Tú fært ikki sjónina aftur fyri 3 dollarar

Spread the love

Við aldarskiftið var eingin møguleiki at viðgera tey blindu í fjarskotnu landsbygdunum í Guatemala.



– Eg sá ikki fram fyri nøsina, og tí hildu hini børnini tað vera stuttligt at sláa meg og at seta føtur fyri meg.
Orðini eigur Benigno, sum hevði grástar á báðum eygum, og var at kalla blindur.
– Hetta gjørdi eisini sítt til, at pápi mín tók meg út úr skúlanum, tá eg 8 ára gamal.
Foreldur hansara tóku sær væl av honum, og fylgdu honum hvønn einasta dag til ymiskt virksemi, sum hann kundi taka lut í.
Men stúranin hjá foreldrunum var ikki júst dagurin í dag, men framtíðin. Hvør skuldi ansa teirra soni, tá tey ikki vóru her longur?
Ein skurðviðgerð í eygunum kostaði meiri enn 1000 dollarar. Við eini løn uppá einans tríggjar dollarar um dagin, fór tað aldrin at eydnast teimum at skava so mikið saman, at ein skurðviðgerð kundi koma upp á tal.

ÓKEYPIS
Ein dagin í 2001 fekk Benigno eini óvæntaði boð:
– Eg hoyrdi, at eitt skip í býnum Puerto Quetzal bjóðaði fólki ókeypis skurðviðgerðir í eygunum.
Benigno og pápabeiggi hansara tóku bussin, og fimm tímar seinni komu teir til havnarbýin, har Caribbean Mercy lá fyri akker.
Benigno var skurðviðgjørdur fyri grástar á báðum eygum. Og tá teir komu heimaftur, kundi mamman ikki halda tárunum aftur: Nú fann hann heim á fyrsta sinni, uttan at nakar fylgdi honum á leið. Alt grannalagið kom saman fyri at heiðra honum.
– Vit vita, at hetta er Guds verk. Vit trúðu ikki, at Benigno nakrantíð kom at síggja aftur, segði mamma hansara.

Onnur tíðindi