Søga 25: Saliou mátti bara fáast til lækna

Spread the love

– Varð Saliou ikki lagdur undir skurð nú, so fór hann altíð at vera øðrvísi enn hini børnini, sigur omman, Ndiane

SENEGAL: Saliou var alt ov lítil til at vera vitandi um, at hann var øðrvísi enn javnaldrar hansara.
Ja, longu tá hann var tvey ára gamal merkti hann hetta, tí munurin á honum og øðrum sást beinanvegin: Sjónliga haruskarðið.
Sælur, og uttan at vita nakað, so hevði ógvusliga brekið lítla ávirkan á hansara persónligheit. Hann dugdi av sonnum at fáa smílið fram á øllum teimum, sum hann møtti.
Onkur vildi kanska hildið, at gerandisdagur hansara bert kendi til skomm, skomm og aftur skomm, serliga tá ein hugsar um, at hann býr í einum av vesturafrikansku londunum. Er tað nakað, sum eyðkennir hesi londini, so er tað tørvurin og mangulin uppá læknaliga hjálp.
Júst hesin mangulin kann gera sítt til, at ein persónur kann verða noyddur at liva við sínum breki restina av lívinum, tí eingin viðgerð er at fáa so langt eyga røkkur.

BARA EITT AT GERA
Allar hesar forðingarnar hildu tó ikki ommu hansara, Ndiane aftur at vísa sín kærleika til hann og at gera nakað við støðuna.
Hon ynskti ikki, at tvey ára gamli Saliou skuldi liva restina av lívi sínum við einum haruskarði. Var støðan ring hjá honum nú, so fór hon at gerast uppaftur verri, tá hann gjørdist eldri.
– Ja, varð hann ikki lagdur undir skurð nú, so fór hann altíð at vera øðrvísi enn hini børnini, sigur omman.
Tíverri fyri lítla Saliou hevði familjan ikki tann neyðuga peningin til at finna lekidómin fyri hann.
Har var í veruleikanum bara EIN vegur at ganga hjá ommuni – hon rópti til Gud og bað um eitt undur. Soleiðis bað hon uttan íhald um at hennara kæri Saliou fór at verða grøddur.
Eftir at hava biðið í samfull tvey ár, hoyrdi Ndiane ein dagin um eitt serligt hospitalsskip, sum lá við bryggju í høvuðsstaðnum Senegal.

LJÓS FRAMTÍÐ
Henda kærleiksfulla omman fór frá húsum, og 12 tímar seinni kundi hon leiða Saliou umborð á Africa Mercy til eina skurðviðgerð, sum skuldi broyta lív hansara fullkomiliga.
– Tá eg frætti um at skipið var komið í havn, føldi eg ein slíkan lætta. Eg avgjørdi at sleppa øllum tí, sum eg var í ferð við, og ynskti bara at fáa Saliou undir læknahond, soleiðis at hann skuldi fáa eina ljósa framtíð.
Hjarta hennara fyltist við gleði og tøkk, tá skurðviðgerðin var liðug. Nú var ommusonur hennara umsíðir vorðin grøddur. Og nú sær framtíð hansara av sonnum ljósari út enn nakrantíð áður!
– Eg sendi mína tøkk til Guds og fólkini í Mercy Ships. Eg visti ikki hvar, ið eg skuldi fara við Saliou fyri at fáa heilsubót. Tey gjørdu alt hetta fyri meg, sigur ein ovurfegin Ndiane.


Onnur tíðindi