Søga 26: Nústani síggi eg, hvussu vakrir mínir tvíburar eru

Spread the love
  • At fáa sjónina aftur, var sum at vakna í himli, sigur Adama

    So líðandi hvarv heimurin kring 30 ára gomlu Adama. Sjónin versnaði dag frá degi, meðan tokan legðist sum eitt tám um eyguni orsakað av sjúkuni grástar.
    Adama var við barn, og vónaði hon, at alt fór at gerast betri, eftir at hon hevði átt barn sítt.
    Tað, sum hon ikki visti var, at hon í roynd og veru gekk við tvíburum, men tað fann hon so útav, tá drongurin var føddur og síðani gentan.
    Men tá mátti Adama eisini staðfesta tann ógvusliga veruleikan: Sjónin kom ikki aftur av sær sjálvum, sum hon hevði vónað!
    Hon hevði ikki pening til eina skurðviðgerð, og støðan var tí sera trupul fyri hana, børnini og mannin.
    – Eg mátti bara royna at ”síggja” tvíburarnar við hondunum. Men hugsanin um at eg ikki nakrantíð kundi síggja teir við mínum egnu eygum, gjørdi meg sera ørkymlaða, greiðir Adama, sum býr í afrikanska landinum Guinea, frá.

    BUNDIN AT HJÁLP
    Adama flutti til eldru systrina við tvíburunum. Hon tók ímóti teimum við opnum ørmum, hóast hon hevði sín egna barnaflokk at taka sær av.
    Adama var fullkomiliga bundin av hjálpini frá systrini. Hon kundi ikki ganga runt einsamøll, og hon kundi hvørki fara til handils, gera mat ella vaska klæði. Tað var krevjandi at vera tann, sum mátti hava hjálp til alt.
    Tvíburarnir vóru nú vorðnir seks mánaðir. Teir vuksu og sóu út til at hava tað gott, men andlit teirra vóru framvegis ein óloyst gáta hjá mammuni.
    So ein dagin hoyrdi maður hennara um Mercy Ships. At ein møguleiki var fyri eini ókeypis skurðviðgerð, dugdi hon illa at skilja. Men eingin ivi var kortini um, at hetta kundi verið ein vegur út úr vónloysi og tí at vera bundin at øðrum.
    Hetta var sum at kveikja eitt ljós, har Adama frammanundan hevði trilvað seg fram í myrkrinum. Og umsíðir birtist vónin um at kunna síggja børnini við egnum eygum!

”VÆLKOMIN AFTUR”
Tá skurðviðgerðin var liðug, og Adama bíðaði eftir at bandasjan skuldi takast av, hugsaði hon, at nú verður sannleikans løta.
Tey, ið sótu í sama rúmi sum hon, sóu hana fyrst blunka móti ljósinum, áðrenn eitt bros fór um alt andlit hennara: Adama sá nú heimin rundan um seg, og varð ynskt ”vælkomin aftur” av øllum.
Eygu hennara dansaðu aftur og fram millum tvíburarnar, og hon drakk til sín av vøkru sjónini: Rundar kjálkar, smáar fingrar, eygnalok og nasar.
– Hetta var sum at vakna upp í himli, segði hon.
Nú sá hon, at tað, sum onnur høvdu greitt henni frá var satt: Børn tíni eru so vøkur!
Skurðviðgerðin av grástar í eygum hennara tók bert góðar 20 minuttir. Men úrslitið av henni, kemur at hava týdning fyri hana restina av lívinum.
– Eg trúði veruliga ikki, at míni børn kundu vera so vøkur, sigur hon og brosar. – Men tað kann eg nú staðfesta!

Onnur tíðindi