Kjell ivaðist: – Skal eg gerast gudfrøðingur ella maskinmeistari?

Spread the love

Les um, hvussu eitt uppslag á Facebook vísti norðmanninum, hvørja leið hann skuldi halda.

Vit kenna tað frá føroysku sjóvinnuni, og tað er í roynd og veru ein sjálvfylgja: Fært tú ikki manning til eitt skip, ber ikki til at leggja til havs.
Sama støðan ger seg galdandi, tá talan er um at útvega manning til Africa Mercy, heimsins størsta hospitals-skip.
Fleiri fólk úr Norðurlondum hava mynstrað umborð her í styttri ella longri tíð, – eisini føroyingar.
Ein teirra, sum veit nógv um lívið umborð á Africa Mercy er norðmaðurin Kjell Roar Vik, sum hevur havt dagliga yrkið sítt í maskinrúminum umborð.
Hann er vaksin upp úti við havið, og hevur altíð dámað væl at rokast í báti. So tað var tí ikki so løgið, at hann endaði umborð á tí stóra hospitals-skipinum.

AT GERA MUN
Tað var tí heldur ikki undarligt, at onkur setti honum henda viðkomandi spurningin:
– Altso, Kjell Roar, tú ert ein ungur maður úr Veavågen. Hví í víðu verð fórt tú umborð á Africa Mercy at arbeiða sjálvboðin og óløntur?
Veavåg er ein lítil bygd við umleið 3000 íbúgvum, beint norðanfyri Stavanger. Her vaks hann upp í einum trúgvandi heimi og hevur altíð verið trúgvandi.
Men aftur til spurningin: – Jú, amerikanska kona hansara Lara, sum sjálv er uppvaksin (!) umborð á Africa Mercy og Kjell Roar sjálvur høvdu bæði eitt kall um at kunna arbeiða umborð á skipinum.
– Eg eri úr eini bygd, har fólk vanliga búgva í langa tíð. Men tá eg var 18 ára gamal fór eg umborð á Mercy Ships sum maskinlærlingur í 10 mánaðir.
– Og her fann eg eisini kærleikan í mínum lívi, og vit bæði tosaði beinanvegin um at fara umborð aftur á skipið, hava tey bæði áður greitt frá í einum bloggi um lívið umborð.
Kjell Roar visti eisini beinanvegin, tá hann fór í land, at hann fór at koma aftur. Og rætt var!
– Ja, tað var heilt serstakt at arbeiða umborð, samstundis sum ein gjørdi mun fyri onnur. Hetta hevur nógv størri týdning fyri meg, enn tað at fáa eina fasta løn hvønn mánað.
– Nógv menniskju hava nógv at stríðast við. Her umborð kunnu tey fáa ta hjálpina, sum tey hava bíðað alt ov leingi eftir.
– Eg ynskti í øllum førum gera mítt til og syrgja fyri, at tey, sum høvdu størstan tørv á hjálp, skuldu fáa hana, sigur hann.

HJÁLP AT VELJA RÆTT
Sum tað skilst omanfyri, hevur Kjell Roar altíð havt hug at arbeiða við missión. Tá hann var liðugur at læra, umhugsaði hann eina løtu í lesa gudfrøði.

– Men tað kendist ikki heilt rætt. Eg visti væl, at Mercy Ships hevði tørv á maskinmonnum, so eg bað Gud um hjálp til at velja tað rætta: Skuldi eg gerast gudfrøðingur ella maskinmeistari?
– Ein váttan í so máta, og sum mær tørvaði júst tá, kom til mín sum eitt snarljós á Facebook, greiðir hann víðari frá.
Har var ein søga frá Africa Mercy, har teir beinleiðis søgdu: ”We need marine engineers!” (vit hava tørv á maskinmonnum).
Hann fekk sær neyðugu útbúgvingarnar, gekk í hjúnalag við Lara, og stutt eftir vóru tey bæði búgvin til at fara aftur til hospitals-skipið við fyrsta flogfari.









Onnur tíðindi