Mercy.
Takkað verið útbúgving og mentor-verkætlanum, sum til dømis hesin tannlækna-skúlin í Guinea, kunnu lokalir skurðlæknar framhaldandi tryggja skurðviðgerðir, sum fólk hava ráð at gjalda fyri – langt aftaná at hospitals-skipið hevur lagt til brots til eina nýggja havn í øðrum landi.



Onnur tíðindi