Viggo: – Vit kunnu øll gera mun

Spread the love

Royndi danski maskinmeistarin, Viggo Bostrup er ikki ókendur umborð á Africa Mercy.

Hann hevur verið her 10 ferðir áður, og var aftur umborð í januar mánaði í ár við einum einasta endamáli: At gera stóra hospitals-skipið klárt til enn eitt ár í tænastu millum tey sjúku, veiku og tey forfjónaðu.
Hóast Viggo er farin um tey 70 árini, tykist tað ikki at nerva hug hansara at gera nakað munagott í Guds ríki – í hesum føri at rigga alt tað tekniska til og viðlíkahalda motorarnar umborð á Africa Mercy.

STÓRIR KNYKLAR
Eg hevði sjálvur høvið at hitta Viggo umborð á Africa Mercy, tá tað lá við bryggju í senegalska høvuðsstaðnum, Dakar á heysti 2019. Týðiligt var at síggja, hvussu hann brendi fyri sínum faki. Og líka týðiligt kundi eg bara staðfesta, hvussu starvsfelagar hansara úr fleiri ymiskum londum høvdu sama ídni og kærleika til sítt arbeiði har niðri í maskinrúminum.
– Tað, sum er av størsta týdningi fyri meg, er, at øll umborð eru við til at gera mun. Eg síggi fólk koma umborð við stórum knyklum í andlitinum og nógvum øðrum sjáldsomum lýtum – har beinini vendu skeivt, eru blind, hava stór brunasár og mangt annað.
– Men tá tey so fara í land aftur, er týðiligt at síggja, hvussu fegin tey eru. Tey hava fingið eitt nýtt lív, og ein møguleika at yvirliva í einum av heimsins fátækastu londum.
– Jú, tað er eitt stórt arbeiði, sum verður gjørt her, greiðir Viggo frá.

Onnur tíðindi