Søga 2: Hvussu nógvar fingrar sært tú?

Spread the love

Tá Senor Tellez frætti, at møguleiki var fyri at fýra blindu børn hansara kundu verða skurðviðgjørd ókeypis var bara eitt at gera: Hann tók úthøgdu kano sína, sigldi oman eftir eini á í Mexico, fyri at koma fram til sjúkrahússkipið Anastasis.

Familjan Tellez hevði íalt 12 børn. Fýra teirra vóru fødd blind, vegna eygnasjúkuna grástar.

Myndin av Senor Tellez, sum kemur leiðandi við hesum fýra børnum sínum upp gjøgnum gongubrúnna til Anastasis, er ein sjón, ið skurðlæknin Dr. Bob Dyer aldrin gloymir.
Hann greiðir soleiðis frá: ”Hetta var fyrstu ferð at eg upplivdi og viðgjørdi grástar hjá systkjum. At geva teimum sjónina aftur, broytti teirra familju fullkomiliga!”

Dagin eftir, at børnini vóru skurðviðgjørd fyri grástar í báðum eygum, var bindið loyst frá eygum teirra.

Har bleiv ein sjónligur og dramatiskur steðgur, tá heili teirra á fyrsta sinni kundi skráseta eina mynd. Eins og vanligt er umborð hjá Mercy Ships helt Dr. Bob hond sína frammanfyri hvørt einstakt barn, alt meðan hann spurdi: ”Hvussu nógvar fingrar sært tú?”
Broytingin sást beinanvegin í andlitum teirra – bilsni, gleði og undran. Síðani byrjaðu eygu teirra at leita eftir mammuni – tey kendu aftur rødd hennara, og vóru spent eftir at kunna síggja andlit hennara á fyrsta sinni.

Myndin av hesum børnunum, sum sóu foreldrini, hvørt annað og heimin kring tey á fyrsta sinni, – hon verður ein av mest grípandi løtunum í lívlanga starvinum hjá Dr. Bob.
(Kelda: Mercy Ships)

Onnur tíðindi